Flestu føroyingar vilja hava at tær almennu tænasturnar skulu framhaldandi verða almennar.
Triði hvør føroyingur sigur, sambært veljarakanningini, at tænasturnar í framtíðini skulu halda fram sum er.
Afturat hesum siga 14 prosent av føroyingum, at tær skulu verða almennar, men at vit skulu gjalda brúkaragjald.
Hinvegin siga 18 prosent av føroyingum, at tær skulu leigast privatum fyritøkum og 10 prosent at tær skulu seljast provatum fyritøkum.
Tey eldru ímóti
Hyggja vit eftir hvør tað er, sum er fyri og hvør er ímóti privatiseringum, so síggja vit, at tað serliga eru tey eldru, sum eru ímóti privatisering, meðan tað yngra ættarliðið er meira áhugað at lata privatum fyritøkum almennu tænasturnar at røkja.
Hinvegin so skal eisini sigast, at ein stórur partur av teimum eldru ikki hevur tikið støðu til, hvørt privatar fyritøkur skulu yvirtaka almennar tænastur, so ella so.
24 prosent av teimum spurdu vóru í iva, og í tí bólkinum vigað tey eldru tungt.
Vágamenn
»minst ímóti«
Verður hugt eftir, hvussu býtið fellur í teimum ymsu valdømunum, so sæst at tað serliga eru veljararnir úr Vágoynni, sum eru fyri privatisering.
Hetta samsvarar eisini við úrslitið av løgtingsvalinum, tí har fingu borgarligu flokkarnir, Fólka- og Sambandsflokkarnir sínar menn valdar, meðan teir báðir vinstraflokkarnir, Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin ikki hava so stóra undirtøku í Vágum.
Somuleiðis eru eysturoyingar eisini sinnaðir at lata privatar fyritøkur yvirtaka almennar tænastur.
Borgarligu
flokkarnir fyri
Sum nevnt omanfyri, so eru tað teir borgarligu flokkarnir, sum serliga tala fyri, at tað almenna skal yvirtaka privatar tænastur.
Fólkafloksveljararir eru teir, sum tala mest fyri at selja til privatar fyritøkur, meðan sambandsveljararnir heldur vilja leiga til privatar fyritøkur.
Tað, sum í veljarakanningini kanska er mest áhugavert er, at Tjóðveldisveljararnir eisini eru rímuliga javnt býttir, hvørt teir vilja hava privatiseringar ella ikki.
Flokkurin hevur í valstríðnum sagt, at teir eru ímóti privatiseringum, men hevur í samgonguskjalinum, teir hava gjørt við Sjálvstýrisflokkin og við Fólkaflokkin gingið við til privatiseringar.
Hvat kann privatiserast
Hugsa vit um, hvørji øki eru egnaði til privatisering, so er Strandferðslan eitt gott boð og tað er røktartænastan eisini.
Í londunum kring okkum hava stórar fyritøkur yvirtikið eitt nú eldrarøkt og í nøkrum førum við góðum úrslitum.
Men í øðrum førum hevur úrslitið verið alt annað enn gott.
Í Svøríki var eitt dømi, har eitt felag hevði misrøkt sínar skyldur og tað við lít.
Hugsa vit aftur um Strandferðsluna, so verður bara tann parturin, sum ber seg fíggjarliga, privatiseraður.
Útjaðaraøkini hava krav uppá sømiligar tænastur til »rættar prísir« og tað er eitt ivamál, um ein privat hevði megna at halda eitt nú rutuna til Svínoyar gangandi á núverandi príslegu.