7. partur
Við Neptun doyðu átta menn úr Mykinesi umframt ein vestmenningur, sum var ættaður úr bygdini. Tá ið hugsað verður um, hvussu lítil og avbyrgd henda bygdin var, var hetta ein serliga stórur smeitur fyri alt bygdasamfelagið.
Vit hava hitt Margreth Hvidtfeldt í Havn, sum er ættað úr Mykinesi. Hon er fødd í 1920, og hevur tí verið 13-14 ár, tá ið Neptun gekk burtur. Hon minnist hetta væl og dugur væl at greiða frá. Hon hevur greitt frá umstøðunum hesa tíðina og annars um lívið í Mykinesi, tá ið hon var ung.
Hóast Mykines var lítil bygd tá, var hon kortini stór í mun til í dag. Tá búðu um 150 fólk í bygdini, har tað vóru eini 30 hús. Stórt sæð allir menn í arbeiðsførum aldri vóru fiskimenn, so her hevur verið tómligt á sumri.
Høvdu handil og post
Foreldrini hjá Margreth vóru Anna Elisabeth, kallað Betta, og Jákup í Løðu.
Pápin hevði post og handil. Margret fór ung at arbeiða í handlinum. Her keyptu tey eisini fjøður, sum so varð seld av oynni. Pápin tók eisini eitt skifti móti fiski, men tað var mest, áðrenn Margreth minnist.
Tað var so tungt at fáa vøruna niðan á bakkan, so pápin bygdi eitt pakkhús niðri í fjøruni, so hann kundi fara eftir vøruni, so hvørt brúk var fyri henni. Fiskurin var í síni tíð arbeiddur uppi á bakkanum.
Tað vóru upp til tríggir handlar í Mykinesi. Tað var ofta, at tað ikki var komandi í oynna. Teir syrgdu tí altíð fyri at keypa nógv niðurfyri uppundir veturin, so tað var sjáldan, at tað var nakar serligur vørumangul í Mykinesi.
Tað vóru ikki nógvir pengar millum fólk. Fólk skrivaðu vørurnar, og goldið varð, tá ið avrokningin hjá fiskimonnum kom tvær ferðir árliga.
Fleyging var nógv gjørt av, og tey máttu hava fólk at hjálpa til at royta fuglin. Lønin fyri hetta mundi vera nakrir lundar.
Tey høvdu 2-3 neyt. Av avlopsmjólkini gjørdu tey ost. Tað var eisini nógvur mjólkamatur etin. Kálvarnir vórðu fitaðir til oksar, og tað var ein stórhending, tá ið Smiril kom eftir teimum. Teir fingu sela um seg og vórðu koyrdir á sjógv og síðan hivaðir umborð á Smiril. Mykinesoksar vóru tiltiknir, og teir vórðu sendir til teir stóru handlarnar í Havn sum Smæruna og Karl F. Hetta var eisini høgtíðsdagur í Havn og nógv fólk kom oman á kajuna, tá ið oksarnir komu úr Mykinesi.
Í Mykinesi var eisini neyðugt at fáa mest møguligt burtur úr tí tilfeingi sum var. Tað plagdi at verða sagt, at av seyði varð alt brúkt uttan gallið.
Tað fekst ikki nógvur fiskamatur í Mykinesi. Seiður, sum var vanligasti fiskamatur aðra staðni, fekst ikki í Mykinesi. Men her var afturfyri fuglur. Á sumri var jú fult av fugli ymiskum sløgum, men um veturin var tað havhesturin, sum nógv var til av. Úr havhesti vóru gjørdar frikadellur og eisini forlorin hara.
Poul lærdi børnini
at svimja
Tað vóru um 40 børn í skúlanum hesa tíðina. Beiggin Leivur, sum var fýra ár eldri enn Margreth, fór eitt ár ov tíðliga í skúla, so barnatalið kundi koma upp á 40, sum kravdist, um lærarin skuldu fáa løn sum fyrstilærari.
Lærarin var Poul E. Petersen, sum var kendur fyri síni avrik innan ítrótt bæði tá og seinni sum almennur ítróttarráðgevi.
Hann fekk gjørt svimjihyl í bygdini, tískil komu børnini eisini at læra at svimja. Men skil skuldu vera í! Hylurin var býttur í eina deild fyri gentur og eina fyri dreingir. Tað vóru tveir flokkar, og tey gingu í skúla hvønn dag.
