Fyri fyrstu ferð síðani hann fyri tveimum vikum síðani fór úr Kongsvinger og til Sogndal á vesturlandinum, royndi Julian Johnsson seg sunnudagin á nýggja heimavøllinum.
Áskoðararnir vóru 869 í talið, og millum teirra vóru foreldrini hjá Juliani. Tey sóu heimaliðið vinna 3-1, eftir at støðan í steðginum hevði verið javnleikur 1-1. Sogndal kom á odda longu í 3. minutti, men Haugesund javnaði eftir 22 minuttir. Í 49. minutti kom Sogndal upp á 2-1, tá teir fingu fulla nyttu burtur úr brotssparki, og tveir minuttir fyri leiklok staðfestu teir sigurin.
Norsk bløð siga, at Sogndal vann, tí miðvøllurin hjá teimum var betri, enn miðvøllurin hjá Haugesund, og tað ljóðar hugaligt hjá Juliani Johnsson, sum var á miðvøllinum hjá heimaliðnum, sum sambært VG vísti besta avrikið higartil í ár.
Í næstbestu norsku deildini eru 14 lið, og Sogndal hevur nógv at spæla fyri, tí teir eru ikki hægri enn á 9. plássi. Teir hava 24 stig, og oddaliðið Start hevur 33 stig. Nummar 7 og 8 hava eisini 24 stig.
Góðar umstøður
Sogndal er eitt væl skipað fótbóltsfelag, og tað tykist sum umstøðurnar eru væl tryggari, enn tær hava verið og framvegis eru í Kongsvingar (teir taptu aftur í vikuskiftinum og tykjast nú so at siga fullvísir í at flyta niður).
Julian var leikbannaður næstsíðsta vikuskifti, so hann hevur havt góða tíð at finna seg til sættis:
? Tað kemst ikki uttanum, at tú missir sjálvsálitið, tá tú hvørja ferð, tú spælir, fært at vita, at avrikið ikki var gott, og lagið og framtíðar møguleikarnir sum spælari gerast ikki betri, tá tú situr nógv á beinkinum. Soleiðis var tað hjá mær í Kongsvinger. Her verður roknað við, at eg skal vera millum berandi kreftirnar, tí eg havi nógv fleiri royndir, enn teir flestu spælararnir, ið eru ungir. Tað leggur stórt trýst á meg, men eg trívist væl undir trýsti, sigur Julian Johnsson, sum ætlar at leggja nógva orku í fyri at liva upp til álitið, ið eingilski venjarin, Michael Speights, vísir honum. Venjarin hevur áður verið yrkisspælari í Sheffield United og Blackburn. Hann hevur verið venjari í Moss. Teir hava fyri stuttum selt vongverjan Eirik Bakke til Leeds United, og upprunaliga koma Flo menninir úr felagnum.
Sogndal er ein lítil skúlabýur. Har búgva sjey túsund fólk, men tá lestrarárið byrjar aftur, koma eini tvey túsund ung fólk afturat. Umstøðurnar til ítrótt eru stak góðar. Har eru átta venjingarvallir, og felagið hevur eina høll av sama slagi, sum teir í Kongsvinger hava.
Nógv stendur
upp á spæl
Sogndal flutti niður úr Tippeliguni í fjør. Tá seldu teir níggju spælarar, og í ár royna teir at spæla eitt nýtt lið saman. Teir hava ætlanir um skjótt at flyta uppaftur, men tað er ivasamt, um teir fara at megna tað í ár. Tvey lið flyta beinleiðis upp, og triðji besta liðið skal spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tað vil siga, at tað er ikki so langt til toppin, sjálvt um Sogndal er á 9. plássi, men teir kenna eisini botnin brenna undir sær. Fýra feløg flyta beinleiðs niður, og tí telur hvør einasti dystur bæði í stríðnum fyri at fáa fatur á triðja plássinum og at sleppa undan 11. plássinum.
Komandi sunnudag skal Sogndal spæla á heimavølli móti Kjelsås, og Julian Johnsson roknar ikki við, at tað verður nakar trupulleiki hjá honum at koma heim til landsdystin móti Íslandi.