80 ára føðingardagur 4. mars fyllir Thomas K. Vilhelm, Vágur, 80 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá hann eru vælkomin hjá dóttrini á Spógvavegi 16 í Tórshavn frá kl. 18 leygardagin 5. mars. 80 ára føðingardagur [...] frá kl. 13-17. Øll eru hjartaliga vælkomin. 30 ára føðingardagur 7. mars verður Niels Heðin Gaard Joensen 30 ár. Dagurin verður hildin í hølinum hjá Frelsunarherinum í Tórshavn tann 12. mars frá kl. 18 [...] Norðragøtu frá kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Brúdleyp 5. mars giftast Sólbjørg Jacobsen og Hans Filip Mohr Jakobsen í Kelduni í Skálabotni. Vígslan verður kl. 13 og receptión verður í Kelduni beinleiðis
Í Funningsfirði: Ovarlaga í bygdini eru tveir mans til arbeiðis – Heri Pállsson og Jákup Andrias Joensen. Teir hava átikið sær at stoypa og inniloka tey fyrstu sethúsini í bygdini í alt ov mong ár. Í roynd [...] 64 íbúgvararnir fegnast um at sethús aftur verða bygd her. Ein teirra, Michael Pattinson sigur, at hann vónar at vend nú fer at koma í. - Bygdin liggur væl fyri, mitt í meginøkinum og hevur enntá ein b [...] bygdini. - Nú vóni eg, at vend fer at koma í. Jú, tað er gott, at lív fer aftur at koma í bygdina, sigur hann í stuttum viðtali.
fáa ein plantupakka við ymskum trøum í. Bygdarráðsformaðurin Sjúrður Eliasen segði eisini nøkur orð. Hann nevndi m. a. at tiltakið í viðarlundini var serliga ætlað at gera fólk varug við henda blettin í náttúru [...] arbeiði, og tøkk fái tit fyri tað. Serligur gestarøðari henda dagin var Tróndur Leivsson, skógfúti. Hann greiddi frá, at tað at planta trø í Føroyum er fyrndargamalt. Í fleiri útgrevstrum eru funnin dømi [...] gjørt træplanting hópin lættari. Ein serlig heiðursgáva frá Leirvíkar kommunu varð handað Oliviu Joensen. Tað var Tórhild Bjarkhamar, bygdarráðslimur og formaður í umhvørvisbólkinum hjá Leirvíkar kommunu
fyri okkara viðkomandi, men hetta kunnu vit ikki brúka til nakað sum helst, sigur Rúni. Hann leggur afturat, at hann ivast ikki í, at teir svørt/hvítu fara at leggja nógv í dystin, so nøkur løtt uppgáva [...] morgin, og felags fyri hesar er, at teir meira ella minni fast hava hildið til í vinstra borði. Janus Joensen, sum hevur átt vinstra bakkin alt árið, hevur fingið ov nógv gul kort. Harafturat hava menninir,
lista- og handverksskúla liggur stilt í løtuni. Bólkurin fór til verka í fjør heyst, ætlanin var at hann skuldi handa álitið í vár, og at skúlin skal setast á stovn í hesum árinum. - Álitið er ikki liðugt [...] undirvísing. Formaður í arbeiðsbólkinum er Birgir Kruse, lærari og lærugreinaráðgevi. Hini eru Katrin Joensen, handarbeiðslærari, Dávur Winther fyri Klaksvíkar býráð, Tita Winther fyri felagið Føroyska Listafólk [...] Læruráð. Nær álitið og tilmælið koma frá bólkinum, dugir Hensar Ellingsgaard ikki at siga í løtuni. Men hann útihýsir ikki, at skúlin verður settur á stovn um árskiftið.
nøkrum í hesum landi. Hetta segði eg nú ein dagin við góðan vinmann, og eftir at hann hevði hugsað seg um eina løtu, fann hann eitt, har havnarmenn hava verið fyrstir. Teir vóru fyrstir at fáa sær graslíkisvøll [...] samtykti herfyri at seta pening av til fasta sambandið um Vestmannasund, men so gjørdi løgmaður Edmund Joensen bart, setti Sámal Petur í Grund frá og tók málið í egnar hendur og legði ís á tað. Soleiðis er ein
var frammanfyri 2-1. Mads Borchers er ein av vandamiklastu álopsspælarunum í landinum, og tað var hann, sum skoraði bæði málini hjá heimaliðnum. Tað fyrra var eftir sending frá Høgna Egilstoft Nielsen [...] Petersen var brandur í málinum. Fimm minuttir eftir steðgin rann Mads Borchers frá KÍ verjuni, men tá ið hann var einsamallur frammanfyri KÍ málverjan, var tað Mathias Rosenørn, sum vann tvídystin. Í fyrra hálvleiki [...] K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Børge Petersen, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Claes Philip Kronberg, Páll A. Klettskarð
John Johannessen, Heðin Zachariasen, Óli Breckmann, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Johan Dahl, Marjus Dam, Kaj Leo Johannesen, Olav Enomoto, Henrik Old, Kristian Magnussen og Poul [...] + 74,6 prosent, so fáa vit 61.110 krónur. Taka vit so inflatiónsroknaran hjá Hagstovuni, so vísir hann, at 35.000 krónur í 2001 svara til 49.555,35 krónur í dag. Í øllum førum vísir tað, at bæði við vanligari [...] meira, enn tað sum landsstýriskvinnan ætlar. Taka vit aftur inflatiónsroknaran á hagstova.fo, so sigur hann, at 25.000 krónur í 2004 sara til 34.807,89 í november í 2023, sum eisini er munandi hægri enn tað
verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Signar á Brúnni, Jónatan Lervig, Páll Eirik Djurhuus, Bjørn Bjarkhamar, Áki Magnussen, Rani Hansen, Ingi Arngrímsson, Martin Klein Joensen [...] brotsteigin í høgru, og tá ið málverjin leyp út út málinum, var Poul Kallsberg púra kaldur, tá ið hann lyfti bóltin omanfyri málverjan og í málið. Liðavrikið hjá Víkingi var serliga í fyrra hálvleiki væl
ógvusliga takling, men VAR vildi hava dómaran at hyggja einaferð aftrat eftir støðuni, og tá broytti hann til reytt kort. Hjá KÍ snúði tað seg um handverkið. Tað var at verja og at royna at varðveita bóltin [...] hjá Mark F. Jensen at bjarga. Odmar Færø varð skiftur inn í seinna hálvleiki, og eftir dystin segði hann soleiðis við sjónvarpsrásina, sum KÍ varpaði víðari: -Vit eru ógvulga væl nøgdir við, at tað eydnaðist [...] Alexander Berntsson, Patrick Da Silva (Joseph Michael Williams, 66.) – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen (Kristoffer Ødemarksbakken, 78.), Albert Ejupi (Deni Pavlovic, 46.), Páll A. Klettskarð (Pætur J