Avmarkaður áhugi fyri fundinum

Fólkatingslimirnir vóru í minniluta og fjølmiðlarnir í meirluta, tá landsstýrið kallaði til kunningarfund í fólkatinginum um ynski føroyinga um føroyskt fullveldi. Bara tíggju fólkatingslimir høvdu leitað sær í salin og spyrjihugurin var ikki tann stóri

Føroyar vóru í brennideplinum í Fólkatinginum mikudagin. Landsstýrið hevði kallað danskar tinglimir og danskar fjølmiðlar til ein kunningarfund, har tey trý, Anfinn Kallsberg, løgmaður, Høgni Hoydal, landsstýrismaður og Helena Dam á Neystabø greiddu frá ætlan landsstýrisins.

Kunningarfundur landsstýrisins var lagdur dagin fyri at forsætisráðharrin skuldi svarað fyrispurningi í fólkatinginum um samráðingarnar millum Føroyar og Danmark, men hóast tað, má staðfestast, at áhugin millum fólkatingslimir var meira so sum so.


Søgan má ikki

endurtaka seg

Løgmaður hevur fyrr greitt føroyskum fjølmiðlum frá, at hann ber ótta fyri, at søgan, tá føroyingar í 1946 vóru til samráðingar, fer at endurtaka seg. Hann sær ein vanda fyri sær, har fólkatingið fer at binda stjórnina til at leggja eitt alternativt uppskot fyri landsstýrið, sum eisini skal atkvøðast um, til eina fólkaatkvøðu og hesum ávaraði hann danir ímóti.

? Hetta má fyri alt í verðini ikki henda, segði løgmaður.

Løgmaður var sum sagt ikki einsamallur um uppgávuna, tí saman við honum vóru eisini Helena Dam á Neystabø og Høgni Hoydal.

Høgni Hoydal greiddi frá, at landsstýrið er gingið frá sínum upprunaligu ætlanum um at fáa eina skiftiskipan, sum er tengd at búskaparvøkstrinum í samfelagnum og fer á næsta fundi at leggja seg nærri at eini fastari loysn, sum inniber, at blokkurin minkar við fastari upphædd í eitt ávíst áramál.

? Men, segði Høgni Hoydal, ? her er talan um eitt samráðingarupplegg og ikki eitt føroyskt krav.

Í sínum innleggi greiddi Helena Dam á Neystabø frá hvat ætlanir landsstýrisins innibera.

Talan er um ein nýggjan felagsskap og Helena greiddi gestunum frá, hvussu landsstýrið kundi hugsað sær, at hesin felagsskapur kemur at síggja út.


Lítil hugur at spyrja

Sum nevnt frammanfyri, var hugurin at spyrja sera lítil.

Onkrir spurningar vóru kortini. Aage Frandsen vildi fegin hava at vita, um føroyingar væntaðu sær eitt búskaparligt trygdarnet, fyri at forða fyri stórskaða um føroyski búskapurin kollsiglir.

Til tað svaraði Høgni Hoydal, at tað ætlar landsstýrið ikki.

? Føroyingar skulu reka ein ábyrgdarfullan politikk og tá hevði tað verið til lítlan nyttu, um føroyingar altíð kundu farið til Danmarkar eftir pengum, greiddi Høgni Hoydal frá.

Vibeske Peschardt, frá teimum radikalu, spurdi løgmann um landsstýrið hevði mandat til at fara til Danmarkar at samráðast um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum.

Til hetta svaraði løgmaður, at samtyktin í løgtinginum um at landsstýrið skal fara undir samráðingar er greið.

? Vit hava gjørt okkara heimaarbeiði og 19 av 32 tinglimum hava atkvøtt fyri, at vit fara at samráðast, segði hann.

Løgmaður undraðist annars á, at Vibeke Peschardt setti spurnartekin við rættin hjá landsstýrinum at samráðast. Tað er ein rættur, sum landsstýrið hevur, meðan tað er fólkið, sum avgerð, um sáttmálin verður góðkendur.


Andstøðan í øðini

Tað var frammanundan alment kent, at føroyska andstøðan var ímóti kunningarfundinum og tað var hon eisini aftaná at hann hevði verið.

Edmund Joensen, sum eisini var í Danmark segði við føroysku tíðindastovuna á Christiansborg, at hann heldur fast við, at mannagongdin hjá landsstýrinum er skeiv.

? Hetta er brot á siðvenjuna, at landsstýrið skipar fyri politiskum fundum á Christiansborg. Tað eigur løgtingið at gera, segði Edmund.

Jóannes Eidesgaard vendi sær móti búskaparliga partinum av kunningini, tí hann heldur, at landsstýrið arbeiðir uttan at kunna uttanlandsnevndina.

? Nú tosað teir um eina búskaparliga skiftisskipan upp á í mesta lagið 15 ár, og tað er Uttanlandsnevndin ikki kunnað um, segði Jóannes Eidesgaard við Útvarp Føroya eftir fundin.


Føroyingar slaka

Endamálið við fundinum var eisini at greiða donskum fjølmiðlum frá uppleggi landsstýrisins. Sum fólkatingslimirnir skuldu fjølmiðlarnir eisini fáa at vita, at sáttmálauppskotið var ikki eitt krav, men eitt samráðingaruppskot, sum enn bara er lagt fram.

Kortini hevur landsstýrið broytt búskaparliga partin av uppskotinum og tað var tann parturin, sum sást aftur í eitt nú Jyllandspostinum í gjár.

Undir yvirskriftini »Føroyingar slaka í fíggjarligu krøvunum« stendur at lesa, at dagin fyri viðgerðini í fólkatinginum slaka føroyingar í búskaparligu krøvum sínum í sambandi við ynski um fullveldi.

? Tað er ikki meiriluti fyri uppskotinum um at skerja blokkin við eini helvt og síðani avvikla restina yvir eitt óásett tíðarskeið og tí er landsstýrið farið frá tí uppskotinum til eitt, sum ásetur fastari karmar um avviklingina av danska stuðulinum, endurgevur greinskrivarin Høgna Hoydal.

Greinskrivarin dylir ikki fyri, at kunningarfundurin eftir hansara tykki er ikki er serliga væleydnaður tí bara tíggju tinglimir møttu og av floksleiðarunum var bara tann eini og tað var partamaðurin hjá Anfinni í Danmark, Bendt Bendtsen.