stórum, himmalbláum fjaðrum, og var ein sonn fragd at hyggja at. Hon fortaldi okkum, at hon var rættiliga nervøs, men hetta forðaði henni tó ikki í at syngja sum ein dreymur. Tú ert alt Tað eru nakrir sangir [...] ótrúliga væl, og at írsku gestirnir kendu sítt tilfar, var eingin ivi um. Hóast trupulleikar vóru við ljóðinum í fyrstani, so gjørdist tað betri, og ein neyt framførsluna í góðveðrinum. At Eivör telist millum [...] hvussu stórsligið hetta lagið er. Og uttan at gera av, so var tað sum um øll steðgaðu á og vóru rúnarbundin. Sjálvt tey hálvfullu, sum allarhelst ikki varnaðust at framførslan var byrjað og meiri enn hálvliðin
domineraði. Vit elska at hoyra rós, og rós treyt ikki ta løtuna. Konsertferðin hjá teimum endaði her, og tað hildu teir vera ógvuliga passandi. Tað er við skomm, at eg viðgangi, at eg ikki kenni Young Dubliners [...] byrjaði við, at vit hoyrdu eina upptøku av kingosangi frá einari jarðarferð í Tjørnuvík, meðan ein svartur bátur við deyðum fólki róði inn á sandin og so útaftur. Hetta riggaði væl, tí at tað lýsti í sjónum [...] frá miðøldini. Boðskapurin var, at G!Festivalurin verður hildin oman á líkunum, sum doyðu av svartadeyða. Hetta var gott, men eitt sindur langt. Stóri boðskapurin var, at einaferð um árið koma vit saman
kjak hevur verið um, at Gamli Realskúlin er ein brandfella, og tí kann hann ikki brúkast til undirvísing. Loysnin er at fyrisitingin í Tórshavnar Kommunuskúla skal inn í bygningin og at smekka nakrar gipsplátir [...] Mortensen vil so fegin hava, at alt tað gamla, skal vera í upprunastandi og síggjast. Úrslitið er, at bygningurin nú er ein størri brandfella enn áður, tí nú halda fólk, at bygningurin er tryggur aftan [...] lýkur hann enn ikki galdandi brunakrøvum. Arbeiðsfólkið, ið arbeiðir við at umvæla gamla realskúlan, hava ongar tekningar at arbeiða eftir. Teir arbeiða í hvør sínum lagi, uttan sjónliga heildarætlan
Tað vísti seg, at Bjørk var yvirhálað av einari aðrari. Tá henda fór undir at renna seinasta umgangin, góvu hjálparfólkini tekin um, at hetta var hennara síðsti túrur. Her er tað, at Bjørk helst hevur [...] Meðan hon lá og kikkaði eftir ondini á breytini, gjørdu hjálparfólk hana varuga við, at henni framvegis vantaði at renna ein umgang. Fyriløgst stríddi hon seg uppaftur á føtur, og rann síðani seinasta [...] og hildið, at hetta eisini var galdandi fyri hana, og tískil gav hon alt hon orkaði ein umgang ov tíðliga. Lá til 19 minuttir Tað sá annars rættiliga gott út hjá Bjørk. Ein millumtíð vísti, at hon rann breytina
starvast ein føroyingur, og nú ætlar ráðharrin sjálvur at fáa hesa starvskvinnuna at siga sær frá søgnum og sagnum úr Føroyum. - Tí fari eg at goyma tykkara bók og ansa væl eftir henni, sigur altso danski [...] fegnir um hesa stórfingnu bókagávuna. Og teir avgjørdu stutt sagt, at takka danska undirvísingarmálaráðharranum fyri hesa gávuna, við at senda honum eina bók, sum tey sjálvi høvdu givið út. Hetta var bókin [...] brævinum frá Bertel Haarder fegnast hann um, at næmingarnir í Hvalbiar skúla eisini hava lisið ævintýrini hjá H.C. Andersen. - Tað er tí eisini eitt sera gott hugskot, at tit hava brúkt tykkara egnu sagnir og
