Fólkið noktar at rinda

Sosialurin tosaði við nøkur fólk, sum høvdu sett bilin á Skálatrøð í morgun, og næstan øll vóru ímóti at rinda fyri at parkera. Høvuðsargumentið var, at Skálatrøð er eitt av fáu støðunum, har tú fært sett bilin í óavmarkaða tíð, umframt, at mann ikki hevur tíð at ganga til ymisku støðini í býnum

Fólk hava tørv á bilinum

Hans G. Thomsen, sum arbeiðir í handilsvinnuni í miðbýnum, heldur tað vera øgiliga langt úti, at fólk verða noydd at rinda fyri parkering í Miðbýnum.

- Eg haldi tað er øgiliga langt úti, tað eru longu heilt fá parkeringsplássi frammanundan, og tí átti kommunan heldur at útvegað fleiri parkeringspláss, og tørvurin hevur ongantíð verið so stórur, sigur Hans G.Thomsen.

Hann heldur tað eisini vera skeivt at hava ein bilfrían miðbý.

- Eg arbeiði sjálvur í miðbýnum, og fólk hava tørv á at koma við bilinum í miðbýin. Og at seta bilin í Gundadali hoyrir einari farnari tíð til, tí fólk hava ikki tíð til tað, sigur hann


Tey plaga at herma eftir útlendingum

Kristian R. Petersen av Stykkinum setti bilin á Skálatrøð í morgun, og hann visti av ongum.

- Skulu tey seta parkometur upp, spyr hann, tá hann fær at vita um ætlanirnar.

- Tey plaga eisini at herma eftir útlendingum, bæði til gott og ilt, men hetta er einasta staðið vit hava at seta bilin, har hann stendur ekkaleysur, sigur hann.

Spurdur um hann ikki kundi gingið í góða veðrinum í dag, er hann avgjørdur.

- Eg búgvi á stykkinum, so tað hevði verið nakað langt, staðfestir hann.