Laksasjúka
Er talan veruliga um ILA-sjúkuna, sum er farið at gera um seg í Oyndafirði, er tað ikki lætt at siga, hvaðani sjúkan er komin.
? Tað kunnu vit bert hava okkara gitingar um, sigur hann.
Men tað er ein sannroynd, at ILA smittar ógvuliga illa. Og tað er vert at leggja til merkis, at Funningsfjørður liggur næstur Oyndafirði, har ILA varð staðfest herfyri.
Somuleiðis kann vísast á, at Oyndafjørður er grannafjørður við Fuglafjørð, har ILA varð staðfest á fyrsta sinni.
Verður endaliga úrslitið, at tað er ILA, sum er komið í alibrúki í Funningsfirði, er tað sostatt í trimum grannafirðum, at sjúkan er staðfest.
Peter Østergaard, djóralæknii, sigur, at sjálvsagt er fryktandi fyri, at smittan eisini er farin hinvegin, so at Gøta er næsta plássi, sum stendur fyri tørni.
Men hann sigur, at vónandi eru vit um ikki so langatíð komin har til, at vit kunnu taka blóðroyndir av fiski í alibrúkum, sum kunnuv erða smittað.
Fyribyrging av stórum týdningi
ILA-sjúkan varð fyrstu ferð staðfest í Bremnes í Horðalandi í Noregi í 1984. Síðani er hon staðfest í Skotlandi, í Kanada, í Kili og nú eisini í Føroyum.
ES hevur sett ILA á listan yvir álvarsamar sjúkur og kann tí sýta fyri at innflyta laks úr økjum, har ILA gongur.
Í eini bók um fiskasjúkur, stendur, at skal ILA forðast í at smitta, er tað av allarstørsta týdningi at seta heilsufrøðiligar reglar í verk.
Sjúkur fiskur má verða burturbeindur so skjótt sum gjørligt og tað er sera týdningarmikið, at avlopsvatn frá slátuvirkjum og laksavirkjum, verður sóttreinsað og at slógvið verður burturbeint forsvarliga. Samstundis er tað umráðandi at smolt verður keypt frá so fáum smoltalarum sum gjørligt, tí tess fleiri ið verða brúktir, tess størri er smittuvandin.
Samstundis er tað neyðugt at deyður fiskur verður tikin minst einaferð um dagin í summarhálvárinum.
Peter Østergaard sigur, at eitt, tað mest týdningarmikla er, at tað ikki eru fleiri ættarlið av fiski á sama plássi.
Og Hann heldur, at tað er neyðugt, at føroyingar ganga tann vegin, at hvørja ferð, fiskur verður tikin í einum øki, skal økið fáa frið í ein mánaða, áðrenn fiskur verður settur í tað aftur.
? Trupulleikin er, at tað er plásstrot í Føroyum. Men hava vit bara eitt ættarlið á hvørjum plássi, ber til at hava fleiri fiskar í hvørjum brúki. Tað skuldi uppviga tapið av, at eitt økið verður lagt stilt í ein mánaða.
? Men í løtuni kosta sjúkurnar rættiliga nógvan pening, so eg ivist í, um talan hevði verið um nakran miss samanumtikið, sigur hann.
Í Funningsfirði eru fleiri ættarlið av fiski, summur fiskur er bara 100 gramm, annar er 4-6 kilo. Spurningurin er, hvussu farið verður fram, tí skal tann smái fiskurin sleppa at veksa seg stóran, gongur long tíð, áðrenn økið verður lagt stilt aftur.
Tilsamans eru um 1,2 milliónir fiskar í Funningsfirði.