Italsku heimsstjørnurnar kneykaðu akkurát føroyingunum

1-0 tap ímóti Italia er ikki vánaligt úrslit. Men tað er einki at taka seg aftur í, at føroysku spælararnir og øll viðhaldsfólkini hjá føroyska liðnum vóru eitt sindur vónbrotin, tá ið ungverski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð á Tórsvølli í kvøld.

Italiumenn vístu ikki, at teir fegnaðust um 1-0 sigurin, men innast inni mundu teir kenna seg ógvuliga lættar um, at tað eydnaðist teimum at fara til hús við fullari úrtøku. Ikki tí at teir ikki høvdu verið leikliga omaná, men teir vóru undir trýsti, og um marginalirnir høvdu verið við heimaliðnum, so kundi eitt stig verið eftir í Føroyum.

Fróði Benjaminsen, liðformaðurin, segði eftir dystarlok í samrøðu við sjónvarpið hjá Kringvarpinum, at hann var sera vónbrotin yvir úrslitið:

- Vit høvdu sett nøsina upp eftir at megna javnleik, og eg haldi, at avrikið var so mikið gott, at vit gott kundu havt vunnið eitt stig. Vit høvdu møguleikarnar at gera mál, men tíverri fór bólturin ikki í málið. Fyrsta korterið vistu vit, at tað fór at verða torført, men vit fótaðu okkum, og eg haldi, at avrikið var sera gott. Vit høvdu møguleikarnar, men vit fingu ikki mál, og tí eri eg vónbrotin, segði føroyski liðformaðurin í samrøðu við sjónvarpið.

Italiumenn skoraðu longu í 11. minutti, og fyrra partin av 1. hálvleiki var nógv ferðsla í føroyska brotsteiginum. So fór ferðin eitt vet niður, og tað bar við sær, at føroysku spælararnir, sum høvdu verið rættuliga sperdir, komu fyri seg, tordu at bjóða seg fram í samanspælinum og at bjóða heimsstjørnunum av í nærdystunum.

Súni Olsen sendi í 1. hálvleiki langskot í stólparótina, og í 2. hálvleiki stýrdi Christian Lamhauge Holst úr stuttari fjarstøðu bóltin á tvørtræið. Hetta var eftir besta føroyska álopið, sum varð bygt upp aftarlaga frá í vinstru, so tvørtur um frá sera raska Pól Jóhannusi Justinussen og til Hjalgríjm Elttør, ið legði neyvt í brotsteigin.

René Tórgarð var aftasti maður fyri fyrstu ferð í undankappingardysti, og hann var sannur brandur.

Talan var um liðavrik av teimum bestu hjá pinkutjóðini Føroyar ímóti italsku heimsstjørnunum, og tað var ógvuliga harmuligt, at eydnan ikki spældi heilt við, og at tað eydnaðist at vinna eitt stig!

 

Føroyar-Italia 0-1 (0-1)

0-1: Antonio Cassano 11.

EM undankappingardystur fríggdagin 2. september 2011 kl. 19.45 á Tórsvølli

Dómarakvartett úr Ungarn: Tamás Bognar, Vencel Tóth, Oszkar Lemon og István Vad

5800 áskoðarar

Føroyar: 1. René Tórgarð - 2. Jónas Tór Næs, 5. Atli Gregersen, 4. Rógvi Baldvinsson, 3. Jóhan Troest Davidsen - 11. Hjalgrím Elttør, 7. Fróði Benjaminsen, 8. Súni Olsen (12. Atli Danielsen, 76.), 6. Pól Jóhannus Justinussen (15. Christian R. Mouritsen, 87.) - 9. Christian Lamhauge Holst (17. Símun Samuelsen, 87.), 10. Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum: 16. Meinhardt Joensen, 13. Viljolmur Davidsen, 14. Bogi Løkin, 18. Daniel Udsen.

Venjari: Brian Kerr

Gult kort: Súni Olsen 56.

