Manningin umborð á Ågot fekk í dag eina øðrvísi vitjan av einari súlu í neyð. Hon hevði ein eplasekk vavdan um nevið, og fekk tí ikki flogið ordiligt, so manningin gjørdi av at hjálpa henni.
Á videobrotinum omanfyri sæst, tá eplasekkurin varð loystur av súluni.
Súlan hevði flogið rundan um línuskipið Ågot í eina góða løtu fyrrapartin í dag, fortelur Hjaltur Poulsen, sum sníkti seg eftir súluni.
- Hon fleyg rundan um okkum í dag við eplasekkinum í nevninum. Tá segði eg, at handan fór ikki at liva leingi aftrat við hasum eplasekkinum í nevinum. Seinni aftaná døgurða síggi eg, at hon situr frammi á bakkanum, sigur Hjaltur Poulsen við in.fo.
Súlan kavaði eftir onkrum
Ågot er í løtuni á Íslandsrygginum, og umborð eru teir vanir við at síggja súlur, sum kava.
- Vit síggja ofta súlur við síðuna av skipinum. Handan súlan hevur kavað eftir onkrum, og so hevur hon rent seg fasta í eplasekkin, sum er blivin fastur í nevinum, sigur Hjaltur Poulsen.
Hjaltur Poulsen hevur siglt í 38 ár, men hann hevur ongantíð sæð eina súlu uppá hendan mátan fyrr.
- Eg havi ongantíð sæð súlu lent á skipi soleiðis, so hon má hava gjørt tað fyri at fáa hjálp. Eg rokni við, at hon visti, hvat hon gjørdi, sigur Hjaltur Poulsen, sum sigur, at hetta hevur fingið hann at hugsað um dálking og umhvørvið.
Hetta er ein av avleiðingunum av at blaka burturkast út í náttúruna. Alt burturkast endar onkrastaðni, og í hesum føri var tað ein súla, sum endaði sum svartiper. Tað er ein sannroynd, at nógvar súlur doyggja av ruski, sum tær fáa fast í nevið, so hendan súlan var heppin at rena seg á Ågot og fáa hjálp.