Gera nýggjan bátahyl í Kaldbaksbotni

Tórshavnar Býráð hevur biðið um tilboð upp á gerð av bátahyli í Kaldbaksbotni. Verður kommunan nøgd við tilboðið, verður farið í undir hylin í summar - og skal hann verða liðugur móti vetri

? Taðhevur leingi verið upp á tal at gera nýggjan bátahyl til kaldbaksbátar, sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

Kommunan í Havn hevur nú biðið um tilboð um gerð av einum pieri eystan fyri verandi træbrúgv í Kaldbaksbotni. Ætlanin er so at gera eina atløgubryggju fram við landi innan fyri pierin.

? Tað er enn ikki greitt, hvussu langur pierurin skal vera - tað veldst um tilboðið, sigur Tórfinn Smith.

Kommunan hevur gjørt av at brúka eina ávísa upphædd til arbeiðið, sum verður gjørt hareftir.

Verandi bátahylur í Kaldbak er ikki nóg kyrrur, og hevur leingi verið arbeitt við eini loysn, og er nú ætlanin, at størru bátarnir hjá kaldbaksmonnum skulu liggja inni í Kaldbaksbotni. Tórfinn Smith væntar, at pláss verður fyri einum 8-10 bátum.

? Er tað nakað um tað, at hetta verður gjørt sum gjald fyri at Páll Petersen aftur kom upp í samgonguna?

? Nei, tað er tað í øllum førum ikki, sigur Tórfinn Smith.

? Tað hevur leingi verið ynski frá kaldbaksmonnum at fáa frægari møguleikar til bátarnar. Semja hevur verið í samgonguni alla tíðina um at málið, men tað hevur drigið út - m. a. tí, at vit hava ivast í, hvussu bátahylurin skuldi verða.

Tórfinn Smith sigur, at fleiri ætlanir hava verið uppi og vent: hvussu pierurin skuldi venda, ella um gerast skuldi ein regulerur hylur.

? Nú hava vit tosað við staðkend skilafólk, og eru vit komin til, at hetta er besta loysnin.

Verður býráðið í Havn nøgt við tilboðið, verður farið undir arbeiði beinanvegin, og er ætlanin, at tað skal verða liðugt áðrenn veturin kemur, sigur Tórfinn Smith.