Umborð á nýbygning við jólapakkum

In.fo var við, tá Árni Dam og Maria í Akrabyrgi á Faroe Agency vóru umborð á nýggjasta grønlendska trolaranum við jólapakkum í vikuni.

Nú bæði jólini og 6. januar eru løgd aftur um, ynskir Árni Dam, sum hevur savnað inn jólapakkar til sjófólk við útlendskum skipum, at takka øllum teimum mongu gevarunum hjartaliga.

 

- Vit hava fingið eina rúgvu av jólapakkum, sum vit hava glett sjófólk umborð á útlendskum skipum í Føroyum við. Teir eru nógvir, sum eru leingi burtur, og gleðin um jólapakkar er altíð stór.

 

Árni Dam sigur, at jólapakkar eru komnir úr øllum Føroyum, og hann er vegna sjómenninar ógvuliga takksamur fyri gevaralyndið í føroyingum.

 

- Flestu útlendsku sjómenn í føroyskum havnum eru russar, men tað eru sanniliga eisini nógvir aðrir sjómenn umborð á útlendskum skipum.

 

Árni Dam vísir á, at vit um okkara leiðir halda jólaaftan 24. desember, og eitt nú halda russar jól 6. januar. Nú er so farið av tíð, bæði 24. desember og 6. januar eru lagdir afturum.

 

- Men, hetta merkir kortini ikki, at jólapakkar ikki framvegis eru kærkomnir, um gevarar eru, sum gjarna vilja lata ein jólapakka til sjófólk. Teir hava ikki allir verið í havn enn.

 

Hann sigur, at umborð á einum stórum russiskum trolara eru upp í 92 mans, og tað hevur eydnast honum at fáa nógvum av hesum monnum jólapakkar.

 

- Eg sigldi nógv sjálvur, og eg veit, hvussu kærkomið tað var at fáa ein jólapakka umborð, tá tað ikki eydnaðist at vera heima á jólum, sigur Árni Dam.

 

Tá nýbygdi grønlendski trolarin - Svend C - kom á Havnina í vikuni, var In.fo ein túr saman við Árna Dam og Mariu í Akrabyrgi á Faroe Agency umborð á skipinum, har Árni bar manningini jólapakkar.

 

Hetta var ein hugnalig løta, har vit hittu bæði føroyska og grønlendska skiparan og reiðaran á brúnni á hesum nýggja og snotuliga fiskifari, sum serliga fer at fiska rækjur, men eisini sild og makrel.