Bloomberg styðjar Obama

Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, kunngjørdi í gjárkvøldið, at hann styðjar Barack Obama, forseta í valstríðnum. Bloomberg var republikanari, men fyri fimm árum síðani segði hann seg úr republikanska flokkinum orsakað av hugsjónarligari ósemju.

New York-borgarstjórinn sigur, at veðurlagsbroytingarnar gjørdu sítt til, at tann tropiski stormurin Sandy gjørdist so ógvusligur, og hann heldur, at Obama tekur broytingarnar í veðurlagnum og avleiðingarnar av teimum í størri álvara enn hitt forsetavalevnið, Mitt Romney.

Republikanski guvernørurin í New Jersey, Chris Christie, sigur, at hann er sera væl nøgdur við tað, sum Obama hevur gjørt í sambandi við Sandy-vanlukkuna. Tað sama siga 80 prosent av amerikanarunum.