Eg hitti Theodor, tá ið hann var blivin 100 ár í 1908, og greiddi hann tá einum einum spennandi lívi.
Foreldrini hjá Theodor vóru Andreas og Elspa f. Hansen. Pápin fór ikki í skúla fyrr enn hann var 12 ár. Áðrenn tað róði hann nevniliga út!
Tilsamans vóru tey átta systkin, fýra beiggjar og fýra systrar. Pápin var fiskimaður sum flestu menn tá í tíðini. Tí mátti mamman eins og aðrar konur vera bæði maður og kona helvtina av árinum.
Tá ið maður og synir skuldu fara til skips skuldi alt gerast til frá grundini av. Øll klæðini skuldu bindast, so sum hosur, vøttir, undirklæðir og troyggjur.
Seymast skuldi eisini um madrassurnar. Sjálvt oljuklæðini skuldu seymast og síðan ferniserast fleiri ferðir.
Tá so maðurin var farin, sat konan eftir við ábyrgdini av húsarhaldinum umframt ta óvissu, sum altíð var um, hvørt maðurin fór at koma aftur í øllum góðum.
Eingin ogn í húsinum
Húsini hjá teimum var ognarleyst. Her var eingin jørð, og tí kundu tey ikki hava kúgv. Tískil fekst eisini lítil og eingin mjólk. Tey kundu biðja sær mjólk, men hetta var bert til tað mest neyðuga.
Hetta merkti eisini, at tey ikki áttu torvheiðar. Torv máttu tey so hava. Tey máttu biðja um at sleppa at skera torv hjá øðrum móti gjaldi.
Tá tey ikki áttu jørð, áttu tey heldur ikki seyð. Tey leigaðu kortini fýra gyllin, og hetta gav fýra lomb árliga. Abbin plagdi eisini at laga garðar fyri aðrar. Samsýningin fyri hetta var rætturin til at velta í einum jarðarstykki.
Maturin
Men mat fingu tey kortini. Á Sørvágsfirði var nógv bæði av fugli og fiski. Tað lá væl fyri at fara á flot. Nógvur seiður var inni við land, og honum kundi nót kastast eftir. Fuglur kundi skjótast á fjørðinum, og havhestur kundi fáast í bjørgunum. Tað kundi tó vera langt millum grindirnar. Nógv av hesum mati varð saltaður, so saltmatur var sera vanligur døgurði.
Men inn ímillum fekst eisini feskt. Tað var eisini nógv arbeiði í Sørvági. Her vóru fleiri reiðarar, sum áttu nógv skip. Skipini landaðu fiskin í bygdini og góvu nógv klippfiskaarbeiði. Hetta sæst eisini á øllum fiskastykkjunum í bygdini.
Útróðrartúrurin hjá abbanum
Annar abbi Theodor var Dunga Jóannes. Theodor greiddi frá eini áhugaverdari søgu um, hvussu útróðrarlívið kundi vera tá.
Teir vóru farnir til útróðrar, tá ið hann gjørdist høgur í ættini. Teir flestu bátarnir fóru til hús, men beiggi Jóannes, sum var formaður á bátinum, gav boð um at seta línuna niður aftur. Tá ið drigið var, fóru teir so at rógva til lands. Men tá ið teir koma inn móti Sundunum var ókyrt millum land og Tindhólm, og teir vunnu ikki longur. Hvat var so at gera? Jú, at fáa størri manning.
Abbin verður settur á land. Hann skuldi ganga til Sørvágs at fáa meira fólk. Hetta eydnast eisini, men tá ið teir koma aftur hagar báturin lá, vóru ikki líkindi at sleppa umborð í bátin, eisini orsakað av sjóvarfallinum. Teir seta so segl á bátin og sigla til Miðvágs. Abbin fór so aftur til gongu, fyrst til Sørvágs, og so til Miðvágs at taka ímóti bátinum. Tá ið báturin var framkomin og alt var fingið til sættis, var aftur at ganga til Sørvágs. Alt hetta var eftir ein strævnan útróðrartúr.
Theodor var smádrongur undir fyrra heimsbardaga 1914-1918. Tá var nógv, sum ikki var at fáa. Tað var einki petroleum at fáa til lampurnar. Men tað var so heppið, at nógv voks rak inn á sandin, og hetta varð stoypt til kertuljós. Hann minnist eisini til, at heimsbardagin varð íblástur til, at dreingirnir spældu kríggj.
Um hesa tíðina sigldi pápin út til Mykinesar við posti. Theodor var onkuntíð við. Hann minnist, hvussu fólk komu oman á støðna at forvitnast eftir tíðindum, serliga um tey ymisku skipini.
Í Mykinesi frættu tey jú einki. Har vóru nógvir fiskimenn við ymiskum skipum, og tíðirnar vóru jú ótryggar.
Til skips við deyðsiglara
Tað gekk ikki væl í skúlanum hjá Theodor, tí hann var orðblindur. Orðblind vóru tá roknað fyri at vera sibbar.
Tí longdist honum bert eftir at sleppa til skips, og hetta fór hann 14 ára gamal í 1923 við sluppini Fram úr Vestmanna.
