Nú eri eg ein av teimum, ið ongantíð havi skilt hesa áskoðan.
Fyri mær tykist hendan veiting at hava verið eitt satt vælsignilsi fyri Føroyar.
Tí stórur partur av
-føroyska heilsuverkinum
-skúlanum
-almannaveitingum
o.a. eru goldin av hesi veiting.
Tað skal ikki stórt hugflog til at síggja, at veitingin hevur tryggja okkara sjúku og gomlu,børnum og ungu.
Fíggjarliga avleiðingin:
Tá tað nú verður sagt, at veitingin er skaðilig fyri føroyska samfelagið, so standa mong fólk í Føroyum helst spyrjandi.
Hví hevur fullveldissamgongan tikið størstu ríkisveiting í føroya søgu heim og tryggja Føroyum hana í trý ár - samstundis sum teir siga at hon er skaðilig? Teir høvdu havt møguleika at sloppið Føroyum undan nøkrum av hesum ?skaðiliga?
Men higartil hevur samgongan ikki greitt einum føroyingi frá, hvat hendur í føroyska samfelagnum, um ríkisveitingin verður skorin burtur ella avtrappað.
Væl verður tosa um nýggjar vinnur.
Men hvat hendur í Føroyum um nýggjar vinnur ikki fara at blóma í eini nøgd og stødd, ið svarar til eina fullveldis avtalaða, minkandi ríkisveiting?. Tí ongin kann avtala at vinnur í Føroyum skulu vaksa líka skjótt sum ríkisveitingin verður avtikin.
Tað skal heldur ikki stórt hugflog at vita hvør tá fær rokningina: Palliba!
Men núverandi samgonga má hava hana burtur av eini orsøk: ? hon skal loysa.
Eftir standa vit við spurninginum:
Hvussu og hvør skal gjalda tað, ríkisveitingin ger ídag?
Tað eigur fullveldissamgongan at svara uppá áðrenn teir vaða so langt út við føroya fólki at stórur partur ferst!
Vinarliga
Marjus Dam










