hepnast so mikið væl, at ætlanin er nú at byggja alistøðina munandi út. Fyribils hava teir gjørt royndir við at ala tosk í tveimum tangum, sum eru 15 metrar í tvørmát. Men nú er ætlanin at seta seks tangar [...] Hvalba, sigur við Sosialin í dag, at tá ið útbyggingin er liðug, verður alingin so mikið umfatandi, at teir verða førir fyri at taka 1500 tons av toski um árið. Hetta fer at gera støðina í Hvalba til ein av [...] hava brúk fyri og, hvussu nógv útbyggingin fer at kosta, hevur hann ikki hug at siga nakað um enn. Ætlanin er at fáa fíggingina í rættlag í heyst, so at farast kann undir sjálva byggingina tíðliga næsta
á toski fer at hækka aftur longu í heyst. Hann sigur eisini, at royndirnar higartil hava víst, at tað ber til at halda framleiðslukostnaðin niðri á einum støði, sum ger, at tað loysir seg at ala toskin [...] landi, eru tað møguleikar fyri at ala fleiri túsund tons. Hann sigur, at hitin í sjónum er akkurát passaligur at ala tosk í. Og so hava vit tann fyrimun í Føroyum, at hitin er at kalla tann sami summar og vetur [...] á landi. - Royndirnar vísa, at vit klára at ala ein tosk fyri sama prís, sum tað kostar at ala ein laks. - So klára vit at selja toskin fyri 30 krónur kilo, fer raksturin at bera seg og tað eru øll útlit
mars mánað í ár. Tað var tá hann tók avgerð um at gevast við at arbeiða sum snikkari, og í staðin nýta alla sína tíð til at tekna. - Men so var eg so óheppin, at eg datt og økslin fór úr lið. Tá fekk eg so [...] tað upp til lesaran at avgera hvussu søgan skal vera um Mosamollis. Í heyst hevði Janus á Húsagarði framsýning við fittu tekningum úr bókini, og tá seldi hann øll verkini. Ætlanin er at geva eina bók út afturat [...] skapi og stødd, og millum steinarnar sita trøll og lúra, sum ein sær, tá ein hyggur nærri. - Eg vóni at fólk fara avstað aftur við einum smíli, tá tey hava verið og framsýningini, sigur Janus á Húsagarði
rin áður hevur sagt, at nú gjørdi kommunan ikki meiri við málið at vetrarfriða Nólsoyar bygd, so metti hann, at undirskriftirnar bendu á, at enn ein roynd eigur at verða gjørd at finna eina loysn á málinum [...] spurningurin um at vetrarfriða bygdina. Tað kom fram á fundinum, at drúgvar samráðingar hava verið millum hagapartin, sum eigur vetrarbitið, og kommununa, og leingi sá út til, at tað skuldi eydnast at finna eina [...] fundinum, greiddi frá, at krøvini frá hagapartinum, Heimarahelvt, gjørdust so stór, at kommunan kundi ikki ganga teimum á møti. Serligi trupulleikin við at hegna Nólsoyar bygd inni er, at tað finst eitt rættiliga
Keypmannahavn í 1895. Eftir at hava starvast fyrst í Hallund, seinni í Sæby, varð hann 21. desember 1898 settur fylkislækni í Klaksvík. Hanus Kamban skrivar, at Sophus tyktist at hava verið sera óheppin í [...] fekk hann at vita, at í dag bleiv eingin døgurði. Hann bað nú arbeiðskonuna seta eplir útá og fór út í hjallin eftir kjøti. Tá hann kom inn aftur, vóru eingi epli sett útá. Aftur fekk hann at vita, helst [...] konuni, at í dag bleiv eingin døgurði. Hann tók so tvær fløskur. Í aðrari var vín, í hinari eitur. Sophus skonkti uppí tvey gløs, og segði so við konuna, at nú kundi hon velja. Ynskti hon, at tey skuldu
sum bendi á, at hann kendi á sær, at hann ikki fór at koma heim aftur. Hann hevði tendens til at “síggja.” Hann hevði sæð fyri sær ein bát úr Vestmanna koppa og hann sá, at menninir royndu at koma uppá kjøl [...] kom eisini at sigla leingi. Hann var millum annað við Kúrberg hjá Johan í Hoyvík. Annað lønandi var, at fólk tóku saltfisk úr Havn at turka fyri eina fasta samsýning. Herborg minnist eisini, at mamman plagdi [...] tríggir handlar í Mykinesi. Tað var ofta, at tað ikki var komandi í oynna. Teir syrgdu tí altíð fyri at keypa nógv niðurfyri uppundir veturin, so tað var sjáldan, at tað var nakar serligur vørumangul í Mykinesi
eru líkatil at fara í holt við. Myndir og tekningar leggja lag á og eingin orsøk tykist longur at vera fyri ”ikki at duga at gera mat”. Tað kunna øll læra! ”Jamie Oliver – Alle kan lære at lave mad”, Jamie [...] øllum at døma er episentrið fyri junkfood í Onglandi. Bókin viðger tað gongd, sum íbúgvarnar í Rotherham fóru ígjøgnum, tá ið Jamie skuldi læra teimum at gera veruligan mat frá grundini heldur enn at seta
Í kvøld fer Sic at framføra lagið til biltúrin hjá Landsverkfrøðinginum, sum var tikin upp í 1977 Tað verður á midnátt í kvøld, at tungmálmsbólkurin SIC fer at framføra eitt tónleikaverk, sum 100 ára haldið [...] Restrained?. Við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu segði Eddið Jacobsen vegna SIC: - Eg má viðganga, at hetta er tað feitasta, mest intensa og SIC-asta lagið vit hava gjørt. Tit vildu hava tað vilt, og tað
við at blíva ótolin eftir at sleppa undir ætlanina at byggja illa umstrídda ellis- og røktarheimið í Vági. Hetta hevur verið eitt drúgvt mál, tí tað eru fýra ár síðani, at ætlanin varð fostrað, at flyta [...] Tað skilst, at tað er um tað lagið, at tær eisini fara at samtykkja ætlanina. Rentufrítt Talan er um eitt heilt serligt lán, sum Løgtingið hevur samtykt at veita kommununum. Tað merkir, at lánið er rentufrítt [...] til Hovs og at byggja ellis- og røktarheim í Vági ístaðin. Men nú er bíðitíðin av, tí á fundi í Vági mikukvøldið, ruddaði býráðið seinastu forðingina burtur fyri at fara undir arbeiðið at byggja heimið
øgiliga langt úti, at fólk verða noydd at rinda fyri parkering í Miðbýnum. - Eg haldi tað er øgiliga langt úti, tað eru longu heilt fá parkeringsplássi frammanundan, og tí átti kommunan heldur at útvegað fleiri [...] Thomsen. Hann heldur tað eisini vera skeivt at hava ein bilfrían miðbý. - Eg arbeiði sjálvur í miðbýnum, og fólk hava tørv á at koma við bilinum í miðbýin. Og at seta bilin í Gundadali hoyrir einari farnari [...] hann Tey plaga at herma eftir útlendingum Kristian R. Petersen av Stykkinum setti bilin á Skálatrøð í morgun, og hann visti av ongum. - Skulu tey seta parkometur upp, spyr hann, tá hann fær at vita um ætlanirnar