Føroyska Team Rynkeby úttikið

Fyrireikararnir hava funnið tey 35 fólkini, ið skulu manna føroyska súkkluliðið

Nú eru tey 35 fólkini, ið skulu manna tað føroyska Team Rynkeby súkkluliðið, funnin.

 

Týsdagin fingu 35 av teimum 140, sum høvdu sent umsókn inn, boð um, at tey sleppa at súkkla til París komandi summar.

 

Endamálið við súkklingini er at savna inn pengar til krabbameinsrakt børn og teirra familjur.

 

- Hóast vit fingu nógvar umsóknur frá fólkum, ið vildu verða partur av súkkluliðnum, so hevur tað ikki verið so torført at velja, hvørji tey 35 skuldu vera. Team Rynkeby í Danmark hevur ásett nakrar leiðreglur í sambandi við samansetingina á hvørjum einstøkum liðið, sigur Aksel Haraldsen, ein av stigtakarunum. Eitt nú skal býtið av konufólki og mannfólki vera nøkunlunda javnt, tey skulu koma ymsastaðni úr landinum og úr ymsum samfelagsstættum.

 

Komandi vikurnar fer fyrireikingarbólkurin at leggja alt arbeiðið til rættis, og har er rættiliga nógv, sum greiða skal fáast á.

 

- Vit skulu fáa til vega klæðir, súkklur, planleggja rutuna, leggja venjinartíðir til rættis og hava eina ætlan fyri sjálvari peningainnsavnanina, greiðir Aksel Haraldsen frá og leggur afturat, at í oktober mánaði verður farið undir fyrstu venjingarnar.

 

Tey fólkini, sum sendu inn umsókn, men ikki eru sloppin við á liðið, hava eisini fingið boð.