Steypið fer ongan veg

HB er føroyameistari annað árið á rað. Hetta varð staðfest í ársins dysti í Gundadali, har metstóra áskoðarafjøldin var vitni til eina tí mest intensu føroysku fótbóltsuppgerðina nakrantíð. Og so mátti poleraða fótbóltsspælið koma í aðru røð

Fótbóltur

Ivaleyst er tað so, at veðurgudarnir hava sínar yndishendingar, har teir í mest møguligan mun vilja vera við til at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt.
Ofta hevur verið tikið til, hvussu løgið tað er, at veðrið í nógv størri mun hevur verið Svangaskarði til vildar, heldur enn Tórsvølli, og í so máta er einki at ivast í, at Birgir Enghamar hjá HB og Kristian á Neystabø hjá B36 eru settir í sama bás, sum Niclas Davidsen hjá B68 er tað. Í øllum førum skal leitast heilt langt aftur, um ein illveðursdystur millum havnarfeløgini bæði skal finnast, og tó at veðurgudarnir boðaðu frá lágtrýsti, regni og vindi undan vikuskiftinum, so var fagrasta veður í Gundadali sunnudagin.
Og so var klárt at seta áskoðaramet. Sunnukvøldið var enn ikki gjørligt at fáa neyva áskoðaratalið staðfest, men tað man lítið vera at ivast í, at talan var um nýtt áskoðaramet fyri ein føroyskan landskappingardyst. Gamla metið mundi helst vera frá 1999, tá KÍ vitjaði hjá B36. Ta ferðina vóru um 2.650 gjaldandi áskoðarar, men sunnudagurin mundi tó telja meira enn so. Longu hálvan tíma undan dystinum var trupult at finna sær pláss í teimum báðum felagshúsunum, og skjótt var eisini gamla skýlið fult. Ja, sjálvt eldraráðið hjá HB mundi hava trupult við at finna síni pláss á bakkanum undir máltalvuni.

HB betri skipað
Stóra fjøldin undirstrikaði eisini týdningin, sum dysturin hevði, og fyri tað nógva tóktist tað eisini so, at hesin týdningurin ávirkaði tað, sum fyrigekst innan hvítu strikurnar.
Frá fyrsta bríksli stóð greitt, at her fór fyrst og fremst at vera eitt stríð um miðvøllin. Vóru verjuleikarar undir allar minsta trýsti, so varð aloftast roynt við longum sendingum fram eftir vøllinum, og í øllum førum vórðu eingi óráð tikin fyri, soleiðis at eitt býttisligt og kostnaðarmikið kundi koma upp á tal.
Ikki minst hevði HB hepni við hesum slagnum av fótbólti, og fleiri ferðir var B36 verjan um ein háls, tá Tór-Ingar Akselsen í fleiri førum fekk sera gott rásarúm í høgra borði.
Í verjupartinum tóktist HB vera liðið, sum hevði betri skipanina, men tað var eisini neyðugt, tí tað var B36, sum royndi at trýsta. Fyrstu longu løtuna royndu teir at halda leikferðini uppi í topp, og halda bóltinum í økinum oman móti HB-brotsteiginum, har vónin so var, at Jákup, John og Heðin kundi fremja neyðugu einmansavrikini.
Men tað gekk tó striltið við hesum. Verjuskipanin hjá HB helt ímóti trýstinum, og á miðvøllinum vórðu nógv av teimum smærru men neyðugu fríspørkunum framd, soleðis at hvítu grannarnir ikki megnaðu at halda neyðugu ferðina á spælinum.
Og spakuliga kom HB eisini alt betri við. Í royndunum at spjaða spælið fingu teir í løtum spælt B36 liðið tunt, og meira enn tað einu ferðina kundi talan eisini blivu um heilt vandamiklar støður, tá bóltar vórðu sendir innfyri. Og tað var eisini um reppið, at mál spurdist burturúr ta einu ferðina. Hallur Danielsen fangaði ein returbólt úr B36 verjuni. Hann snýtti ein og skeyt so, og tá retururin so støkk út til Rúna Nølsøe var bert ein liggjandi B36?ari, sum forðaði honum í at senda HB avstað móti FM-himmalinum.

