Tøma sjúkrahús í New York

Skaðarnir, sum tropiski stormurin Sandy gjørdi í New York, hava nú noytt myndugleikarnar at gera av at flyta allar sjúklingarnar av einum sjúkrahúsi í býnum. Í løtuni fær sjúkrahúsið streym frá einum ljósmotori, men hann heldur ikki leingi afturat.

Tí er avgjørt at flyta sjúklingarnar, sum eru næstan 500 í tali, men enn hava myndugleikarnir ikki funnið seingjarpláss til øll, sigur borgarstjórin, Michael Bloomberg.

Sum skilst hava myndugleikarnir í New York ætlanir klárar um at flyta sjúklingarnar av fýra sjúkrahúsum afturat, um tað gerst neyðugt.