Obama til New Jersey í morgin

Barack Obama, forseti, segði í kvøld, at í morgin fer hann til statin New Jersey, har tann tropiski stormurin Sandy hevur gjørt sera stóran skaða.

Forsetin segði, at hann hevur givið embætisfólki hjá umsitingini í Washington boð um at tryggja, at fólk, sum hava tørv á hjálp, fáa hana sum skjótast. Hann legði afturat, at talan er um neyðstøðu, og at vanligar formligar mannagongdir tí verða settar til viks í hesum føri.

Fleiri millionir fólk hava framvegis ongan streym, og elfeløgini siga, at tað ganga fleiri dagar, áðrenn elveitingin kemur aftur í rættlag allastaðni.

Í New York liggur øll samferðsla still, men ætlandi letur John F. Kennedy-floghavnin upp í morgin.