Poul og konan gjørdi annars nógv fyri at savna fólkið í bygdini. Hann skipaði millum annað fyri kvøldskúla um veturin. Kona hansara, Elinborg, ættað úr Horni í Havn, skipaði saman við Marin, gift við Jens Paula vitapassaran, fyri kvøldskúla í matgerð.
At ferðast var ikki bert sum at siga tað
Tað er kent, at ferðasambandið var ringt. Postbátur kom tvær ferðir um vikuna, tað vil siga um líkindi vóru. Men tað kundi vera vikur og mánaðir, serliga á vetri, at einki samband var.
Hesar umstøður kundu tarna fiskimonnum at sleppa avstað og at sleppa heim millum túrar. Tó kundi onkuntíð komast á land ymsa aðra staðni á oynni, sum ættin var til. Til dømis kundi rutubáturin liggja út fyri einum laðbergi norðantil á oynni. Haðani bar til at stjóra førningin upp um upsina við línum og síðan reiða ella bera hann til húsa. Men hetta var sera strævið, og tað kundi eisini vera langt at ganga.
Fyrstu tíðina Margreth minnist bar ikki til hjá postbátinum at leggja at. Tá mátti fólk og førningur rógvast í land við einum 6-mannafari. Men seinni kom ein kaistubbi.
Kona Poul, Elinborg, segði onkuntíð, at tað kendist sum ein høgtíðsdagur, tá posturin kom eftir ikki at hava verið í langa tíð. Hóast bløðini tá vóru gomul, so vóru tey kortini kærkomin lesnaður.
Hesi ringu líkindini at lenda kom ofta illa við hjá útróðrarmonnum. Slapst ikki at í Mykinesi vóru einastu ráðini at fara inn til Sørvágs. Tí gjørdist útróður eisini sera avmarkaður í Mykinesi.
Tað var gott samanhald í bygdini og fólk hjálpti hvørjum øðrum. Eina ferð árliga var neytakonuball, og tá var øll bygdin við. Tey hjá Margreth høvdu eisini neytakonu, sum gekk til neyta fyri tey og fyri fleiri onnur hús eisini. Hon hevði eitt biði í hvørjari hond og eitt á bakinum. Margreth undraðist sum lítil yvir, hvussu neytakonan kundi halda skil á, hvussu nógva mjólk hvørt húski átti. Jú, hon setti eitt merki inni í biðinum, so tað var eingin trupulleiki.
Margreth minnist eisini kirkjugongdina, hvussu kalt tað kundi vera. Men prest sóu tey ikki nógv til. Hann kundi koma, áðrenn skipsmennirnir fóru avstað, og tá teir komu aftur. Hann kom kanska eisini einaferð á sumri. Tá prestur kom hevði hann nóg mikið at gera við at doypa børn og at kasta jørð á hjá teimum, sum vóru jarðað síðan seinast. Allar aðrar sunnudagar las deknur, sum var Ábraham Abrahamsen.
Torv
Tað var nógv torv. Torvið mitt í haganum var høgligt men ikki so gott. Tað fanst gott torv, men tað var meira óhøgligt og longri var at ganga. Men tey skóru bæði sløgini av torvi, og høvdu tá tað góða torvið, tá tað var nakað serligt, sum tá ið tað skuldi bakast.
Tað var so hugnaligt at vera burtur í torvi, ikki minst at síggja teir nógvu eldarnar fólk kyndu at matgera. Tá kundi eisini gangast ímillum at fáa eitt prát.
Fyrst Margreth minnist var bakað í bakaraovninum í komfýrinum. Seinni fingust serskildir bakaraovnar til primus. Hetta var eitt framstig, men primussarnir sjóðaðu illa.
Tað var nokkso ofta, at tað var farið út í Hólman at vitja fólkið har. Men á páskum var eitt serligt ritual. Tá fóru tey út á Rógv at rulla egg. Síðan var farið í Hólmin, og hetta var ein ordiligur festdagur. Tey vóru boðin inn til vitameistarin og fingu alt gott.
Seinni, tá ið Margreth var 17-18 ára gomul var hon í eitt heilt summar á hólminum, har hon hjálpti til.
Í Mykinesi var jarðarmóður
Í Mykinesi var jarðarmóðir. Hon hevði fitt at gera við øllum børnunum, sum vórðu fødd. Tað gjørdi ikki arbeiðið minni, at konurnar máttu liggja í seingini í 14 dagar eftir at hava átt.
