skal eggja til vinnuligt fyritakssemi. Arbeiðið fram móti einari bruttoskattaskipan heldur fram. Málið er ein so høg skattafrí grundarupphædd sum møguligt og so lágt skattatrýst sum møguligt. Lagt skal vera [...] kr. um árið í grunn til fast samband um Vestmannasund næstu fýra árini. Grunnurin fær heimild at upptaka lán og krevja inn bummpening. Kanningar í samband við farleiðina um Leirvíksfjørð halda fram. Arbeiðið [...] At minka um arbeiðsloysið verður skattatrýstið lækkað, so tað loysir seg betur at arbeiða, og betri lønsemi kemur í vinnuna. Í samráði við partarnar á arbeiðsmarknaðinum verður hildið fram við arbeiðnum
sendingarnar um bankamálið í sjónvarpinum og gjørdi - eftir áheitan - av at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin og fekk eitt satt kanónval. Høgni Hoydal fekk fleiri enn 1500 atkvøður og kom so rúkandi inn [...] politiska pallin. Men eftir smílunum hjá tjóðveldismonnum at døma, so hevur hann megna at loysa hesa truplu uppgávu. Teir vóru fegnir um at tað var eydnast at fáa eitt samgonguskjal, har stórur dentur verður [...] fara fram og sum endar við at Føroyar verða lýstar sum ein suverenur statur. Hetta skal gerast á tann hátt, at løgtingið ger eina samtykt, sum sigur, at Landsstýrið tekur upp samráðingar við danir um ein
teimum sum hava evnini, so evnini koma fram. Umstøðurnar eru týdningarmiklar, so at vit t.d. fáa spælistøð, og at tey sum yrkja kunnu koma út við teirra tilfari - at vit koma fram við okkara eksperimentunum [...] tað torført hjá Tutli at gera vart við seg, um tað so bæði eru Menningargrunnurin og Landsstýrið, ið stuðla. Hetta er á multinationalum stigi, tí sjálvt um nógv nøvn eitast at vera t.d. svensk er tað als [...] selja og fáa nakað burtur úr, so er eisini neyðugt at fara út og spæla fyri fólki. Eitt nú vóru »Spælimenninir«, ein av bestseljarunum hjá Tutli, ofta á turné seks vikur um árið, og seldu rættiliga væl
er fyrstu fer at skúlin sýnir fram aðrastaðni enn í Klaksvík, har hann heldur til. Men fyri at geva øðrum enn klaksvíkingum høvi til at síggja tað skúlin hevur at bjóða fram, fara tey at verða við á byg [...] steyp latin vinnandi liðunum. Ítróttarhøllin verður karmur um eitt stórt tiltak leygardagin. Sum nevnt fer Føroya Hondarbeiðsskúli at sýna fram, men har verður nógv annað. Skipað verður fyri eydnuhjóli [...] bygdastevnuna á Skála og fyrstu »rættiligu« stevnuna, Norðoyarstevnuna, eru bert umleið tvær vikur, so stevnan gevur róðrarmanningunum eina hylling av í hvørjari venjingarstøðu tey eru, eisini í mun til
flokkar hava í stevnuskránni, at Føroyar skal gerast eitt sjálvsøðugt land, so eru teir ymiskir á málið, um hvussu farast skal fram. Fílast skuldi av í øllum borðum og tað tekur tíð. Men tað var nú ikki hesin [...] eitt døgn í eitt koyr, og tí valdi Anfinn Kalsberg at senda fólk til hús, so at tey kundu sleppa at hvíla seg áðrenn samráðingarnar um málsøki, landsstýrisumboð og løgtingsnevndir vórðu tiknar upp aftur m [...] nar ofta tóku sera langa tíð. Tá valini vóru í november mánað, so var meira sjáldan at samgonga var skipað áðrenn jól. Heldur var tað so, at tað var komið nakað inn í nýggja árið, áðrenn nýtt landsstýrið