Theodor var við deyðsiglara í fimm ár. Provianturin var so einfaldur, sum hann kundi vera. Einasta rættuliga máltíðin á degnum var døgurðin. Hann var annan hvønn dag fiskur og annan hvønn amerikanskt saltkjøt við ertrum. Umframt døgurðan var maturin bara keks við margarini á. Men her skuldi eisini sparast. Margarinið skuldi smyrjast á sløttu síðuni av keksini! Tað fekst eitt pund av keks um dagin, og býtt varð út til eina viku í senn. Viðskeri var eingin. Men avlopið av døgurðanum av saltkjøti varð goymt í beinkinum saman við keksini og varð brúkt til viðskera.
Roynt varð at gera matin eitt sindur meira spennandi millum annað við keksasteik, har keksin varð molað niður í eina blanding av sukri og margarini og so steikt. Men hetta legði Theodor ikki so nógv í.
Annað var at steikja kjálkar, men hetta kravdi feitt, sum heldur ikki var ov nógv av. Onkuntíð fingu teir kongafisk á snøri, sum teir flaktu.
Flaktu á dekkinum
Annars var tað tungt at vera við snøri, serliga á Eysturlandinum, har tað var so djúpt. Serliga tungt var hetta hjá teimum ungu, sum vóru fyrstu ferð burtur. Arbeiðsumstøðurnar vóru heldur ikki tær bestu at arbeiða fiskin. Tá ið Theodor fór til skips stóðu fiskimenn framvegis framyvir og flaktu fiskin niðri á dekkinum. Ljósið var fyrru tíðina bert ein lanterna. Seinni fingu teir karbid.
Sjálvur plagdi Theodor at vera lastamaður. Í lastini var altíð sera myrkt. Arbeiðsljósið var kertuljós, sum varð sett í saltið.
Hesi árini Theodor vóru sera vandamikil hjá fiskimonnum. Hetta kom eisini at raka hansara ætt. Í 1934 gingu sluppirnar Nólsoy og Neptun burtur undir Íslandi við tilsamans 43 monnum. Tá misti mostirin, Anna Elisabeth, mannin, Harald, og synirnar, Hjalmar og Arendal. Tað vóru nógvar slíkar sorgarsøgur.
Smittaður av tuberklum
Theodor var við Oscar í 1928, tá var hann smittaður av tuberklum. Hann varð fyrst innlagdur á hospitalinum, síðan fór hann á TB, tuberkladeildina hjá hospitalinum. Síðan varð hann innlagdur á sanatoriinum í Hoydølum. Her lá hann í tríggjar mánaðir og slapp so heim. Hetta var væl sloppið. Nógv lógu longri enn tað, ofta í áravís. Eisini doyðu nógv av sjúkuni, eisini i Sørvági.
Í 1927 var Theodor við at fáa eina váta grøv, tá ið hann var við Guiding Star. Tað var illveður, og teir koyrdu lýsi fyri borð fyri at slætta sjógvin. Tá fekk skipið eina fylling, og Theodor var við at fara fyri borð, men pápin fekk tikið hann, áðrenn tað var ov seint.
Theodor hevur eisini siglt við “Only Sister” hjá Absalon Jacobsen á Skála. Skipari var Reinhold Thomsen úr Norðragøtu, og her var Theodor saman við fleiri gøtumonnum.
Theodor var á motorpassaraskúla í 1929/30. Hann gjørdist motorpassari á Queen, Múlanum og Capellu. Hesi skipini høvdu sama slag av motori, 40 HK Super Skandia. Hetta sama árið hevði Theodor verið við Capellu inni á Skála, har hon fekk motor ísettan. Theodor var fittur í hondunum og hjálpti til at innstilla motorin.
Tá fekk hann tilboð frá Absalon Jacobsen um at sleppa í smiðjulæru á Skála Skipasmiðju, sum Absalon var stjóri á. Theodor skuldi byrja, tá ið hann kom aftur um heystið. Tá hendi tað, at pápi hansara doyr umborð, hann lá deyður í koyggjuni. Tá vóru fleiri av systkjunum framvegis smá, so nú mátti Theodor taka ábyrgdina av húsinum. Tí bar ikki til at taka við læruplássinum.
Ísaði við mold og grasi
Seinasta slupp, sum Theodor var við, var Capella. Í 1936 gavst Theodor við skipslívinum. Tá fekk hann sær bátin Gáshólmur og fór at royna eftir kalva.
– Tað var so nógvur kalvi har á leiðini, at Theodor helt, at hetta skuldi roynast. Men tað var kortini rættuliga trupult. Eitt var, at greiðirnar vóru ringar. Tí var neyðugt at vera varin, tá ið sett varð. Tað var eisini trupult at fáa gott agn.
Kalvin skuldu sendast feskur til Danmarkar. Tí mátti hann sjálvur sigla kalvan til Havnar, har Gynnu Jóannes skipaði fyri at avskipingini. Tað ringasta var, at tað var so trupult at fáa ís. Eina ferð var einasta loysn ein kavafonn í Tjóðadali. Teir fara eftir kava og ísa kalvan við honum.