Tað var ikki nógvur beinleiðis skattur í eini slíkari bygd, men hinvegin var pliktarbeiði, um okkurt skuldi gerast sum vegarbeiði og tílíkt. Ásett varð eitt tímatal at arbeiða hjá hvørjum manni uttan løn.
Teir úr Mykinesi sum fórust við Neptun
Menninir fara sum vanligt avstað við Neptun várið 1934. Teir fara átta mans avstað við rutubátinum. Øll bygdin fylgir teimum oman á støðna. Bert tvey ár frammanundan vóru tvær sluppir, Laura og Immanuel, gingnar burtur við 38 monnum. Hetta vísti, hvussu vandafult tað kundi vera. Óvissan um at fáa heim aftur setti altíð sín dám á fráferðina.
Teir, sum fóru avstað úr Mykinesi hendan dagin at fara við Neptun, vóru:
Johan, beiggi Margreth. Hann var føddur í 1913 og tískil 21 ár. Hann hevði sum aðrir menn í Mykinesi verið við skipinum í fleiri ár. Johan var ein ógvuliga fittur drongur. Tað var okkurt sum bendi á, at hann kendi á sær, at hann ikki fór at koma heim aftur.
Hann hevði tendens til at “síggja.” Hann hevði sæð fyri sær ein bát úr Vestmanna koppa og hann sá, at menninir royndu at koma uppá kjøl. Tað var sum hann fekk ikki frið fyri monnunum. Men hann segði tað ikki við mammuna í fyrsta umfari.
Niklas Mikal Joen-Mikkelsen á Lækjuni, sum var bestimaður. Hann var ógiftur.
Zahle Johannes M. Joensen, 15 ára gamal, og pápi hansara Jens Andreas Joensen, kallaður Jesar.
Julius Joensen, hann var giftur og átti fleiri børn.
Hilmar Danielsen, hjá Súsonnu, 18 ára gamal, var systkinabarn Margreth.
Oliver Weihe og Jákup Pauli vuksu upp saman á Tuvali. Teir vóru um 20 árs aldur.
Teir vóru fimm, sum fórust á Túvalsgarðinum, sum er ein av býlingunum í Mykinesi.
Umframt teir var tað Jákup Jacobsen, sum var giftur til Vestmanna, og sum doyði frá konu og lítlari dóttir.
Hvønn dag niðan á Eggjar at hyggja eftir Neptun
Tað var tað sama her sum aðra staðni. Skipið var væntað heim til eina ávísa tíð. Tá tað ikki kom, var at bíða og bíða. Javnan var farið niðan á Eggjar, at vita um tað sást nakað skip. Haðani sóust tey skipini, sum fóru inn á Vestmanna. Hagar komu eisini nógv skip, men eingin Neptun.
Serliga minnist Margreth tann 14 ára gamla Åge, sum var yngsti sonur Jesar og beiggi Zahle, sum báðir vóru við. Hann fór hvønn einasta dag niðan á Eggjar at hyggja, inntil avgjørt eingin vón var eftir. Margreth minnist, hvussu synd tað var í honum.
Einasta telefonsamband var út á Hólmin. Har høvdu tey radiosamband við meginlandið. Tað var tí ikki lætt at frætta nakað.
Um hesa tíðina skuldi Åge konfirmerast. Tað var ikki lætt at blíva konfirmeraður við teirri óvissu sum var, men konfirmeraður varð hann kortini. Margreth sjálv varð konfirmerað um heystið. Hon var tað yngri.
Tað merktist sjálvsagt í bygdini, at so nógvir mans vóru falnir frá. Tey nærmastu tóku tað ógvuliga tungt, og tað gjørdi alt bygdarfólkið eisini. Men lívið mátti halda áfram. Teir eldru menninir máttu taka við arbeiðinum í bygdini. Tað sama máttu konurnar og børnini.
Annars var tað vanligt í Mykinesi at dansa, eftir at menninir vóru komnir heim, men í 1934 hevur so ikki verið nakar dansur.
Minnisvarðin í Mykinesi kom í 1939. Hann sigur eisini nakað um tað mannfall, sum hevur verið í Mykinesi. Her vóru ikki færri enn 22 nøvn, fleiri eru farnir síðani. Størsta vanlukkan var annars í 1895, tá ið Skemmubáturin fórst við seks monnum.
