Tað er kanska ikki so vanligt, at eini deyðsboð um ein útlendskan blaðmann verða borin so ofta í føroysku loftmiðlunum, sum tey vórðu fríggjadagin, tá deyðsboðini bórust um Per Høyer Hansen. Lat tað eisini [...] avsannað av blaðstjóranum á blaðnum, men nú fæst helst at vita, um hetta er so ella ikki. Thomsen ella ikki, so er púra vist, at tað verður saknur í serstaka pennahaldinum hjá Per Høyer Hansen. Eisini her [...] sínari. Ofta við einum farra av provokatión, men ongantíð provokerandi uttan orsøk. Frá einum føroyskum sjónarhornið er eisini áhugavert, at Per Høyer Hansen fram um aðrar var tann, sum gjørdi danir varugar
vann í gjár 3-0 á Lyngby og er víðari til hálvfinaluna í landskappingini. Frederiksberg hevur vunnið tvær ferðir 3-0 á Lyngby og skal nú møta Brøndby í hálvfinaluni. - Tað er sama søga sum seinast. Vit [...] Kontrollera og avslappað spæl, og fóru ongantíð í panik. Í mun til seinsta dyst, so komu vit betri frá byrjan í hvørjum setti, og hildu munin allan vegin, sigur Birgit Guttesen og leggur afturat, at venjarin var [...] í ár, men tær hava verið nummar eitt ella tvey alt árið, so tær hava nógv at verja og kempa fyri. Tað verða í øllum førum nakrir harðir dystir, sigur Sofía Purkhús. Fysti dysturin í hálvfinaluni verður
Tað er nú greitt, at 52 grannaløg og býlingar í Tórshavnar kommunu fá stuðul frá kommununi til at halda ólavsøku fyri í ár. Fyri at avmarka talið á fólki í miðbýnum, hevur Tórshavnar býráð róð fram undir [...] hevði býráðið 56 umsóknir, men átta umsóknir vóru lagdar saman til fýra, tí talan er um grannaløg, sum liggja upp at hvørjum øðrum. Sostatt hava 52 grannaløg nú fingið boð um, at tey hava fingið stuðul til [...] undir at grannaløg og býlingr hildu ólavsøku hvør í sínum lagi og fyri at eggja teimum til tað, kunnu tey fáa 10.000 krónur í stuðuli. Stuðulin kann brúkast til at leiga ymsa útgerð fyri og til at útvega
Tað er eingin loyna, at stríðið millum andstøðu og samgongu hevur verið serstakliga hart í hesum valskeiðinum, har serliga teir stóru flokkarnir í føroyskum politikki, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin í [...] í samgongu og Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í andstøðu, hava staðið langt frá hvørjum í stórmálum sum fiskivinnunýskipanini, pensjónsnýskipanini og stjórnarskipanini. Men hóast ósemjur hava verið [...] andstøðuflokkunum fer at leggja á annan bógv, nú farið verður undir síðstu tingsetuna í hesum valskeiði. - Tað verður spennandi um vit fara at síggja nakrar broytingar hetta seinasta árið í hesum valskeiðinum.
