Og tað er sanniliga ikki so lítið!
Nýggi boðskapurin frá bretska mat-úrmælinginum er: lærið og lærið frá tykkum!
Tað snýr seg um átak, ið Jamie Oliver gjørdi í norðurenska býnum, Rotherham, sum eftir øllum at døma er episentrið fyri junkfood í Onglandi. Bókin viðger tað gongd, sum íbúgvarnar í Rotherham fóru ígjøgnum, tá ið Jamie skuldi læra teimum at gera veruligan mat frá grundini heldur enn at seta líkagyldugar skundverðar á borðið.
Í fyrsta partinum er, sum Jamie vant, sera hentar upplýsingar um køkstól , køkstøkni og góðar grund-rávørur. Síðani koma uppskriftirnar, og tær telja bæði morgunmat, døgurðar úr fiski, kjøt og fugli, salatir, køkur og ís.
Sum íblástur til uppskriftirnar hevur Jamie leitað í indiskari, italskari og enskari matmentan. Og so eru vit sjálvandi eisini í kenda Jamie Oliver-universið, har eingin keðir seg ella fer svangur í song.
Allar uppskriftir eru líkatil at fara í holt við. Myndir og tekningar leggja lag á og eingin orsøk tykist longur at vera fyri ”ikki at duga at gera mat”. Tað kunna øll læra!
”Jamie Oliver – Alle kan lære at lave mad”, Jamie Oliver, Lindhardt og Ringhof, 360 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 276 í bókhandlunum