Mikines var
gubbi Margreth
Margreth minnist væl málaran Sámal Joensen Mikines. Foreldrini hjá honum vóru Anna Katrina og Johannes Frederik Joensen, Jóhannes hjá Sámali kallaður. Sámal var sum nýkonfirmeraður gubbi Margreth. Tey vóru eisini systkinabørn.
Pápi Mikines var ein framburðsmaður. Hann fekk sær til dømis útgerð til niðursjóðing av lunda og lambskjøt. Hesin matur var sera væl umtóktur av bygdarfólkinum, og onkrar dósir mundi eisini fara av oynni.
Tað var jú serliga Sámal, sum dugdi at lýsa sorgina og stemningin í bygdini hesa tíðina. Sum so nógv onnur samtíðarfólk kendi hann eisini til at missa.
Ein beiggi og ein systir doyðu av tuberklum í Keypmannahavn i 1930. Mikines var staddur niðri tá og skuldi skipa fyri at fáa líkini til Føroyar og út í Mykines.
Í 1934 doyggja so fleiri skyldmenn og vinmenn við Neptun. Seinni sama ár andaðist pápin knappliga, meðan hann var til kanningar á Dr. Alexandrines Hospitali í Havn. Nú skuldi hann aftur skipa fyri at fáa líkið út til Mykinesar. Um hesa tíðina doyðu eisini fleiri i bygdini av tuberklum. Hetta gjørdi sjálvsagt eisini tíðina enn syrgiligari.
Ein onnur systir Mikines doyði í 1945 eisini av tuberklum. Hann kom tískil at missa trý systkin av hesi sótt.
Við tí ferðasambandi sum var, var tað var ofta nógv stríð at fáa kisturnar við teimum deyðu út í oynna at verða jarðað.
Pápi Margreth lá eina ferð sera sjúkur á landssjúkrahúsinum. Tá legði hann teimum eina við, at doyði hann, skuldu tey lata hann jarða í Havn. Hann vildi ikki útseta bygdarfólkið fyri hetta stríðið, sum hann kendi so væl, at fáa lík út Mykines. Hann kom kortini fyri seg ta ferðina.
Tað hendi eisini javnan, at menn duttu oman. Hetta kom alt sum rímiligt er at ávirka listina hjá Mikines. Hildið verður, at málningurin Sakn, sum er eitt høvuðsverk hjá Mikines, er málaður beint eftir vanlukkuna við Neptun.
Í 1933 hendi eisini ein vanlukka. Tveir menn fóru ein sólskinsdag eftir einum reka. Báturin holvdist og bert annar maðurin kom aftur á livi.
Alt hetta setti djúp spor, tá ið tosað var um tað.
Madam Ellingsgaard
Margreth er kend í Havn sum tann, ið seinnu árini stóð fyri matstovunu hjá Madam Ellingsgaard, sum var ommusystir Margreth.
Madam Ellingsgaard, Elin Sofía, (1858 - 1943) kom til Havnar at búgva í 1896 og læt upp pensionat og matstovu nøkur ár seinni. Hon hevði matstovu til 1942. Matstovan læt nú aftur fyribils. Súsanna Maria, dóttir hennara kom heim úr útlondum í 1932 og fór undir at gera húsini størri. Hon yvirtók matstovuna í 1947, og tá kom Margreth at arbeiða hjá henni.
Tá ið Súsanna Maria doyði í 1960 tók Margreth yvir, og helt áfram til 1990. Matstovan lá væl fyri beint við Klubban, so higar komu umframt mong onnur eisini løgtingsmenn og embætismenn. Tað kundu vera upp til 70, sum ótu døgurða. Til hjálpar hevði hon tríggjar gentur.
At byrja við var kolfýring, og tað lætti væl um, tá ið tey fingu el.
Margreth fekk sonin Sverra í 1944. Sverri er giftur við Vemu f. Jacobsen, dóttir Fridu og Emil B. Jacobsen, Emil hjá Gøtu-Jákup. Jákup var sonur Emilju, ættað úr Barbustovu í Syðrugøtu og Petur Paula í Tjørnustovu í Norðragøtu.
Tey eiga 2 børn, Súna og Eyðgerð. Systkini hjá Margreth vóru um fram Johan, Eli, Jógvan (Fjørdal) og Leivur.