Italia: 1. Gianluigi Buffon - 2. Christian Maggio, 5. Daniele De Rossi, 15. Andrea Ranocchia, 3. Giorgio Chiellini - 6. Thiago Motta (14. Alberto Aquilani, 73.), 18. Riccardo Montolivo, 21. Andrea Pirlo, 4. Domenico Criscito - 10. Antonio Cassano (9. Mario Balotelli, 85.), 22. Giuseppe Rossi (7. Giampaolo Pazzini, 59.)

Á beinkinum sita: 12. Salvatore Sirigu, 8. Claudio Marchisio, 13. Federico Balzaretti, 19. Leonardo Bonucci

Venjari: Cesare Prandelli

Gult kort: eingin

 

Liðugt

0-1!

 

2 minuttir lagdir aftrat.

 

90 min.

0-1

Føroysku spælararnir spæla ein fyri allar og allir fyri ein. Italiumenn royna at trýsta og skjóta móti málinum, men teir hvítu ofra seg fullkomuliga í taklingum og uppbakkingum. Orkan gongur rættuliga undan.

 

87 min.

0-1

Føroyingar gera tvær framrættaðar útskiftingar. Av vøllinum fara Christian Lamhauge Holst og Pól Jóhannus Justinussen, og í teirra stað koma Christian R. Mouritsen og Símun Samuelsen.

 

 

85 min.

0-1

Einki spurdist burtur úr eftir langt innkast úr vinstru frá Jóhan Troest Davidsen.

Mario Balotelli er komin á vøllin fyri Antonio Cassano.

 

 

81 min.

0-1

Italiumenn hava støðugt roynt at seta leikferðina upp og harvið at troytta føroysku spælararnar, men teir hvítu hava fylgt og fylgja framvegis væl við. Tí sær tað nú út til, at teir eru nøgdir við tepru leiðsluna.

Atli Danielsen er komin væl inn í dystin. Hann spældi nú hegnisliga Christian Lamhauge Holst leysan eitt sindur til høgru, men Lamhauge maðurin heilkiksaði, tá ið hann royndi ímóti málinum.

 

76 min.

0-1

Atli Danielsen hevur loyst Súna Olsen av.

 

74 min.

0-1

Thiago Motta út og Alberto Aquilani inn.

Føroyingar hava flutt fólkið longri fram, og tað ber spentar støður við sær í báðum endum.

Christian Lamhauge Holst spælir við stórum sjálvsáliti, tá ið hann bjóðar av ein móti einum.

 

72 min.

0-1

Eftir besta føroyska álopið í øllum dystinum - frá aftarlaga í vinstru og tvørtur um til Hjalgrím Elttør, sum legði væl inn í brotsteigin, stýrdi Christian Lamhauge Holst við handara stólpa bóltin á tvørtræið!! Súni Olsen sendi horna væl innfyri, og tað endaði við, at Pól Jóhannus Justinussen sendi móti málinum, men Buffon bjargaði akkurát!

 

 

67 min.

0-1

De Rossi royndi seg við skoti, sum René Tórgarð bjargaði væl.

Jónas Tór Næs noyddist at geva horna í høgru eftir innlegg úr høgru. Hetta var fyrsta italska horna í 2. hálvleiki.

 

 

63 min.

0-1

Nú meiri enn ein tími er farin, eru føroyingarnir sera væl við. Pól Jóhannus Justinussen í vinstru og Hjalgrím Elttør í høgru eru væl við í uppspælinum, Christian Lamhauge Holst og Jóan Símun Edmundsson flyta seg væl, bjóða seg væl til og eru støðugt vandamiklir. Á sentrala miðvøllinum stríðast Fróði Benjaminsen og Súni Olsen væl, verjan er tøtt, og tað hongur væl saman.

Italiumenn arbeiða fyri at seta føroyska liðið undir trýst, leikferðin er høg, men fyrsta stóra korterið av 2. hálvleiki hevur tað ikki eydnast. Eftir innlegg úr høgru var innskifti Pazzini leysur mitt fyri, men stútarin heilkiksaði, og René Tórgarð bjargaði lættliga.

