eina góða viku. Vit hava fingið 700 tons, sum er skorið til flak og fryst í blokkar, sigur skiparin á Christian í Grótinum, Christian Djurhuus. Tað er sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, sum hevur vitjað [...] hvørgin av føstu skiparunum eru við, er hann skipari, og soleiðis kunnu vit siga, at Christian er skipari á Christiani. Christian í Grótinum steðgar ikki. Hesaferð ætlaðu teir sær at royna eftir makrel, sum teir [...] mans, tá teir royna eftir svartkjafti, og hann fer til fiskamjøl. Stívliga 30 mans eru knýttir at skipinum. - Eg havi verið í reiðarínum síðan 1994. Eg havi trivist sera væl, og eg havi fingið góða viðferð
verður sagt, at árini 1940-1945 gjørdu føroysk skip 2.354 ferðir til Bretlands við ísfiski. Vektin á hesum fiski var 151.973 tons, og bruttoinntøkan var umleið 198.300.000 krónur. Vandasiglingin í krígsárunum [...] Næsta takið var at geva húsunum tiltrongdar ábøtur, bæði innan og uttan. Í Víkingasynum verður víst á, at krígsárini førdu til afturgongu í sjómansskapi, tí eingin skipsmaður varð settur við øll hesi ár [...] sum mangan hevur verið millum reiðara og skipsfólk og millum reiðara og tey, sum høvdu síni við skipinum, viknaði. Og í Víkingasynum verður soleiðis tikið til: - Mest hugstoytandi var tó missurin av nógvum
fólk doyðu í jarðskjálvtanum tann 15. august, og umleið 200.000 gjørdust heimleys ella vórðu rakt á annan hátt. Hermenn tiknir til fanga Víðgongdir islamistiskir hermenn í Pakistan kringsettu í gjár [...] avsanna, at stjórnarhermenninir vóru tiknir, men noyddist seinni at viðganga tað. Saman- stoytur á sjónum Eitt ferðamannaskip og eitt fiskiskip stoyttu saman stutt úr landi úti fyri ísraelska havnarbýnum [...] beinanvegin, og at leitað verður eftir tveimum monnum, sum vóru við tí. 14 mans vóru við fiskiskipinum, og 12 teirra vórðu bjargaðir beint eftir vanlukkuna. Í nátt leitaðu ísraelskar tyrlur eftir teimum
skrúva høvuðsmotorin sundur mánadagin, og væntandi fara einir tveir mans hjá okkum at arbeiða umborð á skipinum í nakrar dagar. Tað er norðmaðurin, Oddvar Vea, sum hevur keypt Sancy og Helgi Davidsen, sum er [...] riggaður til fiskiskp. Í nakrar dagar hevur Sancy ligið við bryggjuna frammanfyri Mekanik í Runavík. Á Mekanik siga tey, at høvuðsmotorur og ljósmotorur verða klassaðir, áðrenn skipið fer nakran veg. - Vit
projektera tað nýggja suðuroyarskipið verða liðugt í dag. Men tað verður tað ikki Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað verður ikki fyrrrenn vit eru komin nakað út í januar, at arbeiðið at [...] væl fyri at úrslitið skal vera so gott sum gjørligt. ? Tí halda vit, at tað er skeivt at streingja á fyri at fáa arbeiðið liðugt til ásetta dagin, tí avleiðingin av tí kann verða, at alt verður ikki nóg [...] bíligari í longdini. Og orsøkin til, at skipið er seinkað, er júst tað, at tað eru ymsir lutir í skipinum, sum skulu viðgerast gjølligari. Annars sigur hann, at arbeiðið gongur hampiliga væl. Umboð fyri
Manningin umborð á Ågot fekk í dag eina øðrvísi vitjan av einari súlu í neyð. Hon hevði ein eplasekk vavdan um nevið, og fekk tí ikki flogið ordiligt, so manningin gjørdi av at hjálpa henni. Á videobrotinum [...] nevinum. Seinni aftaná døgurða síggi eg, at hon situr frammi á bakkanum, sigur Hjaltur Poulsen við in.fo. Súlan kavaði eftir onkrum Ågot er í løtuni á Íslandsrygginum, og umborð eru teir vanir við at síggja [...] síggja súlur, sum kava. - Vit síggja ofta súlur við síðuna av skipinum. Handan súlan hevur kavað eftir onkrum, og so hevur hon rent seg fasta í eplasekkin, sum er blivin fastur í nevinum, sigur Hjaltur Poulsen
vera heima á jólum, sigur Árni Dam. Tá nýbygdi grønlendski trolarin - Svend C - kom á Havnina í vikuni, var In.fo ein túr saman við Árna Dam og Mariu í Akrabyrgi á Faroe Agency umborð á skipinum, har Árni [...] føroyskum havnum eru russar, men tað eru sanniliga eisini nógvir aðrir sjómenn umborð á útlendskum skipum. Árni Dam vísir á, at vit um okkara leiðir halda jólaaftan 24. desember, og eitt nú halda russar jól [...] . Hetta var ein hugnalig løta, har vit hittu bæði føroyska og grønlendska skiparan og reiðaran á brúnni á hesum nýggja og snotuliga fiskifari, sum serliga fer at fiska rækjur, men eisini sild og makrel
Ednu, sum einasta skipi, er kunngjørdur alment á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag, og her verður víst á, at manningin, sum var á makrelveiði við skipinum í fjør summar, bara hevur fingið umleið 25% [...] hótta við at seta skip á ein sonevndan ”svartalista”, um tey ikki halda seg til galdandi sáttmálar og avtalur. Fyrst í hesi vikuni – mánadagin hin 27. februar – kom so fyrsta skipið á svartalista hjá felagnum [...] klagaður til fútan fyri brot á lógina um makrelveiði fyri 2011, sigur Føroya Fiskimannafelag. Vælhýrdur reiðari Tað er Suni Jakobsen, sum eigur Ednu, og sjálvur er hann eisini skiparin á ísfiskatrolaranum. - Eg
veðurlíkindini leygarmorgunin var rættiliga nógv fólk samankomið á bryggjuni á Skála til hátíðarhald, tá ið fyrra skipið, sum Thor hevur latið smíðað á Skála Skipasmiðju, varð navngivið og alment latið eigarunum [...] áður, sín serstaka dám á hátíðarhaldið við sínum hátíðarligu tónum. Tað var Gudrun Joensen, mamma til brøðurnar og eigararnar Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, ið gav skipinum navn. Tað var við hesum [...] Vegna byggiharran helt stjórin á Skála Skipasmiðju, Eyðfinn Egholm, eina røðu, og tað gjørdi Hans Andrias Joensen eisini vegna eigararnar. Eftir navngeving og formellu handanina á bryggjuni, bjóðaði Skála
gamal. Hann doyði av vanlukkutlburði umborð á Phoenix 10. januar. Kenneth Allan Jespersen úr Fuglafirði, 24 ára gamal. Hann gekk burtur við danska skipinum Astrid Dahl vestan fyri Esbjerg 24. apríl. Hálvdan [...] dagur, og fleiri staði í landinum verður minninarhald fyri teimum, sum hetta seinasta árið lótu lív á sjónum. Fimm fólk eru sjólátin, síðan 1. november í fjør: Torgerð Sunadóttir úr Havn, 30 ára gomul. [...] oktober. Minningarhaldið í Havn Í Havn er tað Tórshavnar Sjómansheim, sum skipar fyri haldinum. Haldið á Sjómansheiminum byrjar klokkan 10. Edmund Joensen, løgmaður, og Sverri Steinhólm, prestur, halda røður