Eli var í 1934 við Loytnantinum. Hann plagdi annars ikki at vera nógv burtur. Hann var vanliga heima at hjálpa til í húsinum. Eli, sum tók við postinum eftir pápanum, datt oman í Mykinesi 1963, 54 ára gamal. Hann var giftur og átti fleiri børn.
Leivur fór til skips, hann fór seinni út at sigla. Hann giftist í Japan og doyði har.
Jógvan starvaðist í nógv ár í Tinganesi
Vit takka Margreth fyri hennara frásøgn, sum er eitt óført íkast bæði at lýsa lívið í eini slíkari bygd og at lýsa, hvussu umstøðurnar við eini slíkari vanlukku vóru.
------------------
Seinasta missiónsmøti hjá teimum
á Nólsoynni
Bjarni Skaalum úr Vági hevur greitt frá eini frásøgn, Jóhannes Bæk, trúboðari, fyri nøkrum árum síðan fortaldi
Tað í 1933 uppi í Føroyingahavnini. Har vóru komnir saman einir 2-300 fiskimenn uppi í eini brekku. Tað var so hildið møti, har Jóhannes Bæk og onkur annar hevði orðið og vitnaðu um Harran Jesus. Síðan var orðið frítt.
Tá vóru tað tríggir úr miðjari mannfjøldini, sum eisini stigu fram og vitnaðu. Tað bleiv ein ógloymandi løta at uppliva ta stóru gleði, sum hesir ókendu fremmandu vitnaðu um fyri landsmonnum og lagsbrøðrum sínum.
Árið eftir, 1934, var Jóhannes Bæk bestimaður við sluppini “Heimdal” úr Vági á Suðurlandinum. So var tað ein sunnudag seinast í apríl mánaði, at manningin á “Heimdal” fegin vildi hitta lagsbrøður av øðrum skipum.
Hetta tosaðu menn um, og mín sann visti tá so væl við, at Johannes Bæk hoyrdi málið í “Pollinum” – Poul Johannes Beder, skipara á sluppini “Harry”, eisini úr Vági, í radiotelefonini. Menn umborð á “Heimdal” eygleiddu teir á “Harry”, sum hevði dúgvuflaggið uppi í mesanmastrini. Pollurin bjóðaði teimum av Heimdal umborð til møti. Martin á Økrum, skipari á “Heimdal”, var fúsur beinanvegin, um bert 4-5 mans blivu eftir á skipinum. Jóhannes Bæk vildi við gleði syrgja fyri at seta skipsbátin út. Og so var farið. Skipsmenninir á “Heimdal” vóru, sum vera man, væl fagnaðir umborð á “Harry”, og møtið skuldi til at byrja.
Men beint áðrenn bleiv rópt niður í lugarið, at eitt skip kom siglandi og hevði lagt til at seta bátin út. Tað bleiv støðgað við møtinum, og umborð á “Harry” komu 14 mans av áðurnevndu slupp, sum vísti seg at vera “Nólsoyggin”. Eisini hon hevði bróðurkredsflaggið uppi. Tá ið møtið so umsíðir byrjaði, mundu teir vera 50-60 mans umborð á “Harry”. Har var bønarhald hildið, vitnisburðir um Jesus vóru bornir fram og sjálvsagt eisini sálmar sungnir. Ein av teimum var nr. 585 úr tí gomlu Indre Missions sangbog: “O, jeg ved et land, hvor Herren Gud har beredt et hjem for sine kære.”
Millum fólkið á “Nólsoynni” kendi Jóhannes Bæk teir tríggjar menninar aftur frá árinum fyri uppi í Føroyingahavnini.
Umframt alla ta andaligu føðina var teimum sýndur allur blíðskapur umborð á “Harry” henda frálíka dagin. Men hetta var kanska seinastu ferð, at teir á “Nólsoynni” vóru á tílíkum kristiligum fundi.
Sunnudagin eftir samkomuna umborð á “Harry” sigldi "Heimdal" vestur av Selvogsbankanum og ætlaði vestur í Meðallandsbuktina at royna. Jóhannes Bæk hevði vaktina. Tá teir koma vestur móti Grindavíkini, lógu “Nólsoyggin” og “Neptun” still innanfyri – hetta var jú sunnudagur.
