Sandy setti tangaskip upp á land

Ein sjónligt tekin um megina hjá tropiska storminum Sandy stendur niðri í fjøruni á oynni Staten Island úti fyri New York. Har hevur Sandy sett tað 700 tons tunga og 61 metrar langa tangaskipið "John B. Caddel".

Sambært vælvitandi keldum lá skipið fyri akkeri ein lítlan fjórðing frá staðnum, har tað nú stendur.

Sum skilst er eingin vandi fyri dálking, sjálvt um talan er um eitt oljutangaskip, tí eingin olja er umborð.

Sandy, sum nú er farin inn í landið og longri norður, hevur kravt í minsta lagi 33 mannalív í USA síðani í gjár.