Sum undir seinna heimsbardaga

Tað seinasta samdøgrið hava fleiri politikarar verið í New York og New Jersey og kunnað seg um, hvussu stóran skaða stormurin Sandy gjørdi.

Millum teirra er Charles Schumer, sum er senatorur úr New York. Hann var og vitjaði Breezy Point í Nrw York-býarpartinum Queens, har næstan 100 íbúðir vórðu oyðilagdar av eldi. Senatorurin var týðiliga skelkaður av tí, sum hann sá.

-Hetta líkist London undir seinna heimsbardaga. Tá stóðu bara kaminurnar eftir aftan á bumbuálopini og eldin, og soleiðis er eisini her nú, segði Charles Schumer við tíðindafólk.

Borgarstjórin í New York, Michael Bloomberg, hevur eisini verið í Queens og kannað skaðan har, og í dag skal Barack Obama, forseti, til New Jersey at vita, hvussu tað er vorðið har.