Sandy kravt 92 mannalív í USA

Amerikonsku myndugleikarnir siga seg nú hava staðfest, at ódnin Sandy hevur kravt 92 mannalív í tilsamans 15 statum. Av teimum doyðu 40 í New York.

Samstundis eru serfrøðingar komnir til ta niðurstøðu, at Sandy kann hava gjørt skaða fyri knappar 50 milliardir dollarar. Næstan tvær milliónir húski, harav 650.000 í New York, hava framvegis ikki fingið streymin aftur.

Nú er flóðin minkað so mikið í New York, at fleiri jarnbreytir virka aftur. Michael Bloomberg, borgarstjóri, hevur givið løgregluni og sløkkiliðnum boð um at hjálpa fólki við drekkivatni og mati og at rætta teimum eldru eina hjálpandi hond.