Skráin fyri Føroya Sjómannadag, sum byrjaði í dag og endar sunnudagin 23. august, er í ár merkt av, at sjeyti ár eru liðin, síðan seinni heimsbardagi var av.
Av krígsávum mistu Føroyar nærum eitt prosent av samlaða fólkatalinum - ella umleið 200 mans tilsamans. Vit mistu 39 skip, sum tá svaraði til stívliga 26 prosent av samlaða skipstonsatalinum.
Í samband við sjómannadagin í ár vísa fyrireikararnir til brot úr Víkingasynum, og her verður sagt, at árini 1940-1945 gjørdu føroysk skip 2.354 ferðir til Bretlands við ísfiski. Vektin á hesum fiski var 151.973 tons, og bruttoinntøkan var umleið 198.300.000 krónur.
Vandasiglingin í krígsárunum gav Føroyum góðar inntøkur og mangur fiskimaður, sum áður kendi seg nívdan av skuld, fekk goldið skuldina. Í krígsárunum gjørdist hann ein fríur maður. Næsta takið var at geva húsunum tiltrongdar ábøtur, bæði innan og uttan.
Í Víkingasynum verður víst á, at krígsárini førdu til afturgongu í sjómansskapi, tí eingin skipsmaður varð settur við øll hesi ár.
Dreingirnir sluppu ikki við, og ofta vóru skipini leigað út til fólk, sum annars lítið og einki høvdu við fiskidrift at gera. Tann samkensla, sum mangan hevur verið millum reiðara og skipsfólk og millum reiðara og tey, sum høvdu síni við skipinum, viknaði.
Og í Víkingasynum verður soleiðis tikið til:
- Mest hugstoytandi var tó missurin av nógvum fólki og stórum skipatali. Eftir sótu nógvar ungar einkjur og 239 faðirleys børn eftir teir, ið fórust av krígsávum - og 60 eftir teir, ið fórust av óhappum.









