169 fólk stilla upp á løgtingsvalinum í dag. Talan er um 100 menn og 69 kvinnur. Soleiðis halda allir flokkar tilsamans seg innan fyri ásetingarnar í javnstøðulógini um, at í minsta lagi 40 prosent av hvørjum kyni skulu vera umboðað – tó at javnstøðulógin ikki er galdandi fyri uppstilling til løgtingsval.
Av teimum uppstillaðu eru 59,2 prosent menn og 40,8 prosent kvinnur.
Tað er flokkunum loyvt at stilla upp 43 valevni hvør. Í løgtingsvallógini er ásett, at flokkar kunnu stilla 10 fólk fleiri upp, enn tað kunnu veljast á ting. Tað verða vald 33 fólk á ting.
Fyri at fáa fólk vald á ting skal ein flokkurin hava 1/33 part av atkvøðunum. Harvið er tinggáttin 3,03 prosent. Fær ein flokkurin ikki tað, so fær hann einki umboð valt. Um ein flokkur til dømis fær 3 prosent av atkvøðunum, so verða tey 3 prosentini tikin frá og býtt millum hinar flokkarnar eftir stødd, áðrenn mandatbýtið verður roknað út.
Hesaferð hava 39.017 fólk valrætt. Um øll fara á val, so krevjast 1.183 atkvøða, fyri at ein flokkur skal fáa umboð á ting. Men øll fara ikki á val. Seinast fóru 91,8 prosent á val. Siga vit, at valluttøkan hesaferð verður tann sama, so skal ein flokkur hava 1.086 atkvøður fyri at fáa umboð valt á ting. Minsti flokkur seinast var Sjálvstýrisflokkurin. Hann fekk 1158 atkvøður. Soleiðis kunnu vit siga, at um tað verður atkvøðutalið aftur hesaferð, so er hann 72 atkvøður oman fyri tinggáttina og fær umboð valt á ting.
Tey sum stilla upp fyri teir sjey flokkarnar eru hesi:
Listi A. Fólkaflokkurin | ||
1 | 1 | Árni Skaale, landsstýrismaður, 700 Klaksvík |
2 | 2 | Bárður á Lakjuni, lærari, 520 Leirvík |
3 | 3 | Beinir Johannesen, floksformaður, 700 Klaksvík |
4 | 4 | Dánial Hansen, sølumaður, vinnurekandi, 188 Hoyvík |
5 | 5 | Eivind Jacobsen, útvarpsvertur, 490 Strendur |
6 | 6 | Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingslimur, løgreglukvinna, 700 Klaksvík |
7 | 7 | Eyðstein Zachariasen, varaborgarstjóri, sølumaður, 435 Streymnes |
8 | 8 | Fía Selma Nielsen, bankakvinna, 360 Sandavágur |
9 | 9 | Frits Strøm, maskinstjóri, 826 Trongisvágur |
10 | 10 | Grímur Sundstein, skattaráðgevi, 350 Vestmanna |
11 | 11 | Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, 927 Akrar |
12 | 12 | Jóhan Eli Poulsen, stýrimaður, 850 Hvalba |
13 | 13 | Jóhanna Christiansen, vinnurekandi, 700 Klaksvík |
14 | 14 | Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, 380 Sørvágur |
15 | 15 | Katrin Kjartansdóttir, vinnurekandi, 520 Leirvík |
16 | 16 | Lillian Bjarnadóttir Poulsen, heilsufrøðingur, varaleiðari, 188 Hoyvík |
17 | 17 | Malan Sundstein Rasmussen, bussførari, 660 Søldafjørður |
18 | 18 | Mariann Poulsen Garðalíð, vinnurekandi, 480 Skála |
19 | 19 | Mona Breckmann Wescott, húsmóðir, sálarfrøðilesandi, 350 Vestmanna |
20 | 20 | Rógvi Egilstoft, borgarstjóri, 470 Eiði |
21 | 21 | Rúna Wenningsted Hansen, læknaskrivari, heilsurøktari, 900 Vágur |
22 | 22 | Símun Jóannesarson Hansen, løgfrøðingur, fulltrúi, 600 Saltangará |
23 | 23 | Uni Rasmussen, landsstýrismaður, 512 Norðragøta |