haldi, at hann hevur fingið í so nógv av sínum politikki við í tað. Tað nyttar ikki hjá Tjóðveldisflokkinum bara at hugasa um tað tjóðskaparliga. Hann má eisini hugsa um tað sosiala, men tað er meiri [...] lægra endanum yvirhøvur. Samgonguskjalið er so leyðsliga orðað, at vit fáa lítið og onki at vita um, hvat samgongan í veruleikanum ætlar. Og av tí at vit fáa so lítið ítøkiligt at vita, er tað trupult at [...] at gera viðmerkingar. Ingeborg Vinther vísir á, at hvørki um arbeiðsmarknaðarmál, ella um sosialmál verður sagt nakað serligt um, hvørjar ætlanirnar eru. Ingeborg Vinther sigur, at eitt nú stúra fakfelagsfólk
Býráð. Kommunan í Havn hevur nú biðið um tilboð um gerð av einum pieri eystan fyri verandi træbrúgv í Kaldbaksbotni. Ætlanin er so at gera eina atløgubryggju fram við landi innan fyri pierin. ? Tað er [...] er enn ikki greitt, hvussu langur pierurin skal vera - tað veldst um tilboðið, sigur Tórfinn Smith. Kommunan hevur gjørt av at brúka eina ávísa upphædd til arbeiðið, sum verður gjørt hareftir. Verandi bátahylur [...] liggja inni í Kaldbaksbotni. Tórfinn Smith væntar, at pláss verður fyri einum 8-10 bátum. ? Er tað nakað um tað, at hetta verður gjørt sum gjald fyri at Páll Petersen aftur kom upp í samgonguna? ? Nei, tað er
ferð mannaði álopið saman við Zoran, at temja framvið Egini Høgnesen, og so var málið opið, men ungi maðurin smekkaði í stólpan, og so spurdist ikki meiri burturúr. KÍ trýst og ársins mál Tað er afturvendandi [...] frá Arnbirni Danielsen tveitti John Petersen seg fram og stútaði í málið aftanfyri Gunnar á Steig ? sera vakurt, og næstu fáu minuttirnar var tað sum um KÍ var skelkað, og B36 hevði hug at seta seg á teir [...] Mikkjal Thomassen afturat sær. Kortini gjørdist tað sjáldan vandamikið. At tað ikki gjørdist vandamikið so ofta komst ikki minst av, at miðverjan hjá KÍ spældi væl. Jan Andreasen hevði gott tamarhald á John
sindur spell fyri TB. HB setti álop í gongd fram eftir vinstru síðu. Bólturin var týðiliga uttan fyri síðulinjuna, og fleiri TB-arar steðgaðu upp í trúnni um, at teir áttu innkast. Men einki flagg fór upp [...] málið á sín rygg, tí málskjúttin stóð púra leysur inni í 5-metrinum hjá tvørámonnum. Og so er tað líkamikið, um bólturin var úti beint áðrenn. 3-1 beint áðrenn hálvleik, og tey vóru fá, sum roknaðu við [...] og tey uttanveltaðu fóru eisini væl nøgd úr Gundadali, meðan TB-stuðlarnir iðraðu seg eitt sindur um, at tað hóast alt ikki eydnaðist at fáa eitt stig burtur úr dystinum. Men tá samanumkom hevði HB uppiborið
tænastur, so ella so. 24 prosent av teimum spurdu vóru í iva, og í tí bólkinum vigað tey eldru tungt. Vágamenn »minst ímóti« Verður hugt eftir, hvussu býtið fellur í teimum ymsu valdømunum, so sæst at tað [...] vit aftur um Strandferðsluna, so verður bara tann parturin, sum ber seg fíggjarliga, privatiseraður. Útjaðaraøkini hava krav uppá sømiligar tænastur til »rættar prísir« og tað er eitt ivamál, um ein privat [...] ingum, so síggja vit, at tað serliga eru tey eldru, sum eru ímóti privatisering, meðan tað yngra ættarliðið er meira áhugað at lata privatum fyritøkum almennu tænasturnar at røkja. Hinvegin so skal eisini