Háhúsini sveiggjaðu

Tá ið ódnin Sancy rakti New York mánakvøldið, fór streymurin á gistingarhúsinum, har føroyska løgtingskvinnan Eyðgunn Samuelsen og donsku fólkatingslimirnir gistu.

Vatnveitingin fór eisini.

Politikararnir vórðu tí noyddir at flyta fyribils á eitt annað gistingarhús, sum hevði streym og vatn, og har búgva tey framvegis.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon ikki var bangin, tí ódnarveður hevur hon upplivað áður.

- Men tað var eitt sindur óhugnaligt at vera í einum býi við so nógvum háhúsum. Tíbetur búði eg ikki longur uppi enn á níggjundu hædd, men onnur vóru á 23. hædd, og har var enn óhugnaligari, enn har eg búði, sigur Eyðgunn Samuelsen. Í grannalagnum sprongdist ein ransformatorur.

Internetsamband er heldur ikki á hotellinum, har tey nú búgva, men danska sendistovan hevur samband, og haðani hevur Eyðgunn Samuelsen kunnað sent boð út um, at væl stendur til hjá henni. Telefonin virkar nú eisini aftur.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at væl minni av fólki er at síggja í býnum nú enn vanligt, tí nógv fólk eru veðurføst kring landið og sleppa ikki inn í býin.

- Eg vóni, at ferðasambandið er í lagi aftur, tá ið eg skal heim aftur 12. november.