Tað er, sum tað plagar at vera á hvørjum ári í august mánað. Hetta snýr seg ikki um hoygging og havhestaungar og nýtt skúlaár, men hetta snýr seg um europeisku meistarakappingina í kvinnufótbólti.
KÍ kvinnurnar eiga heimsmetið í at vinna flest meistaraheitið á rað. Tí luttaka tær á hvørjum ári í undankappingini, og tí eru tær einasta liðið, sum luttaka í hesi kappingini fyri seytjandu ferð á rað.
Í ár fer bólkur sjey, sum tær úr Klaksvík eru partur av, at spæla sínar dystir í Kroatia.
KÍ ferðalagið fór fyrr í dag úr Vágum. Fyrsti dysturin verður týsdagin klokkan 14 ímóti íslendska meistaraliðnum Stjarnan úr Reykjavík. Næsti dysturin verður um eina viku – fríggjakvøldið 25. august klokkan 18.15 – ímóti kroatiska meistaraliðnum Osijek. Síðsti dysturin verður annan mánadag – tann 28. august klokkan 15.00. Tá verður mótstøðuliðið Istatov, sum er makedonskur meistaraliðið.
Einasta av hesum trimum liðunum, sum KÍ kvinnurnar áður hava spælt ímóti í europeisku meistarakappingini, er Stjarnan úr Reykjavík. Tá ið KÍ og Stjarnan hittust trettanda august í 2015, vann íslendska liðið 4-0.