24 | 24 | Winnie Kjærbo, kommunustýrislimur, 240 Skopun |
Listi B. Sambandsflokkurin | ||
25 | 1 | Aimi Helbo, námsfrøðingur, 100 Tórshavn |
26 | 2 | Anita Heinesen, HR-leiðari, 187 Hvítanes |
27 | 3 | Áron Vest, søluráðgevi, 700 Klaksvík |
28 | 4 | Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, 350 Vestmanna |
29 | 5 | Bergun Kass, 188 Hoyvík |
30 | 6 | Edva Jacobsen, løgtingskvinna, 530 Fuglafjørður |
31 | 7 | Erhard Joensen, stjóri, 900 Vágur |
32 | 8 | Eyðdis Hartmann Niclasen, stjórnarskrivari, 370 Miðvágur |
33 | 9 | Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður, stjóri, 725 Norðoyri |
34 | 10 | Fríðgerð Heinesen, fíggjarleiðari, 520 Leirvík |
35 | 11 | Guðrun Ejdesgaard, kommunuskrivari, 470 Eiði |
36 | 12 | Hanna Ovadóttir, lærari, 785 Haraldssund |
37 | 13 | Haraldur Símunarson Hammer, stjóri, 430 Hvalvík |
38 | 14 | Harriet Høgnesen, heilsuhjálpari, 100 Tórshavn |
39 | 15 | Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, 490 Strendur |
40 | 16 | Ingi Mittún, fíggjarstjóri, 100 Tórshavn |
41 | 17 | Jaspur Langgaard, vinnurekandi, 655 Nes |
42 | 18 | Jensia Højgaard Kjærbæk, sjúkrarøktarfrøðingur, 100 Tórshavn |
43 | 19 | Johan Dahl, løgtingsmaður, vinnuráðgevi, 100 Tórshavn |
44 | 20 | Jónleyg J. Bech, HR-starvsfólk, 800 Tvøroyri |
45 | 21 | Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, 100 Tórshavn |
46 | 22 | Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, 627 Lamba |
47 | 23 | Martin Drangberg, handverkari, Rossagøta 3, 420 Hósvík |
48 | 24 | Michael Koba, vinnurekandi, Húsanesvegur 39, 370 Miðvágur |
49 | 25 | Petrina Berg á Lag, sjúkrarøktarfrøðingur, 188 Hoyvík |
50 | 26 | Pole J. Hansen, lærari, 188 Hoyvík |
51 | 27 | Rasmus S. Mørkøre, KT-supportari, seljari, 188 Hoyvík |
52 | 28 | Rósa Samuelsen, løgtingskvinna, samskipari, 360 Sandavágur |
53 | 29 | Sámal Hanni Lognberg, stjóri, 240 Skopun |
Listi C. Javnaðarflokkurin | ||
54 | 1 | Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, 188 Hoyvík |
55 | 2 | Bergur Robert Dam Jensen, handilsmaður, 410 Kollafjørður |
56 | 3 | Birita Baldvinsdóttir Iversen, sjúkrarøktarfrøðingur, 100 Tórshavn |
57 | 4 | Birita Matras Petersen, lesandi, 700 Klaksvík |
58 | 5 | Birna Heinesen, miðnámsskúlalærari, 188 Hoyvík |
59 | 6 | Bjarni Arge, ráðgevi, 100 Tórshavn |
60 | 7 | Bjarni Hammer, løgtingsmaður, 800 Tvøroyri |
61 | 8 | Bjørg Dam, býráðslimur, 100 Tórshavn |
62 | 9 | Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður, 100 Tórshavn |
63 | 10 | Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, 700 Klaksvík |
64 | 11 | Hans Jacob Thomsen, KT-frøðingur, 188 Hoyvík |
65 | 12 | Harriet Jørginsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur, familjuráðgevi, 627 Lamba |
66 | 13 | Heðin Mortensen, borgarstjóri, 100 Tórshavn |
67 | 14 | Helga Bára Mohr Vang, lívfrøðingur, 490 Strendur |
68 | 15 | Henrik Old, løgtingsmaður, 900 Vágur |
69 | 16 | Herborg Torkilsdóttir, Margarinfabrikkin, tónleikari, 100 Tórshavn |
70 | 17 | Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna, 176 Velbastaður |
