UMMÆLI
Svarti Deyði
Festivalurin endaði við einum surprise. Tað byrjaði við, at vit hoyrdu eina upptøku av kingosangi frá einari jarðarferð í Tjørnuvík, meðan ein svartur bátur við deyðum fólki róði inn á sandin og so útaftur. Hetta riggaði væl, tí at tað lýsti í sjónum undir bátinum, og yvirhøvur var tað pent at síggja, tí har lógu so nógvir vakrir bátar. So kom Egi Dam á pallin í svørtum og helt eina óhugnaliga talu um sandin, sum vit stóðu á. Í 30unum var ringt brim har, og ein gamal kirkjugarður kom undan. Beinini vóru frá miðøldini. Boðskapurin var, at G!Festivalurin verður hildin oman á líkunum, sum doyðu av svartadeyða. Hetta var gott, men eitt sindur langt. Stóri boðskapurin var, at einaferð um árið koma vit saman av avnokta deyðan, og so fór poppmusikkur í gongd, og ein bólkur av kvinnuligum dansarum tóku yvir og dansaðu ein flottan dans í vøkrum búnum.
Young Dubliners
Síðani komu Young Dubliners framat. Tað var ein festligur endi. Sera væl spældur írskur fólkatónleikur blandaður við rokk. Bestu sangirnir hjá teimum vóru teir, har sum tað írska domineraði. Vit elska at hoyra rós, og rós treyt ikki ta løtuna. Konsertferðin hjá teimum endaði her, og tað hildu teir vera ógvuliga passandi. Tað er við skomm, at eg viðgangi, at eg ikki kenni Young Dubliners, annað ein tveir sangir úr útvarpinum. Men hatta slagið av tónleiki fer lættliga inn, og onkur av løgunum eru gomul og kend. Fyri meg vóru tey tey bestu, og framúr góð. Millum tað besta allan festivalin. Teir høvdu onkrar sangir, sum ljóðaðu heimagjørdir og persónligir, og alt gott um tað, men har var verri at fylgja við, og tað var heldur ikki líka áhugavert. Teir spældu so væl, sum tað ber til, og ljóðið var, sum altíð á sandinum hendan G!Festivalin, óvanliga gott. Fiólin var góð, og sangarin hevði tað upp á pláss við hasum írska, sum vit kenna frá gomlu Dubliners og Clancy beiggjunum og øðrum.
Dixie reprise
Basssangarin og tveir tónleikarar úr Dixie Hummingbirds komu til allarseinast út at syngja fyrsta ørindi av sálminum Amazing Grace, tvær ferðir. Fólk sang við, og tað kendist sum eitt vælsignilsi. Noomi og Heidi eiga æruna av, at tað kom í lag.