Nyttuleyst trýst
Og so kom ein long løta, har flest øll av HB-viðhaldsfólkunum vórðu hildin á pínubeinkinum. Seinastu løtuna undan steðginum tóktist B36 aftur fáa ferð á, og hendan varð eisini hildin langt inn í seinna hálvleik.
HB miðvøllurin varð í fleiri førum kroystur heilt langt aftur, og talan gjørdist tí ofta um neyðspørk burtur úr verjuni. Neyðspørk, sum Teir tríggir á B36-miðvøllinum mest sum hvørja ferð fingu fatur á, soleiðis at nýggj álop kundu setast ígongd. Serliga klaksvíkingar báðir, Heðin á Lakjuni og Allan Mørkøre, fingu nógv at arbeiða við upp eftir síðunum, men alt ov ofta var kvaliteturin av innleggunum av slíkum slag, at Bárður Johannesen í HB-málinum ikki hevði stórvegis trupulleikar av hesum. Ta einu ferðina valdi Heðin tó at smekka til flatt móti nærmasta stólpa, men eisini hesaferð var málverjin har, sum hann skuldi vera.
Og so var tað sum um, at tað skuldi ikki eydnast B36 at bróta kompaktu verjuskipanina hjá HB. Nærmast mundi John Petersen vera, tá hann hálvgum taklaði seg ígjøgnum HB verjuna, men bólturin smoygdi sær tó framvið málinum, soleiðis at heldur ikki tann møguleikin viðførdi nakra broyting á máltalvuni.
Har stóð nevnliga framvegis 0-0. Ein støða, sum HB sjálvandi var best foreint við, og fram móti dystarenda tóktist tað eisini so, at skuldi nakað mál koma afturat, so fór tað at blíva HB, sum fekk hetta. Snøgt sagt, so hevði B36 brúkt tað mesta av megini til langa trýstið oman móti HB-málinum, og nú byrjaðu teir reyð/svørtu at svara aftur. Andrew av Fløtum, sum við skadda fótinum í huga, byrjaði dystin á beinkinum, varð settur inn sum jokari, og tað skuldi eisini vísa seg, at hetta var ein skilagóð avgerð.
Og Andrew var eisini høvuðsmaðurin, tá avgerandi løtan kom. Við tíggju minuttum eftir at spæla fekk hann bóltin nakað til vinstru. Hann dróg inneftir í vøllin, og stakk brádliga bóltin móti Tór-Ingar Akselsen, sum annars hevði verið mest sum burturstaddur allan seinna hálvleik. Fyrsta røringin var akkurát soleiðis, sum hon skuldi vera. Kviki vágamaðurin smoygdi sær inn um verjuna, og einsamallur við Trónda Vatnhamar fekk hann potað bóltin inn við nærmastu stong.
Og so kom lív í Gundadal. Fram til hetta høvdu áskoðararnir hjá báðum feløgum verið merkiliga tigandi, havandi stóru fjøldina í huga, men nú vórðu nervarnir avloystir av gleðisrópum. Leikarar og leiðarar flokkaðust í einum trunka á miðvøllinum, og dómarin fekk ikki gjørt stórt annað enn at vísa tol, áðrenn hann loksins fekk sett dystin ígongd aftur.

Alt gloymt
Og tá stóð mest sum greitt, at her var sloppið hjá HB. B36 royndi í eini seinastu desperatari roynd at tveita fólkið fram. Allan Mørkøre spældi sostatt sum álopsmaður seinastu løtuna, og so hendi tað, sum so ofta hendir í slíkum støðum. Kontra-spælið hjá HB fekk frítt at fara. Fyrsta ávaringin kom, tá Rúni Elttør mátti taka til heldur harðligar metodur, áðrenn hann fekk steðgað Andrew av Fløtum.
Og í 92. minutti fekk HB so staðfest sigurin. Ein leysur bóltur á miðjuni varð stútaður frameftir til Rúna Nolsøe, og so gekk skjótt fyri seg. HB-liðskiparin dróg oman móti brotsteiginum, og tá einasti verjuleikarin í nær námind kom ímóti, varð bólturin lagdur inn til ein púra leysan Andrew av Fløtum. Andrew hevur kanska ikki havt sítt besta kappingarár í ár, har bæði skaðar og form-niðurgongd hava gjørt sítt fyri at forða honum í málskjótingini. Men við einari kontrolleraðari innaru-síðu legði hann alt hetta aftur um seg. Tróndur Vatnhamar kundi bara hyggja at, og so eksploderaði Gundadalur. Rakettirnar vórðu sendar upp í loft, sangurin rungaði, og tá dómarin so bríkslaði fyri seinastu ferð, tusti alt inn á vøllin. Enn er ein dystur eftir at spæla, men sama hvørjum hesin endar við, so stendur endaliga avrikið at lesa á FM-steypinum. Og tað fer eisini komandi árið at standa í HB-húsinum.

Dysturin í tølum
B36-HB 0-2 (0-0)
0-1: Tór-Ingar Akselsen, 81
0-2: Andrew av Fløtum, 90
Dómari: Suni Johansen. Tóktist alt fyri eitt at leggja nógv fyri í dømingini av »lítlu« fríspørkunum á miðvøllinum, og hetta viðvirkaði til, at nærdystirnir sjáldan gjørdist alt ov ófantiligir, tó at eingin parturin spardi seg.

B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Rúni Elttør, Sverrir Kjærbo ? Niels Joensen (Kenneth Jacobsen, 86.), Klæmint Matras, Jens Kristian Hansen ? John Petersen, Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni
GK: Rúni Elttør, 85
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Nico Dogaru (Andrew av Fløtum, 57.) ? Tór-Ingar Akselsen (Kári Nielsen, 86.), Rógvi Jacobsen
GK: Rúni Nolsøe, 56, Rógvi Jacobsen, 62