71 | 18 | Jógvan Kallsgarð, samskipari, Ung í arbeiði, 700 Klaksvík |
72 | 19 | Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, 370 Miðvágur |
73 | 20 | Kim Durhuus, sjálvstøðugur, 420 Hósvík |
74 | 21 | Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, 188 Hoyvík |
75 | 22 | Laura Apol, samskiftisfólk, 160 Argir |
76 | 23 | Magna Mørkøre, sjúkrarøktarfrøðingur, 470 Eiði |
77 | 24 | Malan Óladóttir á Dunga, skrivstovuleiðari, politiskur ráðgevi, 100 Tórshavn |
78 | 25 | Margit Stórá, varastjóri, 100 Tórshavn |
79 | 26 | Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, adjunktur, 100 Tórshavn |
80 | 27 | Milia Egilsnes Anda, lærlingur, 100 Tórshavn |
81 | 28 | Ólavur Larsen, býráðslimur, 530 Fuglafjørður |
82 | 29 | Óli Jákup Jacobsen, fíggjarfulltrúi, 100 Tórshavn |
83 | 30 | Paul Kjartan Matras, lesandi, 700 Klaksvík |
84 | 31 | Sára Gullfoss, heilsufrøðingur, 170 Velbastaður |
85 | 32 | Sigrið Sámalsdóttir Hentze, hjálparfólk á dagstovni, 210 Sandur |
86 | 33 | Súni Selfoss, fakfelagsformaður, 620 Runavík |
87 | 34 | Súsanna Bertholdsen, lærari, 800 Tvøroyri |
88 | 35 | Terji Beder, fulltrúi, 530 Kambsdalur |
89 | 36 | Uni Holm Johannesen, ráðgevi, 100 Tórshavn |
Listi D. Sjálvstýri | ||
90 | 1 | Andrias Jacobsen, lærari, 600 Saltangará |
91 | 2 | Brandur Øssursson Simonsen, KT-frøðingur, 100 Tórshavn |
92 | 3 | Claus Martin í Grund, lastbilførari, 650 Toftir |
93 | 4 | Dan Askham, biologiassistent, 530 Fuglafjørður |
94 | 5 | Geir Eyðunsson á Lofti, flogskipari, 360 Sandavágur |
95 | 6 | Hans Cecil Poulsen, arbeiðsmaður, 850 Hvalba |
96 | 7 | Heri Danielsen, formaður í Unga Sjálvstýri, 188 Hoyvík |
97 | 8 | Hervør Ólafsdóttir Lützen, lærari, 100 Tórshavn |
98 | 9 | Hjalmar Zachariassen, KT-verkfrøðingur, 700 Klaksvík |
99 | 10 | Jóhanna Syderbø Grúkarskarð, heilsuhjálpari, 700 Klaksvík |
100 | 11 | Kristin Michelsen, løgtingsmaður, 825 Froðba |
101 | 12 | Rógvi Fossádal, lærari, 470 Eiði |
102 | 13 | Rúna Sivertsen, sosialráðgevi, 726 Ánirnar |
103 | 14 | Rúni Durhuus Fossádal, húsasmiður, 100 Tórshavn |
104 | 15 | Sámal Petur í Grund, floksformaður, 700 Klaksvík |
105 | 16 | Sofus Hansen, timburmaður, 466 Ljósá |
106 | 17 | Súni á Dalbø, samfelagsfrøðingur, 370 Miðvágur |
107 | 18 | Zakarias Wang, samfelagsfrøðingur, 188 Hoyvík |
Listi E. Tjóðveldi | ||
108 | 1 | Anfinn í Toft, byggifrøðingur, 700 Klaksvík |
109 | 2 | Annika Olsen, miðnámsskúlalærari, 100 Tórshavn |
110 | 3 | Annita á Fríðriksmørk, fólkaskúlalærari, 188 Hoyvík |
111 | 4 | Ásla Leila B. Johansen, skrivari, býráðslimur, 370 Miðvágur |
112 | 5 | Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, 100 Tórshavn |
113 | 6 | Christian Gutorm Mathisen, skipari, stýrimaður, 700 Klaksvík |
114 | 7 | Dennis Holm, námslektari, Fróðskaparsetur Føroya, 900 Vágur |
115 | 8 | Eirikur í Jákupsstovu, skrivari, 700 Klaksvík |
116 | 9 | Erling Eidesgaard, vinnurekandi, sivilverkfrøðingur, 100 Tórshavn |
117 | 10 | Fróði Bjarkason Skúvadal, miðnámsskúlalærari, 350 Vestmanna |
118 | 11 | Gudny Vang, serligur ráðgevi, 530 Fuglafjørður |
