Helgi Davidsen, sum er ættaður úr Runavík, fer at føra Sancy, ið hugsandi verður ?chasari? í seismikkvinnuni í Grønlandi Djúpvatnstrolarin Sancy, sum hevur verið ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum seinastu árini, er nú seldur til Noregs, har hann ætlandi fer at sigla sum fylgiskip í seismikkvinnuni.
?The stern trawler Sancy is sold to Norway and will be used as a standby vessel??
Soleiðis skrivaði eini útlendsk heimasíða um dagarnar.
Sancy er farin úr føroyska fiskiskipaflotanum fyri Beinisvørð, sum er keyptur úr Íslandi, og nú verður gamli djúpvatnstrolarin riggaður til oljuvinnu, samstundis sum Beinisvørð verður riggaður til fiskiskp.
Í nakrar dagar hevur Sancy ligið við bryggjuna frammanfyri Mekanik í Runavík.
Á Mekanik siga tey, at høvuðsmotorur og ljósmotorur verða klassaðir, áðrenn skipið fer nakran veg.
- Vit fóru undir at skrúva høvuðsmotorin sundur mánadagin, og væntandi fara einir tveir mans hjá okkum at arbeiða umborð á skipinum í nakrar dagar.
Tað er norðmaðurin, Oddvar Vea, sum hevur keypt Sancy og Helgi Davidsen, sum er ættaður úr Runavík, skal føra skipið, tá tað loysir aftur.
Enn er ikki endaliga gjørt av, um skipið fer at sigla undir føroyskum ella norskum flaggi.
Helgi, sum í eini 10 ár hevur búð í Danmark, hevur siglt hjá Oddvar Vea í umleið hálvt annað ár, og hann hevur eisini ført Froyu I, sum norðmaðurin áður hevur keypt í Føryum.
Skiparin sigur, at tað er ikki óhugsandi, at Sancy verður tað, sum rópt verður, ?chasari? í seismikkvinnuni í Grønlandi.
Nakrir mans hjá reiðarínum arbeiða nú við at snøgga um skipið, og fyrsta dagin koma málarar umborð.