er, um ikki HSF eigur at taka hetta upp til viðgerðar, tí tað tænir ongum, at eitt lið vikuskifti eftir vikuskifti verður avhølvað. Hinvegin eiga tær í Tjaldur rós uppiborið fyri, at tær hóast keðiligu úrslitini [...] Stjørnan vísti beinan vegin, at tær ikki fóru at taka lætt upp á uppgávuna, og tær settu ferð á frá fyrsta bríksli. Fyrstu minuttirnir vóru eitt satt ódnarveður móti Tjaldurs-málinum hjá neyðars Lydiu [...] hóast hon hevur nøkur ár á baki í bestu deildini. Annars er ikki so nógv at siga um dystin, sum Stjørnan vann 47-12, tað vil siga, at 35 mál vóru á muni. Dysturin prógvar bara enn einaferð, hvussu stórur
freistin fyri at lata umsóknir til hendan stuðul. ? Vanliga er áhugin fyri hesum starvslønum sera stórur, og bara ein partur av teimum, sum søkja, kunnu fáa starvløn. Tað er vanligt, at tað koma yvir 100 [...] Patursson, sum er formaður fyri Mentanargrunn Landsins. Trupult at velja Í lýsingum í bløðunum nú um dagarnar boðar Mentanargrunnurin frá, at í seinasta lagi 11. februar skal grunnurin hava fingið umsóknirnar [...] uppgáva hjá nevndini at taka dagar, hvat hevur betur uppiborið almennan stuðul enn annað. ? Játtanin hjá okkum í ár er 300.000 krónur minni enn undanfarin ár, og tí verður eisini minni at lata til starvslønir
, haðani neyðarkallið var sent, umframt at ein russiskur trolari eisini kom á staðið. Kl. 22.20 kom tyrlan á staðið, men tað var greitt, at skipið stóð ikki at bjarga. Tað var um hetta mundi koppað á liðina [...] skipinum. Allir vóru teir í bjargingarbúna, og tað eydnaðist at fáa allar upp í tyrluna, sum síðani flutti teir umborð Vædderen. Tað eydnaðist ikki at finna fleiri av manningini á lívi týsnáttina, men enn stendur [...] framvegis eingi tekin sædd frá hinum seks av manningini. Gingið skjótt Djóni Weihe sigur annars, at tað eftir øllum at døma hevur gingið ógvuliga skjótt fyri seg, tá Jøkulfelli sakk. - Enn hava vit ikki fingið
talent-skótarnar hjá Manchester at ressast við, og eftir nakað av tinginum við HB, eydnaðist tað um ársskiftið at fáa nýggja leikaran til felagið. Og tað er eisini møguleiki fyri, at teir báðir landsliðsfelagarnir [...] tíð um venjingarupphald, men ungi NSÍ-leikarin spældi somikið væl, at ensku venjararnir vildu hava hann aftur. Alt endaði so við, at Johan í heyst skrivaði undir sáttmála við enska felagið, og so er s [...] til Onglands. Kanska fer tað at eydnast hjá teimum, og kanska ikki. Men undir øllum umstøðum, so fær tað ikki verið annað enn mennandi, tá leikarar á ungum árum sleppa at taka við teir bestu útlendsku
helt eina røðu í sambandið við 250 ára dagin fyri, at Hans Egede var komin til Grønlands. Eg varð øgiliga illa skeldaður aftaná, tí eg hevði sagt, at Hans Egede møguliga hevði gjørt nøkur ting, sum vóru [...] antikristna og royndi at beina hana burtur, tí hann skilti hana ikki. Hetta var tó ikki eitt sjónarmið, sum var frammi tá, og eg fekk nógvar ábreiðslur eftir røðuna - øll høvdu at mær, men Atli Dam stillaði [...] hoyrt hann og vendi sær beinleiðis til hann og segði við hann: "Er det ikke dejligt, at den grønlandske ungdom er begyndt at formulere sig" hesin mátti so siga "Jo, jo deres Kongelige Højhed". So krúnprinsessan