119 | 12 | Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, 100 Tórshavn |
120 | 13 | Høgni í Stórustovu, deildarleiðari, 100 Tórshavn |
121 | 14 | Høgni Hoydal, løgtingsmaður, 188 Hoyvík |
122 | 15 | Ingolf Sólheim Olsen, journalistur, 380 Sørvágur |
123 | 16 | Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgevi, 350 Vestmanna |
124 | 17 | Jensina Olsen, fjøllistafólk, lærari, 100 Tórshavn |
125 | 18 | Jógvan Jón Henriksen, lesandi, 100 Tórshavn |
126 | 19 | Jóhan Christiansen, taraalari, 520 Leirvík |
127 | 20 | Jón Kragesteen, varaskúlastjóri, 100 Tórshavn |
128 | 21 | Kristian Oskar Henriksen, yvirstýrimaður, SSL, 210 Sandur |
129 | 22 | Liljan Weihe, stjóri, 100 Tórshavn, |
130 | 23 | Magni Arge, vinnurekandi, 160 Argir |
131 | 24 | Óluva Klettskarð, lektari, 700 Klaksvík |
132 | 25 | Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, 210 Sandur |
133 | 26 | Pól Jóhannus Toftegaard Larsen, lesandi, 100 Tórshavn |
134 | 27 | Rógvi Nybo, fulltrúi, 420 Hósvík |
135 | 28 | Ronnie Thomassen, ráðgevi, 160 Argir |
136 | 29 | Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, verkfrøðingur, 600 Saltangará |
137 | 30 | Sirið Stenberg, løgtingskvinna, 900 Vágur |
138 | 31 | Trina Eysturoy, krambakvinna, 416 Signabø |
Listi F. Framsókn | ||
139 | 1 | Árni M. Dam, ráðgevi, 460 Norðskála |
140 | 2 | Birita Arge, námsfrøðingur, 188 Hoyvik |
141 | 3 | Bjarni K. Petersen, løgtingslimur, 100 Tórshavn |
142 | 4 | Christoffur Gert Nielsen, fíggjarleiðari, 100 Tórshavn |
143 | 5 | Hanna Jensen, rektari, 512 Norðragøta |
144 | 6 | Hilbert í Grógv, ROV-pilotur, 650 Toftir |
145 | 7 | Jákup Petur Eliassen, deildarleiðari, 188 Hoyvík |
146 | 8 | Jógvan Woxnæs Olsen, lesandi, 210 Sandur |
147 | 9 | Karlot Hergeirsson, HTU-leiðari, 160 Argir |
148 | 10 | Kristian Clementsen, maskinmeistari, 100 Tórshavn |
149 | 11 | Oda W. Andreasen, vinnurekandi, 388 Mykines |
150 | 12 | Oddvør Dahl, lesandi, 188 Hoyvík |
151 | 13 | Ró Samuelsen, handilsleiðari, 188 Hoyvík |
152 | 14 | Rani Hjaltalin Midjord, lesandi, 100 Tórshavn |
153 | 15 | Ruth Vang, floksforkvinna, 100 Tórshavn |
154 | 16 | Sólvit Nolsø, fyrrv. landsstýrismaður, 100 Tórshavn |
155 | 17 | Súsanna Olsen, námslektari, 160 Argir |
Listi H. Miðflokkurin | ||
156 | 1 | Aksel Kambsskarð Berg, lækni, 100 Tórshavn |
157 | 2 | Bill Justinussen, bókhaldari, 625 Glyvrar |
158 | 3 | Bjørg av Rana, ljósmóðir, 826 Trongisvágur |
159 | 4 | Frank Jacobsen, lærari, 100 Tórshavn |
160 | 5 | Jann Johannesen, sølumaður, 180 Kaldbak |
161 | 6 | Jenis av Rana, lækni, 100 Tórshavn |
162 | 7 | Jóhanna Niclasen, tolkur, týðari, Klaksvík |
163 | 8 | Jórun Pólsdóttir, lívfrøðingur, 530 Fuglafjørður |
164 | 9 | Ólavur í Geil, stjóri, 490 Strendur |
165 | 10 | Palma Sámalsdóttir Rasmussen, skrivstovukvinna, 660 Søldarfjørður |
166 | 11 | Rani Andrasson Skaalum, lærari, 188 Hoyvík |
167 | 12 | Rósa Tyril Gaardlykke, lesandi, 600 Saltangará |
168 | 13 | Steffan Klein Poulsen, lesandi, 730 Norðdepil |
169 | 14 | Terje B. Vestergaard, leiðari, 600 Saltangará |