tað hjá mær í Kongsvinger. Her verður roknað við, at eg skal vera millum berandi kreftirnar, tí eg havi nógv fleiri royndir, enn teir flestu spælararnir, ið eru ungir. Tað leggur stórt trýst á meg, men [...] vongverjan Eirik Bakke til Leeds United, og upprunaliga koma Flo menninir úr felagnum. Sogndal er ein lítil skúlabýur. Har búgva sjey túsund fólk, men tá lestrarárið byrjar aftur, koma eini tvey túsund
hevur í fleiri ár verið mettur at vera ein tann besti dómarin í landinum, og vit spyrja hann tí, um hann hevur lagt floytuna frá sær fyri well: ? Í summarsteðginum havi eg boðað Óla Holm, formanni í dómaranevndini [...] afturat: ? Eg havi dømt síðani 1973. Tey seinastu 7-8 árini hava eg aftur og aftur ætlað mær at givist, men nú fekk eg upp í lag. Tey fyrstu árini spældi eg við VB, men síðani sumbingar komu uppí, havi eg spælt [...] spælt við teimum. Í 1977 vóru vit í 3. deild, og eg havi dømt í bestu deildini síðani tá. Eg haldi, at tað er ein stórur fyrimunur at spæla og døma samstundis og at døma skjótt eftir at tú ert givin at spæla
seyði somu leið, vit nú sigla. Ein døpur søga, sum líkasum tekur eitt sindur av tí stórbæra frá oynni. Tignarlig móttøka Jú, vit koma inn at lendingini. Eina løtu kundi ein ivast í, um hetta veruliga var [...] Góður gongumaður Í søguni um Barbaru, sum flestir føroyingar kenna, varð Harra Pál ( Poul) ein túr í Mykinesi. Ein lagnutúrur kann av sonnum sigast, at hann gjørdist. Barbara var ikki við. Í dag var tað Barbara [...] eru so góðir við land sítt, sum teir eru. »Eg eri fullur av undran yvir tað, eg havi sæð og upplivað á túrinum,« segði ein sera hugtikin forsætisráðharri. Men tað var ikki leingi, Adam var í Paradísi, og
at byggja framtíðina á ein løtustemning , sum ráddi á vári 1998, partvís skaptur av einari subjektivari sjónvarpssending. Í samband við sjálvstýrismál , havi eg ein spurning til ein setning niðast á síðu [...] sum fram um aðrar setur seg yvir løgtingið, kundi hugsa sær ein part av Als-fæðnum til at fíggja barnsburðargrunn. Eg vóni at hetta er ein líka stórur fusari, sum allir hinir fusararnir, hesin ráðaríki [...] prísir og lág renta. Onga av hesum orsøkum hevur samgongan haft ávirkan á. Hinvegin fær arbeiðsfólkið ein yvir nakkan frá samgonguni, tí sagt verður at kappingarføri hjá vinnuni er versna í sambandi við tær
í Eystursjónum, men einamest undir Føroyum. ? Eg havi verið við fleiri bátum á landleiðini, onkrum trolara og serliga havi eg róð út. Skipini, eg havi verið við, eru mong. Stapin, Maskot, Jógvan Norði [...] lívsstarv, men sjálvur sigur hann, at hesar gitingar eru eins skeivar og aðrar. ? Mær hevur dámt væl at verið prestur. Stóran part av lívinum havi eg lisið guðfrøði, við tí fyri eyga at sleppa at boða Guðs [...] eru konan og familja mín annars, sigur Andreas Andreasen, sum onki annað starv hevur í væntu. ? Eg havi ikki ánilsi um, hvat eg fari at gera. Annað prestastarv fari eg ikki í fyribils. Kanska fari eg til
Nú eri eg ein av teimum, ið ongantíð havi skilt hesa áskoðan. Fyri mær tykist hendan veiting at hava verið eitt satt vælsignilsi fyri Føroyar. Tí stórur partur av -føroyska heilsuverkinum -skúlanum -a
millum KÍ og Sogndal, men eg havi fingið ein sáttmála, sum eg eri stak væl nøgdur við. Tvær ferðir áður hevr tað staðið mær í boði at gerast yrkisspælari. Báðu ferðirnar havi eg borið meg undan. Hetta mundi [...] teir vilja hava ein royndan mann, sum kann ganga undan. Flestu spælararnir eru ungir og óroyndir, og norðmenninir søgdu, at teir roknaðu við, at eg fór at fáa sama leiklutin, sum eg havi havt í KÍ, sigur [...] , og tað var ikki torført at taka av. Eg havi spælt í 1. deild í mong ár, og hetta verður nýggjur íblástur til síðstu fótbóltsárini. Jákup í Stórustovu var ein dugnaligur samráðingarmaður fyri meg, og
spælarunum hjá mær, eg ynski teimum alt tað besta, og eg haldi, at tað er hugaligt hjá Kurt at fáa ein sovornan møguleika. Men vit fara at sakna hann ómetaliga nógv. Kortini haldi eg, at vit framvegis hava [...] megnað at staðið okkum, hóast hesar missirnar, og sjálvt um vit fara at sakna Kurt ógvuliga nógv, so havi eg tað álit á okkum, at vit fara at standa okkum. Vit miðja eftir meistaraheitinum, og vit rokna við
postmannin, sigur bispur vera vandan fyri at fáa ymiskt skotið í skógvarnar, sum ein ikki minnist at hava sagt. ? Eg havi brent meg áður í hesum sambandi. Fuglafjarðarprestur ákærdi meg fyri at vera í stríði [...] prestastarvi, søgdu seg í skrivi stuðla hinum víðgongda fuglafjarðarpresti, og Andreas Andreasen var ein teirra. Metingarstøðið óbroytt í 52 ár Áhugavert kundi verið at vita, um metingarstøðið, ið nýtt verður [...] maðurin, ið gingið hevur á odda í stríðnum, er ongin loyna, at stríðið er harnað munandi seinasta árið. Ein tilhugsaður møguleiki er, at Andreas Andreasen um nøkur ár søkir annað prestastarv. Vit spurdu Hans
hann hevði verið, um dysturin t.d. hevði verið spældur klokkan 18. Nógvar vinir Tomislav Sivic er ein nærlagdur venjari, og tá tú tosar við hann um Ankaragücü, so tykist hann vita so nógv um teir, at hann [...] arbeiða sum venjarar. Tá eg hoyrdi, hvat mótstøðuliðið hjá okkum fór at vera, setti eg meg í samband við ein, sum fyri tveimum árum síðani var í Turkalandi, og jugoslaviska fótbóltssambandið hjálpir okkum fegið [...] og Jens Kristian Hansen hava ilt við at seta seg upp, tá tað verður spælt í landskappingini, men eg havi sagt við teir, at í dag rokni eg avgjørt við, at teir fara at vísa sama hugburð, sum teir altíð vísa