Tað eru stórir møguleikar fyri at ala tosk á landi í Føroyum.
Og tað er ein møguleiki, sum menninir aftanfyri toskaalingina í Hvalba ætla sær at taka.
Í tvey ár hava teir gjørt royndir við at ala tosk á landi í Hvalba og tær royndirnar hava hepnast so mikið væl, at ætlanin er nú at byggja alistøðina munandi út.
Fyribils hava teir gjørt royndir við at ala tosk í tveimum tangum, sum eru 15 metrar í tvørmát.
Men nú er ætlanin at seta seks tangar upp afturat, sum eru 20 metrar í tvørmát.
Harafturat skulu seks biofiltur í sambandi við støðina.
Øll alistøðina skal byggjast inni í eini høll, sum verður góðar 100 metrar long metrar. Breiddin er ymisk, men tilsamans verður hon yvir 5500 fermetrar til víddar og einar 12 metrar høg.
Richard Rognsøy, sum er høvuðsmaður aftanfyri toskaalingina í Hvalba, sigur, at tá ið útbyggingin er liðug, verður alingin so mikið umfatandi, at teir verða førir fyri at taka 1500 tons av toski um árið.
Hetta fer at gera støðina í Hvalba til ein av teimum heilt stóru toskaalistøðunum á landi um okkara leiðir.
Byrja næsta ár
Hann sigur, at í løtuni verður arbeitt við at fáa fígging til endamálið.
Nakað av fígging er fingið til vega, men enn er nakað eftir á mál.
Hann sigur, at higartil eru tað í høvuðsheitum fígging úr Noregi, sum er fingin til vega.
Men tað er ikki nóg mikið og Richard Rognsøy sigur, at tað hevur avgerandi týdning, at íleggjarar eisini fáast í Føroyum og tað verður arbeitt við tí spurninginum nú.
Hvussu stórari fígging, teir hava brúk fyri og, hvussu nógv útbyggingin fer at kosta, hevur hann ikki hug at siga nakað um enn.
Ætlanin er at fáa fíggingina í rættlag í heyst, so at farast kann undir sjálva byggingina tíðliga næsta ár. Sostatt skuldi alistøðin staðið liðug longu á heysti í 2010.
Væntandi verða eini fýra føst arbeiðspláss á alistøðini, men harafturat verður brúk fyri einum seks fólkum afturat í nakrar vikur, tá ið toskur skal takast
Stórir møguleikar
Richard Rognsøy ivast ikki í, at tað eru heilt stórir møguleikar fyri at ala tosk í Føroyum.
Hann sigur, at á sjónum eru møguleikarnir avmarkaðir, tí aliøkini eru so lítil.
Men hinvegin er hann sannførdur um, at verður toskaalingin flutt í tangar uppi á landi, eru tað møguleikar fyri at ala fleiri túsund tons.
Hann sigur, at hitin í sjónum er akkurát passaligur at ala tosk í.
Og so hava vit tann fyrimun í Føroyum, at hitin er at kalla tann sami summar og vetur.
Tað merkir, at sjógvurin verður hvørki ov heitur um summarið ella ov kaldur um veturin.
Annars hevur nógv verið tosað um, at toskurin av Føroya Banka skal hava serligar eginleikar at veksa.
Men Richard Rognsøy sigur, at royndirnar, teir hava gjørt, benda ikki á, at nakar serligur munur er á toski av Føroya Banka og av landgrunninum.
Men enn eru ov fáar royndir gjørdar til at nakað heilt einvíst kann sigast um tann spurningin.
Tað ber til
Tað ræðir ikki Richard Rognsøy, at prísurin á toski er ógvuliga lágur í løtuni.
Tað ræðir hann heldur ikki, at í Noregi halda alistøðir til tosk upp at dag og dagliga.
- Prísurin kann bara ganga ein veg og metingarnar siga, at prísurin á toski fer at hækka aftur longu í heyst.
Hann sigur eisini, at royndirnar higartil hava víst, at tað ber til at halda framleiðslukostnaðin niðri á einum støði, sum ger, at tað loysir seg at ala toskin á landi.
- Royndirnar vísa, at vit klára at ala ein tosk fyri sama prís, sum tað kostar at ala ein laks.
- So klára vit at selja toskin fyri 30 krónur kilo, fer raksturin at bera seg og tað eru øll útlit fyri tí.
Og hann vil ikki samanbera støðuna við toskaaling á sjónum í Noregi við aling á landi í Føroyum.
- Í Noregi hava tey havt stórar trupulleikar, sum vit ikki hava við sjúku, kynsbúning og so tað at toskur sleppur úr ringunum og øðrum svinni.
- Tá ið vit ala á landi, sleppa vit undan nógvum av hesum trupulleikum, tí vit ala í einum fullkomiliga afturlætnum umhvørvi, har vit stýra ljósi og øllum øðrum niður í minstu smálutir.
Nógv arbeiði
Men tá ið metast skal um, burðardygdina í íløguni, sigur toskaalarin, at tað hevur stóran týdning, hvar støðin liggur.
Og í hesum sambandi liggur støðin væl fyri, beint við flakavirkið hjá TG-seafood í Hvalba.
Hann sigur, at ætlanin er at tá ið toskurin er búgvin at taka, verður hann blóðgaður og sløgdur á alistøðini, men so verður hann førdur yvir á flakavirkið at verða virkaður víðari og pakkaður.
Men teir hava eisini tikið upp samstarv við Atlantic Biotechnology á Oyri um at gagnnýta slógvið.
Í hesum sambandi fer tað helst at verða grundarlag hjá Atlantic Biotechnology fyri at brúka flakavirkið í Hvalba, har slógvið kann partvís virkast, áðrenn tað verður sent norður á Atlantic Biotechnology at hávirkast.
- Tað fer at gera tað lættari at gagnnýta slógvið úr fiskinum, sum flakavirkið annars tekur ímóti og tað skuldi so aftur gjørt tað lættari hjá trolarunum at tikið slógvið til høldar, sigur Richard Rognsøy.
Og tilsamans kann tað kasta heilt fitt av arbeiði av sær, umframt tey arbeiðsplássini, sum eru á sjálvari alistøðini.