Heimdal kom í øllum góðum á fiskileið í Meðallandsbuktini. Men nakað aftaná middag mánadag brast hann á við harðasta stormi og ringasta veðri, sum vardi nakað út á náttina. Teir klosrepaðu seglini, men hóast tað hevði “Heimdal” tað ringt. Í tí ódnarveðrinum heldur Jóhannes Bæk, at tær báðar “Nólsoyggin” og “Neptun” munnu vera farna, tí einki sást til tey bæði skipini aftaná, at illveðrið hasaði av.
--------------------
Jógvan Nybo:
Fór av eini tilvild við Nólsoy lagnutúrin
Ein av teimum sum fórst við Nólsoy var Jógvan Nybo av Hvítanesi. Sum hjá teimum flestu kann sigast, at hóast hann fekk felags lagnu við allar hinar umborð, so hevði hann eins og hinir sína serliga søgu. Tað serliga við honum var, at hann skuldi als ikki við
Vit hava hitt dóttir Jógvan, Herborg. Hon hevur búð sítt vaksna lív í Kaldbak, hagar hon giftist við Svenning Danielsen.
Jógvan (Joen Reinhold) á Hvítanesi var føddur 12. Januar 1886, sonur Hans Nybo og Henriettu f. Poulsen, dóttir Skora Poul.
Hann kom at balast nógv á sjónum.
Jógvan fór fyrstu ferð til skips í 1901 við Lalla Rookh. Av øðrum skipum hann var við kann nevnast, at hann í 1906 var Jógvan við Livingstone í Havn við bróðrinum Poul. Í 1911 var hann við Brestir við Poul Juel í Áarstovu í Havn.
Árini 1916-1920 var hann bestimaður hjá Poul Juel í Áarstovu við Pilot hjá Sámal P. Petersen í Fuglafirði.
Jógvan kom eisini at sigla sum skipari, hóast hann hevði ikki skiparaprógv og noyddist tí at hava flaggskipara.
Í 1921 var hann fiskiskipari við Atlantic við bróðrinum Poul Nybo sum flaggskipara. Hann førdi Atlantic fram til 1924 og Galway í 1925.
Í 1928 til og við 1933 var hann bestimaður við C.M. Slater. Hann var eisini við í 1930, tá tað óhugnaliga hendi, at ein maður kom fastur í motorin og doyði, sum greitt varð frá í røðini um Dánjal á Hvítanesi.
Ætlaði sær at
vera heima
Í hesi røð varð eisini sagt, at Jógvan og Dánjal høvdu havt nógv saman. Teir vóru systkinabørn, teir vóru javnaldrar og vóru farnir til skips í senn við sama skipi. Teir høvdu verið nógv saman á skipsdekki við ymiskum skipum.
So er tað, at Jógvan í 1934 fer umborð á Nólsoynna. At teir gingu burtur rakti Dánjal og familjuna meint, tí við Nólsoynni var eisini systirsonur hansara í Hósvík, og systirin har, Jensina, misti fleiri svágrar og næstrafólk. Ein svágur var skiparin Hans David. Jensins tók hetta so tungt, at hon legðist í songina eitt skifti. Hon hevði frammanundan mist beiggja á sjónum. Hesi vóru øll næstrafólk hjá Jógvani eisini.
Dánjal mintist Jógvan sum ein sera gudrøknan mann, sum altíð las lestur umborð.
Jógvan ætlaði vera heima í 1934 og fáast við útróður á Hvítanesi.
Beint tá Nólsoy skuldi fara avstað er ein av manningini, sum kemur at skera seg sjálvan í lærið, og hann kundi tískil ongan veg fara.
Her ráddi um at skaffa ein annan mann. Skiparin hevur kent Jógvan. Hetta er bæði av tí, at Jógvan átti nevndu næstrafólk í Hósvík, og at teir kendust frá tí andaliga arbeiðinum og eisini frá Bláa Krossi, har báðir vóru virknir.
Skiparin Hans David Hansen fer tískil niðan á Hvítanes at biðja Jógvan um kortini at koma við hendan eina túrin.
Jógvan kundi tað sama havt verið á útróðri hendan dagin og tískil ikki verið heima, men okkurt var komið í vegin, so hann settist aftur.
Jógvan hevði lítlan hug at fara avstað, nú hann hevði avgjørt at vera heima, men hann vildi ikki siga nei, tá ið “Nólsoynni” vantaði ein mann. Hann fór tískil avstað í skundi.
