Christian er stýrimaður við Christian

- Seinasti túrur var góður, og tað var stór og góð sild, vit fingu, sigur Christian Djurhuus.

Miðskeiðis í vikuni landaði Christian í Grótinum stívliga 700 tons av sildaavskurði - ella slógvi - til Havsbrún í Fuglafirði, og dagin eftir landaðu teir 700 tons av frystum í Norðhavnini í Ánunum.

 

- Vit hava roynt norðuri í altjóða sjógvi eftir sild og hava verið burtur í eina góða viku. Vit hava fingið 700 tons, sum er skorið til flak og fryst í blokkar, sigur skiparin á Christian í Grótinum, Christian Djurhuus. 

 

Tað er sjómanstrúboðarin, Tórleif Johannesen, sum hevur vitjað umborð og hevur hitt fleiri av manningini, sum vóru blíðir. Stundir vóru bæði til prát, kaffi og bøn.

 

- Vit taka alt við til lands, og tí landa vit fyrst avskurðin, sum liggur í kølitangum umborð, til Havsbrún, og síðan landa vit flakið í Klaksvík. Túrurin var góður, og tað var stór og góð sild, sigur hann.

 

Christian Djurhuus er vanliga stýrimaður við Christiani í Grótinum, men tá hvørgin av føstu skiparunum eru við, er hann skipari, og soleiðis kunnu vit siga, at Christian er skipari á Christiani.

 

Christian í Grótinum steðgar ikki. Hesaferð ætlaðu teir sær at royna eftir makrel, sum teir vóna at fáa í føroyskum sjógvi. Um tað ikki eydnast, kunnu teir eisini fiska makrel í ES-sjógvi.

 

20 mans eru við Christiani í Grótinum, tá teir hagreiða fiskin og frysta hann. Annars eru teir 12 mans, tá teir royna eftir svartkjafti, og hann fer til fiskamjøl. Stívliga 30 mans eru knýttir at skipinum.

 

- Eg havi verið í reiðarínum síðan 1994. Eg havi trivist sera væl, og eg havi fingið góða viðferð, sigur Christian Djurhuus.