SIC fer at framføra tað feitasta

Í kvøld fer Sic at framføra lagið til biltúrin hjá Landsverkfrøðinginum, sum var tikin upp í 1977 Tað verður á midnátt í kvøld, at tungmálmsbólkurin SIC fer at framføra eitt tónleikaverk, sum 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur bílagt. Verkið tekur støði í einum filmaðum biltúri frá R.C. Effersøesgøtu, gjøgnum miðbýin og út á Velbastaðvegin, har kirkjugarðurin er.

Tað er landsverkfrøðingurin, ið hevur filmað biltúrin í 1977. Tá tónleikaverkið verður frumframført á Tjóðpallinum verður filmurin sýndur afturvið.

Bílagda verkið hevur fingið heitið ?100 ár ? 1000 sár?. Í enskum hami verður tónleikaverkið við á komandi fløguni hjá SIC og fær tá heitið ?Chained & Restrained?.

Við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu segði Eddið Jacobsen vegna SIC:

- Eg má viðganga, at hetta er tað feitasta, mest intensa og SIC-asta lagið vit hava gjørt. Tit vildu hava tað vilt, og tað fáa tit fyri allar pengarnar, segði ein væl nøgdur Eddie Jacobsen, tá ein partur av verkinum varð framførdur á pressufundi á ráðhúsinum. Dagin eftir fór bólkurin SIC á drúgva konsertferð í Evropa.

Nú er SIC afturkomin og kann upplivast í Meiarínum á midnátt í kvøld.