Løgmansrøðan var sum eitt valupplegg

Satt at siga so var tað við spenningi at eg setti meg at lurta eftir løgmansrøðuni. Og í fyrstu atløgu skuffar hon ikki. Røðan er full av gyltum lyftum og bjørtum hugsjónum. Nakað sum eitt vælsmurt valupplegg. Batar verða lovaðir á snøgt sagt øllum økjum. Men nærlesur tú røðuna, standa lyftini í leysari luft uttan ítøkiligar ætlanir aftanfyri.

Eg fari at ger viðmerkingar til partar av tí, løgmaður fortaldi okkum í tí raðfylgju, málini eru nevnd.

Í sambandi við tann batnaða búskapin heldur løgmaður, at tað er tí batnandi kappingarførinum fyri at takka. Her kundi eg hugsa mær at vita, hvar og gvussu kappingarføri er batnað. Tann batnaði búskapurin hevur tríggjar orsøkir: Nógvur fiskur, høgir prísir og lág renta. Onga av hesum orsøkum hevur samgongan haft ávirkan á. Hinvegin fær arbeiðsfólkið ein yvir nakkan frá samgonguni, tí sagt verður at kappingarføri hjá vinnuni er versna í sambandi við tær síðstu lønarsamráðingarnar. Hvat skulu vit við eini vinnu, ið ikki megnar at gjalda lønir? Lønarlagið er lægri enn hjá øllum, vit samanbera okkum við. Tað átti vinnumálastýrið at vita.

Tað tykist beinleiðis at vera eitt problem hjá samgongini, at búskapurin er góður. Danir eru byrjaðir at rópa varskóg. Donsk bløð skriva, at tær almennu útreiðslurnar eru eksploderaðar, síðan henda samgongan tók við. Løgmaður gevur bløðunum rætt , men hetta lesa vit ikki í løgmansrøðuni. Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at ein av teimum búskaparfrøðingum, sum landstýri skal ráðføra seg við, sær bjargingina fyri búskapinum liggja í tí minkandi fiskiskapinum. ?Stikk den!?

Fidusina við at seta blokkstuðulin á eina serliga játtan á fíggjarlógina ljóðar sum hokus pokus, men onkur annar man fara at gera meira burtur úr hesum.

Nevnt verður at fiskivinnan minkar við 1%. Hetta man so verða í virði, tí fiskiskapurin er minkaður við heilum 35% bara í ár, uttan at løgmaður nevnir tað. Falla prísirnir, sum vit ikki eru harrar yvir, so rýkur búskapurin. Men hetta hóskar ikki til eina so bjarta løgmansrøðu. Annars er at fegnast um tann góða og sunna vøksturin í alivinnuni. Tunfiskaveiðan er nevnd sum ein alternativ veiða í altjóða sjógvi. Áðrenn vit fara í altjóða sjógv at fiska, so eiga vit at gera okkum greitt, hvusssu leingi útlendskar manningar skulu manna 4 av 6 skipum í føroyskum øki. Hetta er hóast alt okkara dýrasti fiskur. Tað tykir mær bakvent, at japanesarar og filipinarar liggja í føroyskum øki, meðan vit fara í altjóða sjógv.

Fullveldisætlanin gongur sína jøvnu gongd. Fyrireikingin hevur , sum tað sæst, til endamáls at fáa størst møguliga undirtøku fyri ætlanini. Alt seinasta ár var okkara flokkur undir hørðum trýsti frá tjóðveldisflokkinum, teir kravdu, at vit gjørdu teirra politikk til okkara, uttan at teir lótu nakrar sømdir ístaðin. Annað er, at fólkaflokkurin og gamla sjálvsstýri gjørdu loysingarpolitikkin hjá tjóðveldinum til sín politikk. Men at krevja hetta av javnaðarflokkinum í anstøðu tykist í so framligt.

