List, sum fær teg at smíla

Mentanarnáttina letur ein av teimum stuttligu listaframsýningunum upp. Janus á Húsagarði letur tá upp framsýning við sínum nýggjastu verkum, ið hann vónar kann fáa hyggjaran at undrast og smílast

Ein listaframsýning, sum letur upp Mentanarnáttina, er ikki komin á skránna. Tað er listaframsýningin hjá Janusi á Húsagarði. Hann letur Mentanarnáttina upp framsýning í Stephanssons Húsi á Kongabrúnni, og er framsýningin eitt úrslit av verkum, hann hevur gjørt síðan mars mánað í ár. Tað var tá hann tók avgerð um at gevast við at arbeiða sum snikkari, og í staðin nýta alla sína tíð til at tekna.

- Men so var eg so óheppin, at eg datt og økslin fór úr lið. Tá fekk eg so ikki gjørt so nógv. Men stórt sæð alt, sum hongur her, er frá í ár, sigur Janus á Húsagarði.

Janus á Húsagarði er ein sera dugnaligur teknari, ið hevur sermerkt seg við sínum heilt serliga stíli. Fleiri kenna helst til ólavsøkutekningarnar og tekningarnar av fuglum í bjørgunum við øllum teimum stuttligu smálutunum, ið hann fyri nøkrum árum síðan teknaði. Síðan hevur hann gjørt tekningar til barnabøkurnar Dunnuungin Pu og Drongurin, sum gloymdi hvussu mann spælir, og í fjør gav hann út sína egnu bók um lítla trøllið, Mosamollis. Mosamollis er bók uttan tekst, og er tað upp til lesaran at avgera hvussu søgan skal vera um Mosamollis. Í heyst hevði Janus á Húsagarði framsýning við fittu tekningum úr bókini, og tá seldi hann øll verkini. Ætlanin er at geva eina bók út afturat, hesa ferð um eitt gentutrøll.


Smíl til trøllið

Framsýningin, sum letur upp fríggjadagin, hevur tveir ymiskar stílir. Tann eini stílurin er ein røð av steinmyndum við fuglum sitandi á steinunum, og hin er myndað av tekningum av trøllalandslagnum, sum Janus hevur arbeitt nógv við. Tað er kortini grótið við fuglunum, ið fyllir mest.

- Tað er nógv grót á Kirkjubøreyni, har eg ofta gangi túrar, og oman fyri har vit búgva. Eg havi yvirhøvur altíð gingið nógv í haganum og eygleitt fuglar og grót, og tað er har, íblásturin til hesar tekningarnar kemur, sigur Janus á Húsagarði um tekningar sínar.

Á steinunum, hann hevur teknað, sita fuglar av ymsum skapi og stødd, og millum steinarnar sita trøll og lúra, sum ein sær, tá ein hyggur nærri.

- Eg vóni at fólk fara avstað aftur við einum smíli, tá tey hava verið og framsýningini, sigur Janus á Húsagarði.

Framsýningin letur upp fríggjdagin klokkan 17, og verður hangandi teir næstu 14 dagarnar.