Símun Samuelsen, Bogi Løkin, Daniel Udsen og Atli Danielsen hita upp.

 

59 min.

0-1

Føroyingarnir hava rættuliga fingið um endan. Teir vinna nærdystir, og nú var um reppið, at Jóan Símun Edmundsson eitt sindur úr vinstru spældi Christian Lamhauge Holst púra blankan.

Italiumenn royna at hvessa álopið. Á vøllin er komin álopsspælarin Giampaolo Pazzini, og av vøllinum er farin Giuseppe Rossi.

 

 

55 min.

0-1

Italska trýstið er longu minkað. Christian Lamhauge Holst og Jóan Símun Edmundsson megna at taka ímóti og fáa tak á bóltinum.

Súni Olsen fær gult kort fyri fríspark frammarlaga í vinstru.

 

52 min.

0-1

Eftir frísparksframlegging frá Atla Gregersen megna føroyingar at leggja ávíst trýst á. Tað endar við, at Súni Olsen roynir við skoti úr 40 metrum, og bólturin fer omanfyri málið. Tað vóru fleiri møguleikar at spæla. Føroyska liðið er rættuliga ágrýtið!

 

 

49 min.

0-1

Trýstið á føroysku miðverjarnar eru ógvuliga stórt, og René hevur longu havt eina risa bjarging eftir skot frá Rossi.

 

46 min.

0-1

Ungverski dómarin, Tamás Bognar, hevur bríkslað fyri fyrstu ferð í 2. hálvleiki. Italiumenn royna at leggja trýst á soleiðis, sum teir gjørdu fyrstu løtuna í 1. hálvleiki.

Tað skýmir rættuliga yvir Havnini, men á Tórsvølli er rættuliga ljóst.

 

--

 

Teir eru farnir at hvíla seg á Tórsvølli, har tað er fullsett á áskoðaraplássunum, og har støðan eftir 1. hálvleik er 1-0 til Italia. Málið skoraði Rossi í 11. minutti, tá ið hann í tveimum royndum megnaði at sneiða framvið føroyska málverjanum. Føroysku spælararnir vildu hava dómaran at bríksla fyri rangstøðu, og tað var í hvussu so er rættuliga tepurt.

Fyrsta korterið var føroyska liðið púrasta um ein háls. Italia legði fyri sum eitt óløgið. Leikferðin var óvanliga høg, og føroysku spælararnir sóu rættuliga tungir og skelkaðir út. Italiumenn spældu seg fram til fleiri málmøguleikar og fleiri hornaspørk, men tað eydnaðist bara at skora hetta eina málið.

René Tórgarð, sum spælir fyri fyrstu ferð í undankappingardysti, hevur verið sannur brandur í føroyska málinum.

Sum 1. hálvleikur leið, fótaði føroyska liðið sær. Eftiransingarnar vórðu tættari, føroysku spælararunum eydnaðist at vinna onkrar nærdystir, og tá ið leikferðin hjá teimum bláu dalaði eitt sindur, so eydnaðist tað eisini føroyska liðnum, sum í kvøld er í hvítum troyggjum og hvítum brókum, at samanspæla. Hetta hevur borið onkrar møguleikar við sær. Næst við at fáa mál var føroyska liðið, tá ið Súni Olsen, sum í kvøld er sentralur miðvallari saman við Fróða Benjaminsen, úr nítjan metrum sendi bóltin í stólparótina aftanfyri Buffon.

Lagið millum áskoðararnar er gott, og tað skortar ikki við stuðli til føroyska liðið, sum hevur orsøk at kenna sjálvsálit, nú spælararnir hvíla seg og brynja seg út til seinna umfarið.

 

Hálvleikur

0-1

 

45 min.

0-1

Eftir langt innkast úr vinstru frá Jóhan Troest Davidsen var spent støða í brotsteiginum, men tað endaði við, at bólturin umvegis verjuleikara endaði inni hjá málverjanum.