styðja undir verkini hjá hvørjum øðrum. Tríggir av okkara fremstu listamonnum hava latið eina spennandi framsýning úr hondum, sum avgjørt er verd at vitja, verður sagt í tíðindaskrivi frá Listaglugganum. Fr [...] við á framsýningini. Olivur við Neyst sigur í stuttari viðmerking: ? Landslagið er framvegis frammaliga í hugaheiminum, tá tað snýr seg um myndevnið, tó soleiðis at eg framflyti og einfaldgeri motiv, sum [...] , flaggdagin 25. apríl, letur upp nýggj framsýning í Listaglugganum, Niels Finsensgøta 25 í Havn. Tað eru listamennirnir Olivur við Neyst, Torbjørn Olsen og Eyðun av Reyni sum sýna fram. Umleið 30 málningar
Tað er ikki á hvørjum degi, at vanligir borgarar fáa eina innkalling frá løgtingsins fíggjarnevnd, men eru tað í staðin umboð fyri áhugabólkar, vinnufeløg ella stovnar, ið vanliga sleppa at stíga fram [...] fíggjarnevndini, fyri har at greiða fíggjarnevndarlimunum frá teirra royndum við almennu skipanini. - Eg eri glaður fyri, at fokus er sett á evnið, tí hetta er eitt evni, ið manglar eitt veruligt kjak í Føroyum [...] veikastu í samfelagnum. Hendan samgongan fór upp á val at lyfta tey allar veikastu í samfelagnum, men man er ikki komin víðari. Vit eru onkursvegna uppsteðgað, sigur løgtingsmaðurin og leggur afturat, at samgongan
u. Tað vísir seg, at brunnurin er illa dálkaður, men enn er óvist, hvørjum hann er dálkaður av. Og í gjárkvøldið fingu nøkur børn, sum vóru farin at vassa í hylinum øgiligan skriða á holdið. Tað er vatnið [...] staðfesta, at vatnið er illa dálkað, og at hetta er orsøkin til skriðan. Børnini er øll millum 3-7 ár. Enn veit ongin at siga, hvørja dálking talan er um. Tórshavnar kommuna mælir fólki frá at spæla og vassa [...] vatnið í gamla vatnbrunninum, ið er illa dálkað, at tað elvdi til øgiligan skriða hjá børnunum, sigur Tórshavnar kommuna. Húðin rodnaði og sviðin var so øgiligur at børnini ýldu av pínu og skriðaðu so nógv
Eitt par í Danmark er ákært fyri at hava misbrúkt børnini hjá sær, tað sigst at vinfólk hjá foreldrunum hava eisini tikið lut, skrivar tv2.dk í dag. Tað er ein familja sum er frá umráðnum í Vejen, í Danmark [...] bundin uppá ymiskar mátar, verið mál til knívkast, og mangt annað. Børnini vóru tikin frá foreldrunum í 2000, tað er dóttur teirra sum meldar tey fyri missbrúk, ákæran byggir upp á sera umfatandi frágreiðingar [...] Danmark, har kvinnan er biologisk mamma til øll børnini, og maðurin til tvey teirra. Bæði foreldrini nokta seg sekan í málinum. Ífylgi ákæruni eru børnini javnan misbrúkt, eins og fleiri fólk hava verið
traðarmannin burtur úr Havnini og tað heldur hann er nógv fyri. - Traðirnar eru til stóra gleði fyri tey, sum leiga tær, men tað gleðina ætlar býráðið nú at taka frá okkum. Heldur enn at seta leiguna upp [...] at hækka leiguna fyri traðir og urtagarðsstykki, verður tað ein vanlukka fyri tey, sum leiga sær eitt jarðarstykki frá kommununi. So bersøgin er formaðurin í Traðarmannafelagnum, Jørleif Kúrberg, um ætlanina [...] søgu stutta, er ætlanin hjá kommununi at hækka prísin á leigutrøðum og urtagarðsstykkjum hesi næstu fáu árini soleiðis, at kommunan skal fáa eina hálva millión meiri inn í leigu um árið. Hetta er peningur
fyri og í hesum sambandi er tað ringt at fáa játtan til serundirvísing Tí heldur hon, at ein loysn kundi kanska verið, at færri børn vóru í hvørjum flokki, so tað var betri tíð til einstaka barnið [...] barnið. Jenis av Rana sigur, at barnatalið í hvørjum flokki er so ymiskt sum tað, at í tveimum skúlum er bara eitt barn og í onkrum skúla, har flokkar eru samanlagdir, eru heili 53 børn í flokkinum. Eftir lógini [...] hesum skúlaári eru tað 159 flokkar, har tað eru minst 20 børn í flokkinum. Jenis av Rana sigur, at í 87 flokkum, eru 20 – 23 børn og í 72 flokkum, eru 24 børn. Jenis av Rana sigur, at tað kann verða torført