Um vikuskifti er ein grein við eini ungari stakari kvinnu, sum droymir um at klára seg sjálva við børnunum. Hon býr hjá foreldrunum við tveimum børnum og er lesandi. Hon hevur umugsað at flyta av landinum fyri at fáa betri sømdir at liva undir. Hon hevur fingið hjálp frá onkrum, sum hevur borið mat heim til hana osv. Tað er mannminkandi at liva soleiðis. Hendan kvinnan skal sleppa at fáa sína útbúgving sjálvt um hon er einsamøll við tveimum børnum. Ongin skal happa hana og rópa hana og onnur í serligum støðum fyri nassarar. Útbúgving er okkara møguleiki at moderniserast, so her skal ikki sparast, men investerast.
Aðrastaðni skrivar John William Joensen at nýggju tunnlarnir skulu javnmetast við skúla- og heilsuverkið. Hann sigur víðari, at skúla- og heilsuverkið standa fyri størsta partinum av fíggjarlógini og meira peningur til hesi øki ikki garantera fyri, at vit sum borgarar í landinum fáa betri tænastu. - Hesum eri eg als ikki samdur í! Skúlin hevur brúk fyri nógv meir enn játtað varð hesuferð. Ein stórur trupulleiki hjá skúlunum er, at lærarar fáa ikki uppdaterað sína vitan og útbúgving. Bara hesin partur kostar einar 20 mió um árið. Vit eru farin yvir til at undirvísa okkara børnum í byngjum. 7% av lærarunum hava ikki útbúgving. Vit dumpaðu í PISA. Eitt annað, sum eg eisini haldi er eitt problem, er at læraralønin sum heild er alt ov lág. Hon er eitt gott barometur fyri hvussu lágt vit virðismeta útbúgving í Føroyum.
Í heilsuverkinum er tað eftir míni sannføring ikki serliga smart at hava trý stór sjúkrahús. Eg haldi vit skulu hava eitt sterkt sjúkrahús mitt í landinum, sum kann vera eitt áhugavert og modernað arbeiðspláss hja læknum og øðrum starvsfólki. Hini bæði sjúkrahúsini kunnu so avmarkast til at vera góðar og vælútgjørdar skaðastovur. Á henda hátt høvdu vit møguliga fingið eitt meira effektift heilsuverk, har trivnaðurin hjá starvsfólkunum gjørdist betur.
Herman Oskarsson hevur, sum altíð, eina góða grein. Hann nevnir okkara pínligu ”byngjuskúlar”, og eg eri eisini samdur við honum í, at Havnin manglar nógv ting. Okkara gomlu búgva ikki rætt, okkara ungu sleppa als ikki at seta búgv og nógv onnur anlegg mangla. Eg haldi vit skulu hava ein sterkan høvuðsstað. Havnin má gera íløgur í skúlabygging, eldrabýli, útstykking av grundstykkum og onnur anlegg, tí fólk fara altíð at vilja flyta til høvuðsstaðin, bæði av bygd og serstakliga okkara lesandi og arbeismegi úr øðrum londum. So eg sigi eisini: ”Way to go, Tórshavn!” Tað er ikki ábyrgdarleyst og landsskaðiligt virksemi at styrkja høvuðsstaðin.
Felags fyri hesar greinarnar er at vit í Føroyum mangla hagtøl. Hvussu nógvir stakir uppihaldarar eru? - Hvat er eitt minstamark fyri at yvirliva í Føroyum? - Hvussu hevur búskapurin tað veruliga? - Hvussu nógv vilja búgva í Havn? Osv., har eru óendaliga nógvir sera umráðandi spurningar, sum vit mangla svar uppá. Hagtøl eru av alstórum týdningi fyri at vit kunnu stýra landinum ein ella annan veg.