Samgongan vil loysa, meðan javnaðarflokkurin ynskir størst møguligt sjálvstýri í ríkisfelagsskapinum. Samgongan kemur at sanna, at tað ber ikki til at byggja framtíðina á ein løtustemning , sum ráddi á vári 1998, partvís skaptur av einari subjektivari sjónvarpssending. Í samband við sjálvstýrismál , havi eg ein spurning til ein setning niðast á síðu 17. Nær hevur tann danska stjørnin sagt seg vera til reiðar at samráðast um eina varliga búskaparliga tillaging í tí førinum, at vit taka loysingina. Hetta mann vera ynskihugsan , eins og tá Høgni Hoydal skal skerja blokkin í 20 ár eftir loysingina. Mær vitandi hava danskir politikarar bara tosa um 3 til 5 ár. Nei, tað verður ikki javnaðarflokkurin , men Høgni Hoydal, Bjarni Djurholm og aðrir samgongumenn, ið eiga til uppgávu at sannføra veljaran um , at loysingin er bjargingin.

Undir altjóða samstarvi verður fegnast um handilssamstarvið við ES. Og tað er kanska at fegnast um. Men eg hugsi, at talið er skeivt , tá ið sagt verður at 97% av handlinum við ES er fríur. T.d. kann eg nevna, at Havsbrún teknar seg fyri einum 10-12% av okkara útflutningi , og tær pilkaðu rækjurnar telja væl eisini við. So tann fríi handilin man liggja langt undir 97%.

Pensiónsreformurin er blivin eitt ?snik snakk? evni, sum alt annað , sum Helena Dam á Neystabø umsitir. Løgmaður mælir til, at løntakarin sjálvur rindar sína egnu pensión. Sum borgarligur politikari vil hann frítaka arbeiðsgevaran hesa skyldu. Hetta úttalilsi brýtur grundleggjandi við tær arbeiðsmarknaðarpensiónir, ið eru galdandi, har arbeiðsgevarin rindar bróðurpartin. Nú er so nógv tosað , at stundin er komin, at tingið fær at vita , um vit fáa eina solidariska ella eina egoistiska pensiónsskipan.

Sambart pressuni gongur Als-skipanin eina ótrygga framtíð ámøti. Landsstýrismaðurin , sum fram um aðrar setur seg yvir løgtingið, kundi hugsa sær ein part av Als-fæðnum til at fíggja barnsburðargrunn. Eg vóni at hetta er ein líka stórur fusari, sum allir hinir fusararnir, hesin ráðaríki landsstýrismaðurin hevur gjørt. Annars fari eg at spyrja samgonguna, nær brølarakvotan hjá Finnboga Arge er uppbrúkt.

Eg kann bara fegnast um, at Høgni Hoydal fráboðar ein styrktan norðurlandapolitikk, bæði ´í Útnorðurráðnum og Norðurlandaráðnum. Tað er gleðiligt, at samskiftið millum parlamentarikarnar og landsstýrissíðuna skal styrkjast. Tí tað hevur kenst eitt sindur hugstoytt at hoyrt í pressuni, hvat landsstýrismaðurin tekst við í ministarráðnum.

Annars tykist mær løgi, at Landsstýrið, leyst av fullveldispolitikkinum, arbeiðir við einum kravi um sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum. Hetta merkir í verðuleikanum, at Hoydal ikki trýr uppá eitt sítt fullveldi. Tekur samgongan fullveldi ,so fáa vit sjálvstøðuga umboðan uttan tær tingingar, ið nú skullu fara fram.

Veiðuflotin skal endurnýggjast uttan tó at sagt verður frá, hvussu ein nýggjur floti skal fíggjast. Endurnýgging er alneyðug, og bar tað til í 5-ti árunum, so skal tað eisini bera til í dag.

Privatisering av postverkinum eftir sama leisti, sum telefonverkið er fráboðað. Motivini fyri privatiseringini av telefonverkinum vóru altjóða kapping. Væntar samgongan, at útlendsk feløg fara at bjóða seg fram at bera postin út til Fugloyar og Mykenesar? At enda fari eg at takka Anfinni Kallsberg fyri, at hann sparin okkum fyri tað reyp og sjálvforherligilsi, sum eykendi røðurnar hjá undanfarna løgmanni.


Dan Reinert Petersen, tingmaður