Í USA hevur Barack Obama forseti, lýst stórbýin New York í neyðstøðu, eftir at tann tropiski stormurin Sandy hevur herjað býin síðani tíðliga í nátt. Stór vatnflóð er í pørtum av býnum, og ein partur av [...] streymin. Umleið ein millión fólk eru rýmd frá húsi og heimi ella hava fingið boð um at fara. Í statinum New Jersey er ein byrging skrædnað við tí úrsliti, at partar av býunum Moonachie, Little Ferry og Carlstadt
tekin um megina hjá tropiska storminum Sandy stendur niðri í fjøruni á oynni Staten Island úti fyri New York. Har hevur Sandy sett tað 700 tons tunga og 61 metrar langa tangaskipið "John B. Caddel". Sambært
elfeløgini siga, at tað ganga fleiri dagar, áðrenn elveitingin kemur aftur í rættlag allastaðni. Í New York liggur øll samferðsla still, men ætlandi letur John F. Kennedy-floghavnin upp í morgin. [...] Barack Obama, forseti, segði í kvøld, at í morgin fer hann til statin New Jersey, har tann tropiski stormurin Sandy hevur gjørt sera stóran skaða. Forsetin segði, at hann hevur givið embætisfólki hjá
stórur, tí tað er lítil og eingin munur á teimum báðum valevnunum. Ein nýggj kanning, sum CBS og New York Times hava gjørt, sigur, at 48 prosent ætla sær at velja Barack Obama, og at 47 prosent ætla at [...] meðalstættini betri kor, eins og tey halda hann hava betri skil á uttanríkismálum. Kanningin hjá CBS og New York Times vísir, at 52 prosent av kvinnunum og 44 prosent av monnunum styðja Obama. 51 prosent av monnunum [...] prosent av kvinnunum ætla at velja Romney. Barack Obama heldur ikki valfund í dag, tí hann skal til New Jersey, sum er illa fyri aftan á tropiska stormin Sandy. Mitt Romney er á valferð í Florida í dag.
verið í New York og New Jersey og kunnað seg um, hvussu stóran skaða stormurin Sandy gjørdi. Millum teirra er Charles Schumer, sum er senatorur úr New York. Hann var og vitjaði Breezy Point í Nrw York-býarpartinum [...] Schumer við tíðindafólk. Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, hevur eisini verið í Queens og kannað skaðan har, og í dag skal Barack Obama, forseti, til New Jersey at vita, hvussu tað er vorðið har
Tá ið ódnin Sancy rakti New York mánakvøldið, fór streymurin á gistingarhúsinum, har føroyska løgtingskvinnan Eyðgunn Samuelsen og donsku fólkatingslimirnir gistu. Vatnveitingin fór eisini. Politikararnir
Skaðarnir, sum tropiski stormurin Sandy gjørdi í New York, hava nú noytt myndugleikarnar at gera av at flyta allar sjúklingarnar av einum sjúkrahúsi í býnum. Í løtuni fær sjúkrahúsið streym frá einum [...] seingjarpláss til øll, sigur borgarstjórin, Michael Bloomberg. Sum skilst hava myndugleikarnir í New York ætlanir klárar um at flyta sjúklingarnar av fýra sjúkrahúsum afturat, um tað gerst neyðugt.
Streymloysið í New York og New Jersey gevur innbrotstjóvum og øðrum lógloysingum góðar arbeiðsumstøður, og løgreglan har hevur eisini úr at gera, skrivar New York Post. Hjá New York Police Department siga [...] innbrot verið. Í New York og har um vegir er løgreglan ovbyrjað frammanundan, og tí hava myndugleikarnir givið tjóðarhirðini boð um at standa tilbúgvin, um innbrotini halda fram, skrivar New York Post.
Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann styðjar Barack Obama, forseta í valstríðnum. Bloomberg var republikanari, men fyri fimm árum síðani segði hann seg úr rep [...] republikanska flokkinum orsakað av hugsjónarligari ósemju. New York-borgarstjórinn sigur, at veðurlagsbroytingarnar gjørdu sítt til, at tann tropiski stormurin Sandy gjørdist so ógvusligur, og hann heldur [...] nar av teimum í størri álvara enn hitt forsetavalevnið, Mitt Romney. Republikanski guvernørurin í New Jersey, Chris Christie, sigur, at hann er sera væl nøgdur við tað, sum Obama hevur gjørt í sambandi
doyðu 40 í New York. Samstundis eru serfrøðingar komnir til ta niðurstøðu, at Sandy kann hava gjørt skaða fyri knappar 50 milliardir dollarar. Næstan tvær milliónir húski, harav 650.000 í New York, hava framvegis [...] framvegis ikki fingið streymin aftur. Nú er flóðin minkað so mikið í New York, at fleiri jarnbreytir virka aftur. Michael Bloomberg, borgarstjóri, hevur givið løgregluni og sløkkiliðnum boð um at hjálpa