Sophus var yngsti sonur Faktorin. Hann var føddur í 1869, gekk í realskúla í Havn og tók í 1888 studentsprógv í Sorø. Hann tók læknaprógv í Keypmannahavn í 1895. Eftir at hava starvast fyrst í Hallund, seinni í Sæby, varð hann 21. desember 1898 settur fylkislækni í Klaksvík.
Hanus Kamban skrivar, at Sophus tyktist at hava verið sera óheppin í sínum privatlívi. Hann var tvær ferður giftur, báðar ferðir við donskum konum. Tí fyrri konuni, Huldu Andersen, skiltist hann frá í 1903. Tey høvdu ein son, sum eftir øllum at døma ikki var andaliga fullførur.
Í maj 1906 giftist Sophus upp aftur við Idu Rheinländer. Heldur ikki hetta hjúnarlagið var lukkuligt.
Tað er neyvan gjørligt í dag at fáa eina sanna mynd av hesum viðurskiftum, tí tað sindur av vitan, vit hava, byggir á munnligar frásagnir.
Sagt verður, at onnur kona Sophus – helst tann fyrra – var evnismisnýtari, morfinistur. Trupulleikarnir í tí seinna hjúnarlagnum skuldu føra til, at Sophus Djurhuus tann 31. oktober 1906 tók seg av døgum á ein dramatiskan hátt.
Sambært einari frásøgn hevði hann verið á drúgvari læknavitjan og kom móður heim. Tá ið hann kom inn, var eingin døgurði klárur. Frá konuni fekk hann at vita, at í dag bleiv eingin døgurði. Hann bað nú arbeiðskonuna seta eplir útá og fór út í hjallin eftir kjøti. Tá hann kom inn aftur, vóru eingi epli sett útá. Aftur fekk hann at vita, helst frá konuni, at í dag bleiv eingin døgurði. Hann tók so tvær fløskur. Í aðrari var vín, í hinari eitur. Sophus skonkti uppí tvey gløs, og segði so við konuna, at nú kundi hon velja. Ynskti hon, at tey skuldu gerast væl aftur, drakk hann vínið. Vildi hon ikki blíðka seg, drakk hann eitrið. Konan var bara forhánislig. Hon legði sektin á, hvat hann gjørdi. So tók hann eiturglasið og drakk tað.
Tað ber illa til at siga í dag, hvussu nógv er í eini slíkari frásøgn. Men tað er lítið sannlíkt, at bara klandur í hjúnalagnum hevur ført til ein so ógvisliga gerð. Helst hevur henda ósemjan við konuna verið dropin, ið fekk bikarið at flóta yvir.
Fleiri heimildir vilja vera við, at tann veruliga orsøkin til deyða Sophus var ein heilt onnur. Eitt samband var komið í lag millum Sophus og Onnu, sum var gift við Janus Djurhuus. Samstundis, sum Sophus var giftur, var Anna hansara unnusta. Sambandið kom í lag á tann hátt, at Anna lærdi at spæla hjá læknakonuni.
Tá ið Janus frættir hetta í Keypmanahavn fór hann stundisliga upp til Føroyar og fekk sett ólag í ætlanirnar hjá teimum báðum. Hetta skuldi vera beinleiðis orsøkin til sorgarleikin. Tað er annars kent, at hetta við Onnu neyvan var einasta “síðuspring,” hann hevði.
Minningarorðini
í Tingakrossi
Sjældent har et Dødsfald vakt Sorg og dybfølt Savn i vide Kredse, som da det i Onsdags rygtedes, at Nordøernes Distriktslæge Sophus Djurhuus var død.
For alle de mange, mange, der enten som Patienter eller paa anden Maade var komme i Berøring med ham, virkede dette Budskab som et uventet og smerteligt Slag, fremkaldt ikke alene af personlig Sympati for Mennesket Sophus Djurhuus, men ligesaa meget af den triste og bitre Følelse, at denne sjældne Evne og beundringsværdige Dygtighed for stedse var os berøvet.
Og Øerne over, hvor Dødsbudskabet naaede frem, voksede i alle Sind Forstaaelsen af det Tab, Færinger her havde lidt, som maaske sent vil erstattes.
Thi Sophus Djurhuus var som ingen anden Lægen, hvis Hjælp og Virken ikke bestemmes af den Kreds, hvori han er sat, men til hvem Syge og Lidende Søger, uanset hvor de er stedte.
Fra alle kanter af Øerne har han modtaget Patienter, siden han for ca. 8 Aar tilbage begyndte sin anstrængende Gerning heroppe. Den unge energiske og kyndige Doktor med det djærve muntre Væsen, den altid heldige Haand vandt snart alles Tillid. En række farlige Operationer, hvis lykkelige resultatet vakte Undren viden om, skabte straks fra første Færd et Ry om hans Navn, som de senere Aar blot yderligere har befæstet. Talrige er de færøske Mænd og Kvinder, som skylder ham Liv og Helsen. Opgivne af alle søgte de til ham og fik Hjælp.
Altíð á ferð
Og som hans Evnerigdom og Indsigt, saaledes var ogsaa hans Vilje og Redebonhed til at hjælpe stor og vidtrækkende. Ligegyldigt paa hvilken Tid af Døgnet, ligegyldigt i hvilket Vejr. De, der søgte ham havde sjældent nødig at vente. Der har været Tider, hvor han 120 Døgn igennem har gjort 88 Rejser, saa at sige i et køre, samtidigt med at han passede sin Konsultation hjemme og alt Hospitalstilsyn. Ret megen Lejlighed til egen Pleje og Behagelighed bliver der jo ikke under Forhold af den Art. Og Sophus Djurhuus begyndte da ogsaa at føle sig træt.
I Søndags stedtes han til den sidste Hvile under en Deltagelse saa talrig fra nær og fjern, som kun bliver de færreste til Del. Og som aldrig før mødte man her de synlige Vidnesbyrd om de manges Følelser for Mennesket og Lægen Sophus Djurhuus om Sorgen over hans Død. Den Sorg er ikke øjeblikkelig, thi den vil leve med Savnet og Mindet om den kyndigste og bedste Hjælper for Sot og Syge, som Færinger har haft.
Abbin tók sonin
av mammuni
Tað sæst, at Sophus hevur verið nógv virdur. Eitt prógv fyri tí er, at hann millum manna varð kallaður Doktor Sofus og ikki við eftirnavni, sum var tað vanliga.
Um sonin Egil Henning Djurhuus vit vit bert, at hann var føddur 5.5.1898 í Sæby, og hann er deyður í Havn 1919. Hetta merkir, at sonurin hevur verið eftir, tá mamman fór av landinum. John Lassen sigur frá mammu síni, at Faktorin sjálvur tók drongin av mammuni, tá ið hon fór til Danmarkar við ferðamannaskipinum.
Hann er í hvussu er farin til abban og ommuna, tá ið pápin er deyður og er so fluttur við teimum til Havnar í 1908. Í skiftiprotokolloini stendur, at han “ejer intet.”
Komandi partur
Komandi hósdag verður greitt frá Jacob hjá Fakorinum. Hann doyði bert 23 ára gamal í 1886 í Norðurgrønlandi









