Føroyingar fingu løgtingsval í úrtíð av tí at tað var órógv í Sambandsflokkinum.
Formaðurin Edmund Joensen vildi ikki hava sitandi á sær, at hann ikki hevði fullan uppbakning í egnum flokki og tí útskrivaði hann val.
Nakrir av tingmanningini søgdu sína púra greiðu meining um formannin, sum tá var Føroya løgmaður, og teirra niðurstøða kundi ikki misskiljast.
? Edmund dugir ikki sum formaður, søgdu teir.
Eisini millum limafeløgini í flokkinum var óvøgd við formannin og sjálvt lokalfelagið hjá formanninum - tað í eysturoynni - gekk ímóti formanninum og skeyt upp annað formansevni.
Úrslitið av formansvalinum kenna vit.
Edmund vann valið við 32 atkvøðum móti 26 og er tí framvegis formaður í Sambandsflokkinum.
Illa dámdur
So kom løgtingsvalið og úrslitið gjørdist, at Sambandsflokkurin tapti.
Flokkurin misti tveir tingmenn og endaði sum kunnugt í andstøðu.
Men ikki nóg mikið við tí. Eftir situr sambandsflokkurin við einum formanni, sum eingin vil arbeiða saman við.
Sjálvt um onkur fólkafloksmaður fegin segði seg vilja halda fram við samarbeiðinum við Sambandsflokkin, so var treytin tann, at formaðurin í Sambandsflokkinum ikki skuldi verða løgmaður.
Eingin av hinum flokkunum er serliga fegin at samstarva við Edmundi og tað kann ikki gagna framtíðarmøguleikunum hjá hesum flokki.
Og serliga ikki í teimum broytingartíðum, sum eftir øllum at døma liggja fyri framman, skulu vit taka samgonguskjalið fyri fult.
Friður í tingbólkinum
Men hóast tað sá út til at tað rillaði undir formanninum góðar fimm vikur undan valinum, so var valúrslitið óiva ein sigur hjá honum.
Burtur vóru allir teir tingmenn, sum høvdu mutað í móti formanninum, evnum hansara og arbeiðslagnum í flokkinum.
Finnbogi Arge skifti flokk og Bjørn á Heygum stillaði ikki uppaftur.
Aðrir vóru hinvegin ikki afturvaldir og í teirra stað komu nýggir tinglimir.
Skifti í starvsnevndini
Nú valið er farið afturum, hevur Sambandsflokkurin eins og allir hinir flokkarnir gjørt eina eftirmeting av valinum.
Hvør niðurstøðan er av hesari eftirmeting er ikki gott at vita, men tveir av starvsnevndarlimunum, Petur Ellefsen og Terji Davidsen hava báðir sagt seg úr starvsnevndini.
Men tað hevur einki við nakra ósemju í flokkinum at gera siga teir.
Í stuttari samrøðu sigur Petur Ellefsen, at hann hevði tikið avgerð um at fara úr starvsnevndini áðrenn valið.
? Tað hevur einki við valúrslitið at gera sum so.
? Sjálvandi kunnu vit ikki vera nøgd við eina afturgongd, men tá ein hugsar um tað rumbli sum var, so eru seks tinglimir ikki so galið kortini, sigur Petur Ellefsen
Trupulleikar
við disiplinini
Men hann viðgongur at tað hava verið trupulleikar við disiplinini í flokkinum í seinastuni.
? Tað hevur ikki verið nakað friðarligt forum í seinastuni, sigur hann um sambandsflokkin.
Ósemjan stendur um hvørja linju flokkurin skal halda.
? Tað hevur verið eitt ávíst rák í flokkinum og ávísir pesrónar hava kravt broytingar í politikkinum hjá flokkinum.
Petur Ellefsen sigur, at hansara niðurstøða er, at hinir flokkarnir skulu nokk gera hvat teir kunna fyri at gera broytingar í ríkisfelagsskapinum og tí má uppgávan hjá Sambandsflokkinum verða at halda ímóti sum best.
? Eg haldi at tað er rætt, at flokkurin gongur inn fyri dagføringum av heimastýrislógini, saman við onkrum øðrum broytingum, men tað skal gerast innanfyri karmarnar av heimastýrislógini sigur hann.
Gott stev í tingbólkinum
Skrivarin hjá Sambandsflokkinum, Gunnar Nattestad sigur í eini stuttari viðmerking til søgurnar um keglið í flokkinum, at uppsøgnirnar hjá teimum báðum Peturi og Terja komu tilvildarliga og at talan ikki er um nakra felagsuppsøgn.
? Teir hava av ymsum persónligum ávum valt at siga seg úr starvsnevndini og soleiðis er tað.
? Starvsnevndin verður mannað av nýggjum um ein mánað ella so, sigur Gunnar.
Annars letur hann væl at samstarvinum í tingbólkinum.
? Eg havi verið við til nakrar fundir í tingbólkinum og samstarvið og stevið í tingbólkinum er sera gott..
Eisini Gunnar Nattestad er greiður yvir, at tað er neyðugt við broytingum í framtíðini.
? Sambandsflokkurin er samríkjaflokkur, og tí arbeiða vit út frá at møguligar broytingar í ríkisviðurskiftunum skulu gerast innanfyri karmarnar av ríkisfelagsskapinum
Um søgurnar um ófrið í flokkinum sigur hann at har er eingin ófriður í flokkinum, men ein náttúrlig broyting
? Flokkurin var ígjøgnum eitt kampval um formanspostin fyri umleið tveimum mánaðum og tað sigur seg sjálvt, at ein ósemja hvørvur ikki bara so eftir einum degi, sigur Gunnar Nattestad at enda.