 

43 min.

0-1

Christian Lamhauge Holst fekk tiltuskað sær fríspark miðskeiðis á italsku hálvuni. Einki spurdist burtur úr góða innlegginum, men føroyingarnir varðveita bóltin frammarlaga, og tað endaði við innleggi úr høgru og veikum stútara frá Jóan Símuni Edmundsson.

Italiumenn hava ofta roynt at leggja trýst á í vinstru, har Criscito er ágangandi, men Jónas Tór Næs hevur gott tak á tí.

 

40 min.

0-1

Ein skelkur er tað fyri føroyska liðið, at liðformaðurin, Fróði Benjaminsen hevur verið uttanfyri orsaka av skaða, men hann er aftur á vøllinum. Eftir innlegg úr høgru noyddist Jónas Tór Næs at beina bóltin út til horna í vinstru.

 

35 min.

0-1

René Tórgarð hevur hálvbjargað eftir skotroynd úr vinstru, og Jóan Símun Edmundsson var um reppið at verða leysur í høgru. Tað hongur væl saman millum keturnar á føroyska liðnum.

 

31 min.

0-1

Føroyska liðið vinnur onkrar nærdystir, og fyri fyrstu ferð hava føroyingar (Súni Olsen) vunnið fríspark á italsku hálvuni, men frísparkið hjá Súna Olsen var ikki á tí støði, sum Súni plagar at vísa.

 

28 min.

0-1

Italska trýstið er linkað nakað, og harvið er fyritreytin batnað hjá føroyingunum at taka lut í spælinum. Føroysku spælararnir vísa størri sjálvsálit, teir tora at bjóða av, og harvið eru betri fyritreytir at samanspæla.

 

 

25 min.

0-1

Føroyar hava verið tætt við: eftir uppspæl í høgru og innlegg frá Hjalgrími Elttør, royndi Súni Olsen við skoti úr 19 metrum, men bólturin brast í stólparótina!

 

23 min.

0-1

Jóhan Troest Davidsen ger fríspark á brotsteigarmarkinum í høgru, men bólturin verður skotin væl omanfyri málið.

Nú hongur samanspælið á føroyska liðnum saman, og Hjalgrím Elttør er eyðsýndur í høgru. Eftir innlegg frá honum stútar Jóan Símun Edmundsson móti málinum uttan at tað tó er vandamikið hjá Buffon.

 

20 min.

0-1

Føroyingarnir royna at spæla saman, men tað er sera torført, tí ógvuliga skjótu mótstøðumenninir fylla so mikið nógv á vøllinum, at tað næstan sær út sum um, at føroysku spælararnir standa stillir!

Italiumenn hava innan fyri ein minutt havt tvey horna úr høgru.

Eftir seinna hornasparkið høvdu føroyingar skjótt álop í høgru. Hjalgrím Elttør spældi Jóan Símun Edmundsson leysan, hann royndi seg, men bólturin fór omanfyri málið. Orsøkin var, at verjuspælari blokeraði til horna, men dómarin dømdi málspark.

 

 

16 min.

0-1

Eftir uppspæl í vinstru er tað vinstri vongverjin Domenico Crisciton, sum roynir við skoti, ið verður blokerað til horna í vinstru.

Pressaðu føroyingarnir royna við longum sendingum fram til Jóan Símun Edmundsson, sum lúrir.

 

14 min.

0-1

Tað sær ikki gott út. Italiumenn spæla seg ferð eftir ferð ígjøgnum og til stórar málmøguleikar.

 

11 min.

0-1: Antonio Cassano 11.

Eftir langa framlegging varð álopsspælarin leysur á rangstøðumarkinum, og í tveimum royndum megnaði hann at trýsta bóltin fram við René Tórgarð og síðani í málið. Italiumenn eru støðugt yvirmannaðir á sentrala miðvøllinum, og tað gongur út yvir eftiransingarnar.

 

10 min.

