Rógvi Nybo
Føroyar er eitt frælst land, og hvørjum stendur frítt at fylgja sínum dreymum og gera sum teimum lystir. Og tó. Á hvørjum ári verða nýggj forboð sett í verk, sum skulu forða okkum vanligu borgarum at gera hetta og hatta.
Vanliga argumentið er, at hetta verður gjørt fyri okkara egnu trygd, okkara egnu heilsu og okkara egnu framtíð. Á henda hátt lóggeva teir fólkavaldu, hvussu vit einstøku eiga at liva okkara lív á besta hátt. Hetta er áleið sum at reka seyð í rætt. Kynstrið er at fáa seyðin at trúgva, at hann gongur hagar av egnum fríum vilja.
Fleiri av hesum forboðum hava skapt øsing og elvt til mikið kjak. Nøkur teirra verða við tíðini góðtikin, og tað kemur eisini fyri, at fólk ikki vildu verið forboðini fyri uttan, tá ein tíð er liðin. Eitt gott dømi um hetta er »Roykilógin frá 2008«. Onnur forboð elva hvørt ár til kjak og øsing, eitt nú »Halgidagslógin« frá 1923. Nøkur uppskot til forboð verða tó ongantíð til nakað, meðan onnur uppskot bert verða skúgvað til viks fyri fyrst.
Rúsdrekka
Tá forboð skulu setast ella takast aftur, eru er rúsdrekka eitt av evnunum, ið javnan er uppi og vendur.
Tann 8. november í 1992 lat Rúsdrekkasøla Landsins á fyrsta sinni dyrnar upp, og harvið høvdu Føroyar fingið einkarsølu av rúsdrekka. Áðrenn hetta kundi einhvør persónur yvir 18 ár, sum ikki skyldaði í skatti, bíleggja sær eina avmarkaða nøgd av rúsdrekka úr Danmark.
Endamálið við einkarsøluni var at tálma nýtsluni av rúsdrekka í Føroyum. Men bæði áðrenn og aftaná, at Rúsdrekkasølan varð sett á stovn, hevur rúsdrekka javnan verið uppi og vent. Í fjør samtykti Løgtingið at bloyta rúsdrekkalógina upp, soleiðis at til ber at bryggja sterkt øl í Føroyum. Og so seint sum í seinastu viku var eitt uppskot frammi um at banna allari sølu av tollfríum rúsdrekka og tubbakki. Í fleiri umførum hava útskeinkingarloyvi eisini verið uppi og vent.
Tubbakk
Ein annar favorittur hjá politikarum, tá talan er um at seta ymisk forboð og seta avgjøld á, er tubbakk. Í fleiri umførum eru avgjøldini á sigarettir og tubbakk hækkaði. Eitt tað størsta inntrivið í samband við royking varð gjørt í 2008, tá sokallaða roykilógin varð sett í gildi, ið bannar royking á arbeiðsplássum og støðum, har almenningurin hevur atgongd, herundir eitt nú matstovur, náttklubbar og so framvegis.
Aldursmarkið er eisini hækkað fyri nøkrum árum síðani, soleiðis at tað er bannað at selja sigarettir til fólk undir 18 ár.
Í 2009 varð talið á sigarettum, ið ferðandi kundu hava við inn í landið uttan at gjalda toll, lækkað úr 200 niður í 100 sigarettir. Og so seint sum í seinastu viku skeyt Fólkaheilsuráðið upp, at vit eiga at banna øllum innflutningi av tollfríum tubbakki og rúsdrekka. Í farnu viku var eisini upp á tal at banna allari sølu av sigarettum í Føroyum.
Útgongubann, píkar og striptease
Men tey samtyktu uppskotini eru ikki tað einasta, ið skapar røring millum fólk. Seinastu árini hava fleiri rættiliga víðfevnd uppskot verið frammi, ið skulu tryggja føroyinganna heilsu og moral. Í 2003 var uppskot frammi um at seta útgonguforboð fyri børn og ung um náttina.
Á hvørjum vetri í fleiri ár hava píkadekk verið uppi og vent, og í fleiri umførum hevur roynt verið at fáa bannað nýtsluni av píkadekkum í Føroyum. Eisini hevur borgarstjórin í Havn tosað fleiri ferðir um at banna píkadekkum í høvuðsstaðnum, fyri at spara upp á vegirnar.
Eitt annað, afturvendandi evni, er striptease. Líka sikkurt sum at ólavsøka er á hvørjum ári, næstan líka sikkurt er tað, at forboð móti striptease verður skotið upp, hetta fyri at forða fyri moralskum forfalli.
Heilsa toppar, men pengar vinna
Tá politikararnir velja at gera hesi víðfevnandi inntrivini í gerandislívið hjá vanliga føroyinginum, er tað sum oftast við heilsuni sum argument. Sagt verður ofta, at hesi tiltøk verða sett í verk fyri at betra um heilsuna hjá føroyingum. Hetta argument var serliga galdandi, tá Roykilógin varð sett í verk í 2008, men eisini tá sokallaða »Grønakeks« uppskotið varð samtykt í 2003.
Ein sannroynd er tó, at ofta eru tað pengar, ið stýra, tá forboð og avgjøld skulu setast á vørur. Tá avgjaldið verður sett upp á rúsdrekka, tubbakki og søtum vørum, munar tað ofta væl í landskassanum. Henda freisting er ofta ring hjá politikarum at standa ímóti. Fleiri pengar í kassan merkir fleiri pengar til íløgur ella skattalættar, sum jú altíð eru populer – serliga í valári.
rogvi@sosialurin.fo
-----------
Forboð og Frámæli
Forboð, sum eru galdandi
Forboð móti at roykja á almennum støðum, arbeiðsplássum, skúlum, dagstovnum osf. (Roykilógin, 2008)
Forboð móti at nýta solarium fyri tey, ið eru undir 18 ár
Forboð móti innflutningi og nýtslu av spæliautomatum, har vinningur verður latin (1975)
Forboð móti stórum kontantum gjøldum yvir 100.000 krónur (Hvítvaskløgtingslógin - 2008)
Forboð móti at selja rúsdrekka aðrastaðni enn í Rúsuni (1992)
Forboð móti innflutningi av kamphundum (2004)
Forboð móti at dansa, arbeiða og larma í halgidøgum (Halgidagslógin, 1923)
Forboð móti øllum handli av vørum við Irak (1994)
Uppskot um forboð, sum hava verið frammi
Uppskot: Banna innflutningi og sølu av sigarettum heilt (miðflokkurin / fólkaheilsuráðið)
Uppskot: Banna sølu av tollfríum tubbakki og brennivíni (fólkaheilsuráðið)
Uppskot: Banna fólki at roykja inni hjá sær sjálvum
Uppskot: Banna Striptease
Uppskot: Banna píkadekkum (Yvirhøvur og í Havn)
Uppskot: Banna verkfalli hjá ymsum bólkum í samfelagnum (Strandfaraskipini)
Uppskot: Banna børnum at ganga úti um náttina (2003)
Beinleiðis Frámæli:
Mæla frá at eta grind og spik (Fólkaheilsuráðið - 2008)
Óbeinleiðis frámæli:
Hækka avgjaldið á sigarettum (í fleiri umførum)
Lækka hámarkið á talið av tax-free sigarettum og tubbakki (2009)
Hækka prísin á rúsdrekka (í fleiri umførum)
Hækka avgjaldið á søtum, ósunnum vørum og sigarettum – (»Grønakeks« uppskotið 2003)