Fínasta slag at seta okkum á svartalista

- Er Edna ringasta dømi, sum Føroya Fiskimannafelag hevur at vísa á í føroyskari fiskiskipavinnu, stendur væl til, tí vit hava hildið allar avtalur. Tað veit Jan Højgaard eisini væl, sigur útgerðarmaðurin og skiparin á ísfiskatrolaranum, Ednu, Suni Jakobsen

Tað eru nøkur ár síðan, at Føroya Fiskimannafelag byrjaði at hótta við at seta skip á ein sonevndan ”svartalista”, um tey ikki halda seg til galdandi sáttmálar og avtalur.
Fyrst í hesi vikuni – mánadagin hin 27. februar – kom so fyrsta skipið á svartalista hjá felagnum. Skipið er ísfiskatrolarin, Edna, sum Sp/f Undir Vørðuni í Havn eigur.
Svartilistin við Ednu, sum einasta skipi, er kunngjørdur alment á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag, og her verður víst á, at manningin, sum var á makrelveiði við skipinum í fjør summar, bara hevur fingið umleið 25% av síni hýru.
Lagt verður aftrat, at stevnt er eftir hýruni, sum manningin eigur til góðar.
- Reiðarin er eisini klagaður til fútan fyri brot á lógina um makrelveiði fyri 2011, sigur Føroya Fiskimannafelag.

Vælhýrdur reiðari
Tað er Suni Jakobsen, sum eigur Ednu, og sjálvur er hann eisini skiparin á ísfiskatrolaranum.
- Eg haldi, tað er í fínasta slag, at Føroya Fiskimannafelag hevur sett okkum á svartalista. Er Edna ringasta dømi, sum felagið hevur at vísa á, stendur væl til. Vit hava hildið allar avtalur, og hetta eru avtalur, sum Jan Højgaard, felagsformaður, hevur góðkent, sigur ein sannførdur útgerðarmaður og skipari.
Suni Jakobsen vísir á, at Jan Højgaard kann ikki leypa frá avtalum, sum hann sjálvur hevur góðkent.
- Tú kanst ikki selja ein bil fyri 50.000 krónur, og tá hann er seldur siga, at tú kortini vilt hava 100.000 krónur fyri bilin, sigur útgerðarmaðurin og skiparin.

Góður stemningur
Sosialurin spurdi eisini Suna Jakobsen, hvussu stemningurin er millum manningina umborð á Ednu.
- Her er góður stemningur og Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, hevur einki at koma eftir, sigur útgerðarmaðurin og skiparin á ísfiskatrolaranum, Ednu.