Skundurin var so stórur, at hansara sjómanslestrarbók lá eftir við hús. Hetta var “Sømænds Søndagsbog”, sum hevði ein lestur til hvønn sunnu- og halgidag í kirkjuárinum. Lestrarnir vóru skrivaðir av ymiskum sjómansprestum, og teir vóru serliga tillagaðir sjófólki. Tískil er hendan lestrarbókin framvegis í ættini sum eitt minni um Jógvan.
Poulina, kona Jógvan, fortaldi seinni, at Jógvan á ein ella annan hátt hevði onkra ófrættakenslu á sær. Hann vendi fleiri ferðir aftur at siga konuni farvæl.
Poulina (1886-1969) og Jógvan áttu børnini:
Herdis f. 1911, Tróndur f. 1913, Jens f. 1915, Mina f. 1917, Åge f. 1920, doyði fáar mánaðir gamal, Åge f. 1923 og Herborg f. 1926.
Bert fá ár seinni doyði Tróndur av vanlukku undir krígnum í Danmark og var hetta enn ein smeitur. Tað gekk eisini so leingi at fáa boðini, tí tað var jú einki samband millum londini. Systirin Mina, sum til Kaldbak við Hans Petur Nolsøe var niðri undir krígnum. Hon fekk ta tungu uppgávu fyrst at fáa deyðsboðini og síðan at syrgja fyri jarðarferðini.
Jens giftist til Hvannasund. Hann gjørdist stjórnarlimur í fiskimannafelagnum og doyði knappliga eftir at vera komin til Havnar á ein fund.
Tað er bert Herborg, sum livir eftir. Hon var átta ára gomul, tá ið hon misti pápan, og minnist hann tí rættuliga væl. Hon minnist, at hann plagdi altíð at lesa lestur heima við hús.
Tey máttu sjálvsagt klára seg sum øll onnur. Tað var so heppið, at tey høvdu kúgv. Hon kundi eisini geva nakað av peniningi av sær, tí avlopsmjólk kundi seljast til sanatoriið.
Dreingirnir fóru til skips. Jens tók Åge við sær, tá ið hann var nóg gamal. Hetta var eisini ein hjálp. Åge kom eisini at sigla leingi. Hann var millum annað við Kúrberg hjá Johan í Hoyvík.
Annað lønandi var, at fólk tóku saltfisk úr Havn at turka fyri eina fasta samsýning.
Herborg minnist eisini, at mamman plagdi at arbeiða fyri Mourits Mohr, bóndan í Hoyvík. Hetta hevur eisini givið nakað av sær.
Herborg mátti eisini tíðliga ger nakað til nyttu. 15 ára gomul fór hon til Kaldbak at hoyggja. Her hittir hon Svenning Danielsen, sum var ættaður úr Havn, men vaks upp hjá ommuni og abbanum í Kaldbak. Tey verða gift í 1945.
Svenning og Herborg náddu at hava diamantbrúðleyp. Tey fingu tvær døtur, sum báðar búgva í Kaldbak.
Tey høvdu neyt, og hetta gav Herborg nóg mikið at gera. Hon hevur eisini bundið nógv og selt til handlar og onnur. Longu sum sjey ára gomul bant hon eina troyggju, sum hon seldi til heimavirkið!
Poula hjá Minu minnist mammu sína greiða frá um pápan Jógvan. Mina var 16 ár í 1934. Hon tænti tá inni á Nesi. Har frættir hon heilt tilvildarliga, at Nólsoy var horvin, og var hetta sjálvsagt ein stórur kvøkkur hjá hesi ungu gentu.
Mina greiddi frá pápa sínum sum ein róligan og friðarligan mann, og hon tosaði bert gott um hann.
Hann var, sum ikki var vanligt hjá monnum tá, sera húsligur. Eini jól var Poulina innløgd á hospitalinum. Men Jógvan helt jólini einsamallur saman við børnunum, og tað riggaði heilt væl.
Hetta húski er tiskil enn eitt dømi um, at tað eydnaðist familjum at koma undan, hóast tey vórðu rakt av vanlukkum sum hesum.
---------------------
Rættingar
Í 6. parti av hesi røð vóru tvær villur. Símun hjá Óla Jákup giftist inn til mammuna á Oyrabakka. Undir myndini á triðju síðu skal standa, at tað er Sanna, kona Sámal Jákup, við nøkrum av hennara 12 børnum
-----------------------
Komandi partur
Í komandi parti fara vit at lýsa kokkin á Nólsoy, Bernhard Hendriksen, við broti úr hansara dagbók fyri 1930.