Royndu menninir skulu bera B36

UEFA Cup: Tomislav Sivic vónar, at tað fer at síggjast í kvøld, at tað eru fimm landsliðsspælarar á hansara liði

Tá teir í B36 fóru úr Føroyum sunnudagin vóru teir ikki vísir í, nær dysturin í Ankara skuldi spælast í kvøld. Teir vónaðu, at turkararnir fóru at spæla seint á kvøldi, og teir vóru bangnir fyri, at teir fóru at áseta leiktíðina seint seinnapartin. Tað var serliga um hitan og sólina, føroyska ferðalagið hugsaði um.

Tað verður sagt um Ankaragücü, at teir spæla sera kontant ? farna kappingarárið fingu teir 56 gul og 12 reyð kort ? men tá tað ráddi um at áseta spælitíðina vóru teir gestablíðir við B36 (ivaleyst hava teir havt annað enn B36 í huganum). Dysturin í kvøld verður klokkan 20.30 lokala tíð, og hetta er eitt tað síðsta nakar av teimum 38 dystunum í innleiðandi umfarinum í UEFA Cup verður spælt. Fyri B36 kemur hetta stak væl við, tí sjálvandi er hitin væl lægri klokkan 20.30, enn hann hevði verið, um dysturin t.d. hevði verið spældur klokkan 18.


Nógvar vinir

Tomislav Sivic er ein nærlagdur venjari, og tá tú tosar við hann um Ankaragücü, so tykist hann vita so nógv um teir, at hann væl kundi havt sæð teir spælt fleiri ferðir. Tað hevur hann ikki. Sigfríður Clementsen var í Ankara sunnudagin, og hann hevði eina upptøku av dystinum í viðførinum, tá hann hitti liðfelagarnar, sum síðani teir komu til Ankara mánakvøldið hava hugt at dystinum sunnudagin, men fyri Sivic hevur ikki verið nógv nýtt at sæð:

? Í níti árunum eru einir fimm túsund jugoslavar farnir úr føðilandinum at arbeiða sum venjarar. Tá eg hoyrdi, hvat mótstøðuliðið hjá okkum fór at vera, setti eg meg í samband við ein, sum fyri tveimum árum síðani var í Turkalandi, og jugoslaviska fótbóltssambandið hjálpir okkum fegið at koma í samband við landsmenn, sum vita um turkiskan fótbólt akkurát nú, so er haldi meg vera hampuliga væl fyrireikaðan, men tað merkir ikki, at uppgávan í kvøld ikki fer at vera torfør. Teir spæla kontant, og teir eru ikki serliga skjótir í verjuni. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað skuldi helst eydnast okkum viðhvørt at lagt teir aftastu hjá teimum undir trýst.


Royndirnar

Sivic verður ivaleyst sjálvur á liðnum í kvøld. Hann hevur nógvar royndir, hann heldur royndirnar vera av alstórum týdningi í Europa Cup, og hann vónar, at nógvu landsliðsspælararnir hjá B36 fara at vísa, hvør dugur er í teimum:

? Viðhvørt tykist tað sum um serliga Øssur Hansen og Jens Kristian Hansen hava ilt við at seta seg upp, tá tað verður spælt í landskappingini, men eg havi sagt við teir, at í dag rokni eg avgjørt við, at teir fara at vísa sama hugburð, sum teir altíð vísa, tá teir eru á landsliðnum. B36 hevur fimm landsliðsspælarar, og tað er serliga í sovornum dystum, at tað skal koma okkum til góða.

Tomislav Sivic minnist aftur á dystin, sum teir 22. juli í fjør spældu í Jerusalem móti Beitar. B36 tapti 4-1, men teir spældu seg til fleiri møguleikar, ið vórðu misnýttir. John Petersen minkaði um munin til 3-1, tá hann eftir 73 minuttir fekk nyttu úr brotssparki.

? Í altjóða fótbólti skalt tú skora uppá møguleikarnar, sum tú fært á útivølli, og í verjupartinum skulu vit vera meiri nærlagdir, enn vit vóru ta ferðina. Tað er í tí sambandinum, at eg serliga havi álit á Jens Kristiani Hansen, Pól Thorsteinsson og Øssuri Hansen, sigur B36 venjarin.