svimjing
Svimjikapping verður í Klaksvík komandi vikuskiftið , leygardagin 27 sep. og sunnudagin 28 sep. 2003
Hetta er ein kapping fyri bólkarnar 4, 5 og eldri. Bólkur 4 eru tey ið eru fødd 89-90, bólkur 5 eru fødd 87-88, og so tey elstu eru fødd 86 og seinni.
Hetta er ein langteina kapping, har teir longru teinarnir verða svomnir. Teinarnir ið svomnir verða eru : 100m blandað svimjing, 200m bringa,frí,rygg og blandað svimjing, 400m frí og blandað svimjing,800m og 1500m frí svimjing og so verða eisini liðkappingar.
Grandprixkappingarnar hesaferð verða 200m frí og 200m rygg svimjing.
Kappingin byrjar leygardagin kl. 13:30 og svomið verður allan seinnapartin. Sunnumorgunin byrjar kappingin kl. 09:00. Sunnudagin seinnapartin byrjar kappingin kl. 14:00.