So hevur Hans Pauli Samuelsen avgjørt hvørjum hann spælir við komandi árini. Hann hevur skrivað ein tvey ára sáttmála við EB/Streym.
Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá í dag. Hans Pauli hevur verið ein lyklaspælari hjá EB/Streymi í nógv ár, og er ein av lokalu spælarunum, sum hevur verið við til ímynda EB/Streym sum tað felagið vit kenna tað í dag. Frálíki bóltførleiki og neyvu sendingarnar hava skapt mangan málmøguleika til eitt nú Arnbjørn Hansen, sum somuleiðis hevur skrivað nýggjan tvey ára sáttmála við meistaraliðið.
Hans Pauli hevur sum skilst verið í samband við Víking, ið møguliga missur Kaj Leo Í Bartalsstovu um hann fær ein møguleika at royna seg uttanlands. Tað hevur heldur ikki sæð serliga gott í EB/Streymi í eina tíð, men nú hava Levi Hanssen, Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen og nú Hans Pauli Samuelsen allir longt sáttmálan.
Støðan í felagnum er nú, at Sorin Anghel og Jónhard Frederiksberg hava skift felag og Pauli G. Hansen er givin, meðan Gunnar Zachariasen er komin úr B36. Enn er ógreitt um Egil á Bø heldur fram.