Metingarstøðið í kirkjuni er óbroytt

Í sambandi við, at fráfarandi hvalbiarprestur kanska aftur fer at søkja starv í Føroyum um nøkur ár, sigur bispur, at presturin verður eins væl skikkaður tá, sum í 1995. Einasta, sum er broytt í sambandi við starvssetanir, er, at bispur er farin at spyrja, hvørja hugsan prestarnir hava um aðalmál í kirkjuni. Annars harmast bispur um kirkjustríðið, ið hann skírir hitt mest óneyðuga, ið verið hevur

Høgni Mohr


Andreas Andreasen, prestur í Hvalba, boðaði í farnu viku frá, at hann leggur frá sær. Orsøkirnar til uppsøgnina eru persónligar, og hava sambært Andreasi onki samband við ósemjuna í føroysku fólkakirkjuni, sum hvalbiarprestur eisini hevur verið partur av.

Seks mans, sum eru í prestastarvi, søgdu seg í skrivi stuðla hinum víðgongda fuglafjarðarpresti, og Andreas Andreasen var ein teirra.


Metingarstøðið óbroytt í 52 ár

Áhugavert kundi verið at vita, um metingarstøðið, ið nýtt verður tá prestar verða settir í starv, er broytt, síðan Andreas Andreasen varð innsettur í 1995. Hóast fráfarandi presturin ikke er maðurin, ið gingið hevur á odda í stríðnum, er ongin loyna, at stríðið er harnað munandi seinasta árið.

Ein tilhugsaður møguleiki er, at Andreas Andreasen um nøkur ár søkir annað prestastarv. Vit spurdu Hans Jacob Joensen, bisp, um fráfarandi hvalbiarprestur verður verri fyri til ta tíð, tí komið er fram, at hann, í summum førum, tekur undir við mest víðgongda vonginum í fólkakirkjuni.

? Tað haldi eg ikki, tí almenna metingarstøðið er hitt sama, sum tað hevur verið síðan 1947, tá kvinnuligir prestar vórðu góðkendir við lóg. Hevur tú guðfrøðisprógv, og ert vígdur, so kanst tú virka sum prestur?


Bispur kunnar kirkjuráðini

? Einasta, sum vart eisini hevur verið gjørt við í fjølmiðlunum, er, at eg nú royni at kunna meg um viðurskifti hjá umsøkjarum. Hesar upplýsingar haldi eg hava týdning fyri kirkjuráðini, ið skulu manna prestastørvini. Tey eiga at vita, hvørja støðu prestur hevur. Seta tey hann í starv undir øllum umstøðum, ja so munnu tey liva við tí, sigur bispur, og leggur afturat, at vil prestur ikki siga sær, hvørja hugsan hann hevur um týdningarmiklu viðurskiftini, so verða kirkjuráðini kunnað um, at umsøkjarin hevur valt at tiga.


Kvinnur hava

somu rættindi

Føroya bispur sigur, at tað liggur púra greitt í lóggávuni, hvørjum kirkjan stendur fyri, men at summi øki í kirkjuni hava kámari mørk.

? Tá so er, er neyðugt at geva fólki rúmd fyri ymiskum hugsanum. Men trupulleikar stinga seg upp, tá summi vilja vísa hugsan sína, á ein hátt, sum gongur út yvir onnur menniskju. Kvinnuligir prestar eiga somu rættindi, sum menninir, og hesum noyðast teir, ið halda tað vera skeivt við kvinnuligum prestum, at liva við, staðfestir hóvsami bispurin í Føroyum.

Hann mælir umsøkjarum til prestastørv til at gera upp við seg sjálvar, um teir kunnu virka undir treytunum, sum m.a. eru, at kvinnuligir og fráskildir prestar hava somu rættindi sum hini í fólkakirkjuni.

? Ber til at loysa trupulleikan við ymsu hugsanunum, uttan at tað gongur útyvir nakran, kunnu vit væl liva við hesum; tað hava vit fyrr kunnað, leggur bispur dent á. Hann sigur, at tær broytingar, sum eru farnar fram í fólkakirkjuni, eru hendar, áðrenn meginparturin av virkandi prestunum var føddur.

? Hetta hava prestarnir eisini vitað, áðrenn teir fóru undir guðfrøðislesturin, heldur bispur, sum kennir tað sum skyldu sína, at kunna kirkjuráðini um, hvørjar hugsanir kandidatarnir hava um hesi eldfimu viðurskifti.