0-0

Eftir innlegg úr høgru frá høgra vongverja Christian Maggio royndi Rossi seg við skoti við handara stólpa, men tað varð blokerað til horna.

Føroyar hava fyri fyri ferð megnað samanspæl fram eftir vøllinum. Christian Lamhauge Holst varð veittraður rangstaddur.

Áskoðarafjøldin stuðlar føroyska liðnum sera væl.

 

7 min.

0-0

Tað eru italiumenn, sum seta dagsskránna, og eftir smáspæl í brotsteiginum í vinsstru streyk bólturin framvið handara stólpanum, og lítla løtu seinni bjargaði René skotroynd frá Rossi. Føroyska liðið er rættuliga aftarlaga á vøllinum.

Italiumenn hava framvegis ógvuliga høga leikferð.

 

4 min.

0-0

Føroyska liðið er undir øgiligum trýsti.Eftir gjøgnumbrot í vinstru og innlegg, streyk bólturin framvið málinum hjá René Tórgarð.

 

 

2 min.

0-0

Atli Gregersen hevur gjørt mistak í uppspælinum, sum bar skot við sær, og longu eftir fyrsta minuttin hevur René Tórgarð hava tríggjar bjargingar, og fyrsta hornsaparkið úr vinstru fór framvið málinum.

Føroyingarnir tykjast rættuliga skelkaðir

 

Liðini bæði eru í hesi løtu á veg inn á vøllin, har tað verður gjørt klárt at spæla tjóðsangirnar. Føroyskir áskoðarar plaga ikki at møta langt undan dystarbyrjan, og soleiðis tykist tað eisini vera í kvøld. Áskoðararnir ganga framvegis inn á vøllin.

Tað er Fróði Benjaminsen, sum er liðformaður á føroyska liðnum. Fyrrapartin í gjár varð Fróði Benjaminsen skaddur undir venjing, og tað var eitt sindur av iva, um hann fór at verða førur fyri at spæla, men Fróði er á vøllinum.

Áðrenn tjóðsangirnir hava liðformenninir báðir, Fróði Benjaminsen og Gianluigi Buffon, borið nøkur orð fram um fair play. Tað er altjóða fair play dagur ídag.

 

--

 

Áskoðararnir eru farnir av fjølgast í Gundadali, har fyrsta bríklsið í undankappingardystinum móti Italia verður klokkan 19.45. Tað eru 5.800 áskoðarapláss, og øll atgongumerkini eru seld.

Veðrið at spæla fótbólt er gott á Tórsvølli, og umstøðurnar hjá áskoðarunum eru hampuliga góðar - burtursæð frá at tað er stutt millum ælini. Tað er stilt, og hitastigini eru umleið 12.

Brian Kerr hevur sett hetta liðið at byrja við í kvøld:

René Tórgarð - Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen - Hjalgrím Elttør, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen, Pól Jóhannus Justinussen - Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson

Á beinkinum sita: Meinhardt Joensen, Atli Danielsen, Viljolmur Davidsen, Bogi Løkin, Christian R. Mouritsen, Símun Samuelsen og Daniel Udsen.

Seinnapartin í dag gjørdi Brian Kerr av at senda boð eftir B36 málverjanum, Meinhardti Joensen, sum er komin á beinkin í staðin fyri Kristian Joensen, málverjan hjá 07 Vestur, sum annars varð boðsendur, tá ið tað varð greitt, at Jákup Mikkelsen ikki fór at verða førur fyri at spæla.

Italski venjarin, Cesare Prandelli, hevur sett hetta liðið:

 

Gianluigi Buffon - Christian Maggio, Daniele De Rossi, Andrea Ranocchia, Giorgio Chiellini - Thiago Motta, Riccardo Montolivo, Andrea Pirlo, Domenico Criscito - Antonio Cassano, Giuseppe Rossi

Á beinkinum sita: Salvatore Sirigu, Giampaolo Pazzini, Claudio Marchisio, Mario Balotelli, Federico Balzaretti, Alberto Aquilani, Leonardo Bonucci