Seinni komu boð um, at kalvin var berur, tá ið hann kom fram. Tað einasta, sum var eftir av kavanum, var mold og gras. So hetta skuldu ikki roynast aftur!
Fyrsti bilur
Ein stuttlig søga er um fyrstu ferð Theodor sá ein bil. Øll høvdu hoyrt um bilar, men eingin visti rættuliga, hvussu ein bilur sá út. Eina ferð, teir koma heim frá skipi, síggja teir eitt merkiligt “vesin”, sum fer eftir vegnum. Tað fyrsta, sum kom til hugs, var, um hetta kundi vera ein hestavognur, men teir sóu skjótt, at tað var tað so ikki. Tá var hetta fyrsti bilur, sum kom til Sørvágs!
Theodor seldi Gáshólm um 1940, og fær sær ein lítlan bát aftur, sum hann rør út við. Hann arbeiddi eisini hjá bretska hervaldinum, sum hann letur væl at. Theodor fekst eisini aftaná kríggið við at stoypa hús fyri fólk. Hann fekk sær blandimaskinu og formar til hetta endamál.
Giftist og fær handil
Í 1940 giftist Theodor við teirri 5 ár yngri Nenceu, sum eisini var úr Sørvági. Tey fingu 10 børn, fimm av hvørjum slag.
Í 1955 fór Theodor at handla. Hann fór at tosa við Poul Hansen og fekk vøru fyri kr. 2.300. Væl gekk, og í 1968 bygdi Theodor sær ein nýggjan handil á Gomlu Rætt. Ein slík er eisini í Sørvági.
Theodor fór eisini at selja mjólk. Fyrst var tað í fløskum. Men hetta gav so nógv arbeiði at reinsa fløskurnar, at skjótt varð farið at selja mjólkina í spannum. Mjólkin kom fyrst og fremst úr Bø, har tað eru fleiri bøndur. Mjólkin var so koyrd til Sørvágs. Men tað var ikki altíð, at tað var koyrandi til Bíggjar fyri kava. Tá var ikki kavarudding sum í dag, so teir máttu sjálvir rudda kavan av vegnum. Var ov nógvur kavi varð farið við báti eftir mjólkini.
Theodor seldi eisini gass fyri Gass Martin í Havn. Theodor gavst at handla umleið 1975.
Virkin missiónsmaður
Theodor hevur verið virkin missi-ónsmaður alla sín tíð, og tað vóru foreldrini eisini. Men tað kann vera áhugavert at nevna, at abbi hansara Thomas Djonesen (1857-1926), vanliga kallaður Djóna Tummas var tann fyrsti í Sørvági sum var umvendur gjøgnum gamla Sloan um aldamótið. Hann fór at halda møtir í skúlanum, men tá ið fólk skiltu, at hetta varð ein nýggj læra, varð skúlin stongdur.
Í 1910 fór hann saman við einum soni og einum øðrum unglingi úr Sørvági við ferðamannaskipi til Íslands, harætlanin var at rógva út.
Vegna veður vórðu teir settir av í Raufarhøfn norðanfyri Langanes í staðin fyri sum ætlað á Heiði norðantil á Langanesi. Tey trý máttu so við øllum viðførinum í einum tríbekki sigla við seglum til Heiðar. Hendan ferðin tók 9 tímar, og teinurin var 30 fjórðingar. Báturin var ikki meira enn framkomin, tá brast á við illveðri.
Abbin hevur eisini verið ein brandur!
Synd at koyra bil sunnudag!
Fólk hildu fast um tað at halda sunnudagin heilagan. Tá ið missiónsvikur vóru, og tey vóru koyrd í lastbili var prátað um, hvørt tað ikki mundi vera synd at koyra bil sunnudag. Førarin á bilinum mátti jú arbeiða heilagt!
Theodor hevur luttikið í missiónsarbeiði bæði við at hava eitt orð og tímiliga. Hann var við til at byggja missiónshúsið í Sørvági.
Hann hevur eisini havt gott samband við Kirkjuliga Missiónsfelagið og kennir væl Elsu Jacobsen, kend sum trúboðari í Etiopia. Eisini hjálpti hann í síni tíð til at byggja Missiónshúsið við Landavegin.
Virkin í nærum 100 ár
Alt í alt heldur Theodor, at alt hevur lagað seg væl hjá honum. Heilsan hevur verið hampiliga góð. Hann heldur, at tað er gott ikki at hava nógvar kreftir, tí so ovtekur ein seg ikki!
Hann tók koyrikort sum gott 50 ára gamal og koyrdi, til hann var 87 ár. Framvegis fylgir hann sera væl í tí, sum hendir í samfelagnum. Áhugin fyri fiskiskap er framvegis stórur.
Tað var stuttligt og lívsjáttandi at hitta Theodor eins og tað var at sígga hann í sjónvarpinum.
Ynskt verður honum hjartaliga tillukku á hesum ótrúliga stóra degnum.
------
Komandi partur:
Komandi partur verður framhald av frásøgnini hjá Alfred Haraldsen úr Elduvík.