Sálarhirði sálarhirðanna

Í kjakinum um kirkjulig viðurskifti, tykist tað, sum einstaklingseyðkenni teirra harðmæltastu presta, eru vorðin meira ella minni almenn. Keldur hjá Sosialinum halda, at í hesum leiki, hava onkrir prestar beinleiðis avdúka menniskjaligar veikleikar, t.d. undir ósemjum um bústaðarviðurskifti.

Sosialurin spurdi bisp, hvørja støðu hann hevur til hesar hugsanir, og hvønn leiklut hann eigur at spæla í hesum sambandi. Skal hann vera uttanveltaður fyrisitari, ella skal hann vera sálarhirði sálarhirðanna..?

Hans Jacob Joensen, sigur í hesum sambandi, at hann sjálvandi roynir at vera sálarhirði.

? Eg havi sagt við allar prestarnar, at teir altíð eru vælkomnir at tosa við meg um alt. Hetta vita teir. Vilja teir heldur tosa við onkran annan eldri prest, so er tað eisini í fínasta lagi. Tilboðið um, at teir til eina og hvørja tíð kunnu venda sær til mín er altíð galdandi, sigur bispur, sum roynir at vitja prestarnar so ofta sum tilber.


»Eg varð avvístur«

Í skrivaðu fjølmiðlunum hevur ósemjan millum fuglafjarðarprest og bisp verið líkt rættiligari orrustu. Eftir hesum at døma, kann samskiftishátturin tykjast heldur ómentaður og andleysur. Átti tú ikki sum bispur at fari til Fuglafjarðar og tosa við Peter O.K. Olofson, og harvið víst hitt størsta sinnið..?

? Eg havi tosað við fuglafjarðarprest, til tess at royna at loysa alt í friði og semju. Eg bjóðaði meg til, men varð avvístur. Tá eg vildi vera við at loysa trupulleikan, og maðurin sigur nei; ja, so geri eg ikki meira, sigur bispur avgjørdur.

Orsøkina til, at samskiftið millum seg og Peter O.K. Olofson gongur gjøgnum postmannin, sigur bispur vera vandan fyri at fáa ymiskt skotið í skógvarnar, sum ein ikki minnist at hava sagt.

? Eg havi brent meg áður í hesum sambandi. Fuglafjarðarprestur ákærdi meg fyri at vera í stríði við læru fólkakirkjunnar, og tí kann eg ikki samskifta við hann á ein øðrvísi hátt. Hesar skuldsetingar vóru so álvarsamar, at eg, sum bispur, ikki kundi hava tær sitandi á mær, sigur Hans Jacob, sum ikki heldur at sleppast kundi undan orrustuni millum seg og fuglafjarðarprest.

? Einasti háttur var, um eg segði, at vit skulu síggja burtur frá rættindunum, ið lóggávan gevur t.d. kvinnuligum prestum, og tað ber ikki til at leggja lógina til viks. Undir øllum umstøðum er tað ikki mín uppgáva, sigur Hans Jacob Joensen.


Óneyðugt stríð

Føroya Bispur vónar, at tá úrskurðarnir koma úr kirkjumálaráðnum um stutta tíð, fer friður at falla yvir tí annars hóvsomu føroysku fólkakirkjuna.

? Tað stríð, sum her hevur staðið, er hitt mest óneyðuga, ið verið hevur. Her hevur verið friðarligt, og fólk hava verið góð við kirkjuna, sum stendur sera sterk í mun til aðrar. Tí er tað úrsýna harmiligt, at slíkt stríð skal hava elvt til so álvarsligar trupulleikar?

Sambært bispi er neyvan nóg mikið, at úrskurðurin frá kirkjumálaráðnum verður púra greiður, sum hann áður hevur verið í máli um kvinnuligan prest. Tann úrskurðurin skapti sum kunnugt ikki frið.

Í hesum sambandi ger bispur vart við, at Peter Oluf Krag Olofson, í roynd og veru, ikki hevur sagt upp. Talan er um eina fráboðan til kirkjuráðið á staðnum um, at hann ætlar sær at siga upp.

Danska kirkjumálaráðið hevur einar sjey klagur at viðgera, og úrskurðarnir í hesum málum koma væntandi um eina viku, ella so?