Nýbygningur
Hóast vánaligu veðurlíkindini leygarmorgunin var rættiliga nógv fólk samankomið á bryggjuni á Skála til hátíðarhald, tá ið fyrra skipið, sum Thor hevur latið smíðað á Skála Skipasmiðju, varð navngivið og alment latið eigarunum.
Navnið er Thor Alpha.
Skipið hevur seinastu tíðina verið í Assens í Danmark til sandblásingar, metalisering og málingar.
Undir hátíðarhaldinum var nógvur vindur, og regnið oysti niður. Hóast ringu líkindini setti Nes Sóknar Hornorkestur, sum so mangan áður, sín serstaka dám á hátíðarhaldið við sínum hátíðarligu tónum.
Tað var Gudrun Joensen, mamma til brøðurnar og eigararnar Gunnbjørn og Hans Andrias Joensen, ið gav skipinum navn. Tað var við hesum orðum, at hon doypti skipið:
”Undir kjøli bylgjan klár og blá
Um onkuntíð hon vera há og grá
Má Harrin blíðan byr tær geva
Thor Alpha skal navn títt vera”
Tá ið skipið varð navngivið, bar 5 ára gamla dóttir Hans Andrias gummuni – og ommuni - eina vakra blómusamling.
Røður hildnar
Vegna byggiharran helt stjórin á Skála Skipasmiðju, Eyðfinn Egholm, eina røðu, og tað gjørdi Hans Andrias Joensen eisini vegna eigararnar.
Eftir navngeving og formellu handanina á bryggjuni, bjóðaði Skála Skipasmiðja ábit í matarhøllini, har øll vóru vælkomin. Fólk høvdu eisini høvi at fara umborð og síggja nýggja og stásiliga skipið.
Eini 400 fólk vóru í matarhøllini á Skála Skipasmiðju, sum soleiðis var stúgvand full. Talan var bæði arbeiðsfólk og mong onnur, sum ynsktu at vera við til hátíðarhaldið.
Við løtuna í matarhøllini sang kórið hjá Tórshavnar Skipasmiðju einar tríggjar føroyskar sangir, og hetta setti eisini sín dám á. Sum skilst, plaga nakrir mans at taka seg saman at syngja, tá ið skipasmiðjan skipar fyri onkrum serligum tiltaki.
Eftir móttøkuna á Skála sigldi Thor Alpha við innbodnum gestum til Hósvíkar, har Sunda kommuna eisini skipaði fyri móttøku.